Sunday, December 25, 2011

Regin Dahl Goymi eg minni

Goymi eg minni um hvítan sand
og sokkar og hosur á steinum
og børn, ið vassaðu fram við land
á bleikum, smalvaksnum beinum.

Goymi eg minni um leik við strond
og hoppan á áargróti,
ráddi eg fríur um míni lond,
snarpur var eg á fóti.

Silvitnislag um tarastrond
fossaskúm eftir kletti -
goymi eg minni um bleyta hond:
Hjálp mær, hjálp mær, eg detti!

Tú hevði fátækt og frísut hár,
eyguni biðjandi blá -
tað var ein løta ein dagin eitt vár,
aldri hon gongur mær frá.

Vassa væl børn enn við heimastrond,
byggja sær hús og brú -
enn hevur tú bønandi bleyta hond,
enn er tað bara tú.

Stuðlaveikur er armur mín nú,
fóturin stirvin at ganga -
rætt mær tó aftur hond tína, tú,
at styðja teg lívsdagin langa.

(1944)