Monday, August 2, 2010

Ummæli av Ólavsøkuframsýningini 2010

Amatøranna spælipláss
Tó at hissini glottar ana á Ólavsøkuframsýningini 2010, er heildin so mikið vánalig, at tygara ummælari fyri fyrstu og vónandi seinastu ferð upplivdi at ynskja, at Listaskálin var minni í vavi enn hann veruliga er og at hann harvið ikki fekst at rúma øllum tí skramblinum, sum í løtuni kann skoðast á okkara tjóðarlistasavni.


Varhugin av eini vánaligari Ólavsøkuframsýning kom longu av tíðindaskrivinum, har boðað varð frá, at heili 103 verk hjá 38 luttakarum eru við á framsýningini í ár. Tá tað rættiliga skjótt letur seg staðfesta, at yvir helvtin av luttakarunum eru amatørar og at flest teirra haraftrat eru rættiliga óvandir amatørar, ja so kann úrslitið bert verða sum tað er vorðið. Heildin hevur serstakliga nógv at týða á eini listaframsýning. Um heildin er ov vánalig og óruddilig, hevur tú heilt einfalt ilt við at síggja tey góðu verkini, eins og ein vánalig heild fær tey verkini, sum kanska ikki eru super góð, til at dragna eitt vet aftrat í góðsku.



Listafelagið, sum skipar fyri framsýningini greiðir í sínum tíðindaskrivi frá, at Ólavsøkuframsýningin 2010 er framhald av gomlum siði, at leik og lærd, ung og tilkomin sýna fram lið um lið. Og rætt er, at tað er ein eyka sjarma við Ólavsøkuframsýningini, at fólk, ið sýna fram fyri fyrstu ferð, sleppa at heingja teirra verk við síðuna av verkum hjá royndum yrkislistafólkum, men antin er okkurt galið við lutfallinum, ella er listin hjá teimum lærdu ikki nóg góð í ár og í báðum førum eru ov nógv verk við á ársins Ólavsøkuframsýning. Um hugsað verður um hvussu gróðrarmikið tíðarskeið, vit uppliva í føroyskari myndlist beint nú, kundi heildin verið framúrskarandi, um tey røttu fólkini sluppu framat bæði av teimum ungu og eldru listafólkunum, sum av ymsum orsøkum ikki hava sent inn verk til ársins Ólavøkuframsýning, m.a. orsakað av eini komandi ungdómslistaframsýning (INNRÁS) og av listastríðnum.



Tit, sum nú sum nú suffa og ivast í at halda uppat at lesa, tí at ummælarin enn einaferð hvørki er serliga fitt ella jalig, bíðið nú eitt sindur. Har eru sum sagt glottar og summi halda Ólavsøkuframsýningina vera væl meira fjølbroytta og undirhaldandi í ár enn hon hevur verið leingi "eitt sindur sum Ólavsøkuframsýningar fyrr í tíðini" helt onkur av framsýningargestunum. Og tað ljóðar jú mikið gott, um tær dámar basarkendar framsýningar og um sæð verður burtur frá, at einki er sum fyrr og at einki skal vera sum tað var fyrr, tí til tað hava vit øll flutt okkum alt ov langa leið til tað betra. Vegarar, ið plagdu at luttaka á Ólavsøkuframsýningini eru farnir og tey, sum eru nóg dugnalig til at traðka í teirra fótaspor halda seg fyri tað mesta burtur frá Listasavni Føroya í mótmæli móti, at leiðaranum á savninum vantar listfrøðiliga útbúgving.


Um vit nú hyggja eftir hvørji yrkislistafólk eru við á Ólavsøkuframsýningini, eru flest teirra limir í Felagnum Føroysk Myndlistafólk, t.d. Edward Fuglø, Amariel Norðoy og Eyðun av Reyni. Teir báðir síðstnevndu eru væl umboðaðir á framsýningini við klassisku oljumálningunum, sum minna rættiliga nógv um tað, teir høvdu við í fjør og tað kann tykjast keðiligt, tó at hesi verk í dygd eru væl betri enn so mangt annað á ársins Ólavsøkuframsýning. Edward Fuglø sýnir fram tveir stórar akrylmálningar við speiska heitinum "Size Matters", ið báðir avmynda væl útgjørdan ferðamann í bláum klæðum, sum í báðum myndunum situr á eini lítlari oyggj, tann eini við einum evarska lítlum tristi í hondini. Edward Fuglø er ovurhonds virkin innan listaøkið, hann er sera væl umtóktur og hevur jú eisini fingið rættiliga nógvar av teimum heilt stóru almennu prýðingaruppgávunum seinastu árini. So vit mugu vóna, at hann dugir og tað haldi eg eisini hann ger, men ikki er tað at mála, tí málihátturin er so merkiliga deydligur og í grundini óhegnigur. Spurningurin er so hvat tað er, sum hesin listamaðurin dugir og eg haldi tað hevur okkurt við ansin fyri tí vakra at gera, dekoratión og illustratión og uppseting. Myndirnar á Ólavsøkuframsýningini eru steindeyðar og myndamálið tykist eins tungt í afturpartinum og ferðamenninir báðir har teir sita. Men meðan lítið er at ivast í, at Edward Fuglø vil okkurt við sínum myndum, er verri at meta um myndirnar hjá Jónu Rasmussen, sum síðsta ár hevði eina Mondrian variatión við á Ólavsøkuframsýningini og sum í ár hevur kopierað Rannvá Kunoy. At plagiatið er tilvitað skilst av tí, at orðið HOMMAGE, ið jú merkir heiðurskvøða, stendur á myndini. Av hesum skilst, at Jóna Rasmussen dugir nokkso væl at herma og so er spurningurin bert hvat hon og vit kunnu brúka hetta til.





