Friday, August 20, 2010

Kvinnuvika á Listablogginum: Elles@centrepompidou

Í 20.øld gjørdist møguligt hjá kvinnum at luttaka í listafrálæru, at fáa almennan stuðul og at sýna fram teirra verk á framsýningum. Fyri fyrstu ferð í listasøguni byrjaðu listakvinnur at spæla eina ítøkiligan leiklut á listapallinum - tó at tað vóru nógv flestir menn innan listaøkið, antin tað vóru listamenn, kuratorar, professarar ella listasavnsstjórar. Í hesu vikuni fer Listin at seta fokus á kvinnulistina og á hvørja ávirkan, kvinnur hava havt á samtíðarlistina. Vit byrja við eini stuttari reportasju frá aktuellu framsýningini elles@centrepompidou í París. Leygardagin kemur greinin Javnstøðulistin, sum tekur støðu til spurningin um kynskvotering innan listina. Sunnudagin presentera vit tíggju útlendskar listakvinnur, tú eigur at kenna og síðani koma portrett av ymsum føroyskum listakvinnum. At enda verður komið nærri inn á støðuna í Føroyum, har vit m.a. hætta okkum at gera eitt uppskot til eina kanon yvir føroyska kvinnulist.



Elles@centrepompidou

Í 1971 setti listfrøðingurin Linda Nochlin provokerandi spurningin, sum hevur havt týdning fyri stórt sæð alt, ið síðan er skrivað um kvinnulist. Hon spurdi ”Why Have There Been No Great Women Artists?” Í 1983 setti listabólkurin Guerilla girls á sama hátt ein provokerandi spurning, tá hann spurdi: "Do women have to be naked to get into the Metropolitan Museum of Art? Síðan eru aðrir spurningar endurtiknir aftur og aftur: Hví framleiða menn alfevnandi, universala list, meðan kvinnur framleiða privat og persónlig róp. Hví válkar kvinnulist sær í kyni og kroppi? Og ikki minst: Hví eru kvinnur undirumboðaðar á listasøvnum?

Við støði í hesum spurningum hevur størsta savnið fyri modernaða list í Europa skipað framsýningina elles@centrepompidou, sum sýnir verk hjá listakvinnum eftir 1970. elles@centrepompidou er ikke bert tann størsta, men helst eisini tann týdningarmesta framsýningin av kvinnulist, ið yvirhøvur hevur verið. Við meira enn 500 verkum, ið eru spreidd yvir 8000 m2 gevur framsýningin eitt higartil ósæð fjølbroytt innlit í kvinnulist.

Orsakað av ómetaliga stóru nøgdini av verkum hevur savnið valt ikki at hava eina tematiska tilgongd til kvinnulist og í staðin verður framsýningin at síggja sum eitt manifest yvir tann stóra listarliga týdningin, kvinnur hava: "Vit hava júst ikki gjørt eina framsýning um kvinnulist. Vit hava gjørt eina framsýning, ið demonstrerar, at tað ber til at siga alla ta modernaðu listasøguna bert við verkum hjá listakvinnum. Og at listakvinnurnar í sær sjálvum eru umboðandi tey ymisku rákini í listasøguni. Við bert at sýna fram kvinnulist, ætla vit at leggja eina bumbu undir hugsanina um, at kvinnulist er nakað serstakt. Hetta er tvørsøgnin hjá hesi framsýningini" skrivar Camille Morineau, sum er ein teirra, ið hevur kuraterað framsýningina.

Og hetta er ótrúliga væleydnað. elles@centrepompidou er ein fantastisk framsýning, ikki bara av tí, at hon inniheldur ómetaliga nógv góð verk og ikki bara tí hon gevur eitt intelligent og gjøgnumhugsað yvirlit yvir modernaða kvinnulist, men tí hon heilt einfalt gevur innlist í list. Framsýningin gevur eitt innlit í hvat list er og hvør dugur er í list á ein hátt, sum hvørki er pedagogiskur ella lummafilosoferandi. Framsýningin ger meir enn at presentera okkum fyri listasøgu, hon gevur okkum listina á ein hátt, ið ikki er til at misskilja. Fyri tey, sum ikki hava í hyggju at fara til París í næstum, kann eg av fullum hjarta viðmæla katalogið til framsýningina, ið finst bæði á fronskum og enskum og inniheldur greinar eftir 26 høvundar og eina rúgvu av myndum. Katalogið eitur elles@centrepompidou, er 383 síður til longdar og kostar 39.90 euro. ISBN 978-2-84426-429-9 Fleiri myndir og kunning um framsýningina er á

http://www.centrepompidou.fr/Pompidou/Manifs.nsf/0/44638F832F0AFABFC12575290030CF0D?OpenDocument&sessionM=2.2.1&L=2



(IS)