Inger og eg eru ovfarnar og óendaliga takksamar yvir tey nógvu fólkini, sum komu til okkara gløgglistaløtu í gjár at feira útgávuna av Listin 2011. Túsund takk fyri, tit, hatta var av sonnum ein herlig løta. Vit takka úti, vit takka heima, vit takka tjóðveldis-tingkvinnunum, vatninum í Vestmanna, Steinprenti Jan og Fríðu, Erlu og John, Carl Johan og Herluf, Føroya Bjór og Okkara, øllum listafólkunum og øllum teimum, sum møttu upp og øllum tykkum. sum ikki møttu upp, men lesa listabloggin. Takk! Onkur sat eftir mest sum ógløggur, tí at gløggið var uppi, so har var alt, sum tað átti, tá Listin 2011 varð givin út og vit gleða okkum til næsta ár. Eg seti inn myndir, sum Fríða og Jan hava tikið.
Bárður og Jan fáa eitt hugnaligt prát
Inger lesur upp fantastiska tekstin hjá Barnett Newman um hitt fyrsta menniskjað, sum var listafólk
Fólk lýða á Inger
Nógv fólk vóru til tiltakið
Eg hugleiði um vatnið í Vestmanna og at eg ætli at fáa Heðin Mortensen at kanna hvat tað er, tey lata út í tað.
Áhoyrarar
Carl Jóhan lesur m.a. eitt fantastiskt brot úr nýggju skaldsøguni
Hýrurin var góður av besta slag
Erla skonkir gløgg
Kim og Fríða
Poul, Annika og Annika