Friday, December 2, 2011

Endurtøkur

2.


“Alt er í ringrás”, segði tú, og hugdi út gjøgnum lítla vindeygað, sum vendi út móti gøtuni, sum nú var tóm fyri mennsikjum og fyri djórum. “Ringrásir av tíð, menniskjum, orðum, siðum, flóð og fjøru. Myrkri og ljósi. Av árstíðum. Klingrur. - So sára einkult og líkatil.”

Tú var maður.

Eg var kvinna.

Vit vóru menniskju.

- Endurtøkur.

Tú, sum tosaði, vendi nú eyguni móti mær, sum sat við borðið og eygleiddi teg. Hugdi at mær, sum tú væntaði, at eg uttan trupulleikar skilti alt tað, sum sveimaði millum orðini og órógvaði og rykti í friðin í friðinum. Eg hugsaði ikki annað enn at tað var løgið, at alt, vit eru inni í hevur eygu, vit kunnu hyggja út ígjógnum. - Ella inn ígjógnum.

Einfaldir kassar við vindeygum og hurðum. Eygum og munnum. Og alt kann latast upp. Latast aftur. Ávirka. Ávirkast. Gjøgnumgongdir, gjøgnumtrekkur. Fet og frakkar. Tankar og kenslur. Vatn. Hendur á húð. Hár. Setningar. Banalitetir. Blóð. Dagligdagar. Nætur. Ljóð. Innkeypsposar. Børn í fanginum. Hundar í bandi. Veran.

Og so flenti eg. - At mær sjálvari. Tí hvør eri eg, at gera mær vónir um at skyna á øllum tí, sum liggur millum veggirnar av kjøti og cementi, træi og húð, og tí, ið er uttanfyri?

Eg eri einføld. Ein føld. Ein einføld endurtøka. Ein føld
endur tøka.

(SK)