Hetta árið hevur verið ómetaliga fruktagott listaár í Føroyum og eg havi havt ógvuliga nógvar góðar listaupplivingar í ár. Um eg í eini skjótari vending skal siga hvørjar mínar størstu upplivingar vóru innan listina gloymi eg kanska okkurt og tí er tað frálíkt, at Inger hevur gjørt eitt drúgt yvirlit yvir list og mentan í árinum, ið fór, sum kemur her á blogginum komandi fýra dagarnar. Men her er so eitt yvirlit yvir 10 yndislistaupplivingar í árinum, ið fór, og eg nevni ikki framsýningar, sum vit sjálvar hava skipað fyri ella har vit á onkran hátt hava verið involveraðar í Norðurlandahúsinum og Steinprenti, annars høvdu Hanni Bjartalíð, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Knud Odde + Jan Håfstrøm og Claus Carstensen og fleiri onnur verið nevnd. Listin yvir yndislist avspeglar heilt vist, at eg upplivi mest av myndlist. Eri fullgreið yvir, at eitt nú Aldubáran, Doriakvartettin, Symfoniorkestrið osfr. hava havt frálíkar framførslur í 2011. Okkara vón fyri komandi árið er at fáa meira hjálp frá okkara lesarum, so at vit fá enn fleiri ummæli, myndareportasjur og umrøður og listabloggurin kann gerast fjølbroyttari. Tað er so løgið við listarligum upplivingum, at tær kunnu henda, tá tú minst væntar tað, men tú ert ikki í iva, tá tað hendir, um at talan er um stóra list. Hetta var júst tað, sum hendi, tá Hanus G.Johansen steig upp á røðarapallin á Vaglinum 3.desember og sang ein føðilandssang uttan gittara ella nakað sum helst fylgispæl. Mótmælandi mitt á vaglinum í ísakøldum kavaælingi og stríðum mótvindi, bæði so og so, gav henda sterka listarliga upplivingin okkum eina heita, savnandi kenslu av tilverunnar innihaldi og meining. Lat meg nýta høvið her at boða frá, at Hanus G.Johansen hevur konsert í morgin og ovurmorgin http://aktuelt.fo/grein/eykakonsert_vid_hanus_og_poul_f Tøkk fái Hanus og øll hini listafólkini fyri innihaldsríkar løtur í brátt farna ári.
Yndislist í 2011
Poesi:
- Bræddur firvaldur hjá Tóroddi Poulsen. Mentanargrunnur Studentafelagsins.
- Ravnar á ljóðleysum flogi - yrkingar úr uppgongdini hjá Sissal Kampmann. Forlagið Eksil.
Leiklist:
- Meðan vit bíða eftir Godot. Samuel Beckett á Tjóðpallinum, leikstjóri Eyðun Johannesen.
Tónleikur:
- Hanus G.Johansen: Framførslan á Hertak Vaglið tiltakinum av Føroyar mín móðir og Vónloysi - menning hjá Pól F.Joensen v.lagi hjá Hanusi G.Johansen.
- Sunleif Rasmussen: Jordpigernes drøm (Við teksti eftir William Heinesen. Danmarks Radios Pigekor framført í Norðurlandahúsinum)
Films/videolist
- Dennis Agerblad: Vón (Tóroddur Poulsen)
Myndlist:
- Anker Mortensen í Listahøllini
- Marius Olsen í Steinprenti
- Silja Strøm í Galerie Focus
Annað:
- Hitt føroyska skjaldraveldi: Villanelle de taux plat extraordinaire ella Biddaragonguvillanelle tjúguhundrað og ellivu. Framførslan í Steinprenti í smb. við upplatingina: Myndaódnin 2011