Ólavsøkuframsýningin hevur seinastu árini havt ávís evni ella tema, sum luttakararnir skulu fyrihalda seg til og í ár er temaið: "Toybil - tiðnar - tánar - ornar - bráðnar". Undirritaða hevur áður víst á, at hesi evni tykjast avmarkandi fyri tey flestu, men sambært nevndini í Listafelagnum eru tey sera nøgd við ársins evni og tað er bara gott, tí tó at tað dryppar her og der, hevur tygara ummælari ógvuliga ilt við at fáa eyga á nakran savnandi týdning av temanum. At evnið so ikki hevur úrslitað í homogeniteti, sæst alt fyri eitt, um vit hyggja oman yvir skálan allan við verkum, ið sum vanligt á amatørframsýningum, antin eru eitt slag av hálv- ella heilabstraktum landsløgum ella portrettmyndir, sum í stíli spenna í móti hvørjum øðrum. Tann einasti, ið veruliga hevur kunna brúkt evnið til nakað, er aftur í ár Ole Wich, sum við sínum fýra installasjónum er ein av høvuðsframsýnarunum á Ólavsøkuframsýningini 2010 og sum eisini í fjør í stóran mun lat seg inspirera av framsýningartemanum, sum hann forrestin helst sjálvur hevði funnið uppá. Hansara listaverk knýta toybilshugskotið at tilveruligum, filosofiskum spurningum og eru hugvekjandi í teirra avantgardistiska vakurleika, tó at tey í teirra framførslu tykjast yvirformidlað á onkran hátt. Tað er eins og verkini ikki hava álit á móttøkuevni áskoðarans og harvið fattast teimum listaliga nerv.


Nevndin í Listafelagnum plagar á hvørjum ári at velja nøkur fólk til at velja út til Ólavsøkuframsýningina, men hevur í ár fylgt trendini hjá Tórshavnar Kommuni og Mentamálaráðnum við at droppa armslongdarprinsippið. Tessvegna hevur nevndin sjálv valt út í ár og tað má merkja, at læknar, advokatar o.o. góð fólk hava valt út, umframt Malan Marnersdóttir, ið er forkvinna og professari í bókmentum. Men tá Listafelagið nú er felag teirra við áhuga fyri list, er tað so ikki í lagið, at Ólavsøkuframsýningin verður sett saman av áhugaðum, sum í serligan mun velja áhugalist? - Listafelagið ger sjálvandi sum Listafelagið vil, men hevur okkara elsta Listafelag ikki eina søguliga treytaða skyldu til at borðreiða við listarligari góðsku á Ólavsøkuframsýningini? Hon er enn eitt tiltak, sum sera nógvir føroyingar fara til og hjá summum av framsýningargestunum er hetta tann einasta listaframsýningin, tey síggja alt árið. Tí skal Ólavsøkuframsýningin vísa tað allarbesta eins og nýbyrjarar, sum sleppa við, skulu vera verdir tað greidliga herðaklappið, sum Ólavsøkuframsýningin eigur at vera.


Ótrúliga nógvir av framsýnarunum á Ólavsøkuframsýningini eru pedagogar og fólk, ið eru sjálvlærd ella hava gingið á kvøldskúla eitt tíðarskeið og eg ivist onga løtu í, at øll hesi mongu fólkini eru hjartans fegin og helst eisini bilsin yvir at sleppa at sýna fram á tjóðarlistasavninum. Amatørlistin er dynamisk og er hon potenta støðið undir allari list. Samstundis sum vit í alsamt størri mun fáa meira frítíð, veksur frítíðarítrivið og í løtuni eiga vit sostatt rættiliga nógvar amatørar. Eg veit, at tað kann tykjast óneyðuga ljótt at hava at hesum fólkum, sum heilt av sær sjálvum skapa burtur úr ongum og sum á henda hátt gleða teirra familju og umhvørvi og eg trúgvi ikki, at nakar ummælari hevur serligan hug til at skjóta títlingar við kanónum. Men tá framsýningin nú er stýrd av Listafelagi Føroya og er stødd í tjóðarlistasavni okkara, má ummælarin kunna loyva sær at býta rósur og kanónkúlur soleiðis sum hon nú heldur tær eiga at verða býttar. Og lat tað vera staðfest alt fyri eitt og áðrenn forkvinnan í Listafelagi Føroya, ella borgarstjórin ella nakar annar trívur í pennin at koma við rættleiðingum, at eg sjálvandi eri greið yvir, Listafelag Føroya og Listasavn Føroya eru ymiskir stovnar og at Listasavnið sum sjálvsognarstovnur ræður sær sjálvum, tó at hann fær yvir tvær milliónur krónur frá tí almenna á hvørjum ári.



Anniku Hansen hava vit sæð heilt nógv til seinastu árini, hon hevur luttikið á Vár- og Ólavsøkuframsýningum. Hon hevur fýra stóra akrylmyndir við á framsýningini, sum ivaleyst høvdu verið betri, um ikki hon hevði tikið atlit til tað fýrakantaða framsýningartemaið. Hennara myndir taka myndevnisligt støði í globalu upphitingini, sum myndirnar eisini eru bygdar eftir í mótsetninginum millum fast og loysnandi. Popartkenda, slætta úttrykkið verður javnsett einum meira ekspressivum, upploystum myndamáli í bjartlittum myndum, ið minnir um rák innan danska samtíðarlist í myndum hjá eitt nú Jonas Hviid Søndergaard og sum aftur er íblást av týsku málarunum, ið vórðu stórliga fagnaðir í 90árunum (Franz Ackermann, Thomas Scheibitz, Albert Oehlen osfr.). Av framsýningarskránni, ið er framleidd sum eitt fittligt hefti, har kunnað verður um verk og luttakarar, skilst, at Josias Matras er úr Klaksvík og at hann hevur sýnt fram áður á Ólavsøkuframsýningum. Myndir hansara eru eitt sindur gamaldags landslagsmyndir, sum minna um symbolsk-ekspressivu myndirnar hjá Mikines, men tær eru góðar og serliga sólspegilsmyndin er hjartanemandi.



Tøkniliga er Ólavsøkuframsýningin heldur fjølbroyttari enn hon hevur verið. Jón Sonni Jensen gevur við støði í legokubbum eitt áhugavert boð uppá eitt øðrvísi standmyndamál. Av videolistaverkunum er tað serliga "It has to ticle a little" hjá Marionnu Bjørgheim, sum er áhugavert bæði formliga í sínum at kalla grafiska einfeldi, umframt at svarthvíta videoverkið við síni róligu dryppandi ferð og kvikligum filmsloopum kennist sinnisliga ørkymlandi. Verkið hjá Jóhan Martini Christiansen tykist meira ambitiøst og umstendiligt sum tað verður varpað upp á eitt lørift í einum óruddiligum kurpali við einum ljóstóli, sum stendur á nøkrum, ið vísir seg at vera ein innballaður flygil, men hóast bæði henda umstendiliga uppsetingin við tekstum um høgraradikalir sviar umframt hátíðarligi tónleikurin hjá Albinoni geva vónir um eina antin stórsligna ella speiska søgu, lyftir søgan seg ikki av staðnum. Grafikkur er ikki høgt í metum í Føroyum letur tað til, skulu vit trúgva Malan Marnersdóttir í hennara støðulýsing "Fløkt og fjølbroytt. Føroysk myndlist tey seinastu 10 árini" og er hetta stak løgið at lesa, tá tað í grundini er júst innan grafiska øki, vit í hesum árum hava upplivað eina sanna myndlistarliga gulløld við frálíkum úrslitum serliga úr Steinprenti á Skálatrøð, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín og har virksemið hevur verið nógv og gott seinastu mongu árini



Bestu upplivingina á Ólavsøkuframsýningini veitti ungi Havnamaðurin Bárður Dahl Christiansen og hansara gávaðu portrettmyndir, sum hann hevur teknað á pappír og sett saman í ymiskum rammum við ymiskum frámerkjum við frágreiðandi hugtøkum sum Dull, Confused, Rape og Voyeur. Hóast ungur, hevur Bárður Dahl Christiansen longu luttikið á mongum framsýningum, men hetta er so nógv tað besta íkastið, eg havi sæð higartil og hongur tað saman við tøkninum, sum er kúlupennur og tusj á pappír og sum nógv betur enn lørift og máling rakar frískleikan í hansara serstaka, grafittikenda og spontant ráa úttrykki. Ólavsøkuframsýningin verður at síggja í Listasavni Føroya inntil 8.august. Atgongumerkið er ein lutaseðil og kostar 50 krónur.