Sunday, August 8, 2010

Nú nærkast…




standmyndir standmyndir standmyndir standmyndir

Í hesum døgum bíða nøkur listafólk so alspent eftir svarbrævi frá listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu. Freistin at senda inn uppskot til uttandura listaverk til nýggju filmleikahøllina FIMI varð longd til 9.august og hesin stóri dagur er longu veruleiki í morgin. Tórshavnar býráð hevur sum kunnugt samtykt at seta hálvtannað prosent av byggikostnaðinum til list, tá nýggir bygninar verða bygdir í kommununi. Henda frálíka samtykt merkir hesa ferð, at heilar 600.000 krónur eru settar av til eitt uttandura listaverk framman fyri fimleikahøllina í Gundadali, so tað eru ikki bert listafólk, sum er spent, men eisini vit øll, sum hava áhuga fyri listini. Spenningurin verður ikki minni spennandi av, at listabólkurin hevur skilað sær rætt til at vísa fram alment innkomnu uppskotini í fjúrtan dagar. Á henda hátt kunnu øll áhugaði sleppa at síggja og kjakast um uppskotini og avgerð listabólksins, sum hervið sýnir modernaðan opinleika og gjøgnumskygnið, sum krevst av einum almennum stovni í dag. Nú vantar bert, at listabólkurin eisini viðgongur, at teimum vantar listfakleika og at ein listakønur persónur verður settur aftrat í listabólkin.



Standmyndin í Gundadali skal vera góð, tí hon verður stødd í almenna býarrúminum har vit øll ferðast dagliga. Sostatt hava standmyndir stóran týdning. Tað, sum eg minnist allarbest frá mínum fyrsta uttanlandstúri, sum var í Keypmannahavn í 1972, vóru umframt vøkru gomlu bygningarnir, tær mongu standmyndirnar, ið prýddu býin. Eg minnist, at mín elskaði heimbýur frá tí løtu, brádliga tóktist mær nakin, tómur og onkursvegna søguleysur. Vit hava síðani fingið eina ørgrynnu av standmyndum, tær flestu góðar, men summar vánaligar eru eisini.


Vit hava sjálvandi øll ymiskan smakk, eisini tá tað kemur til list, men eg haldi at nøkur ting eru umráðandi hjá listabólkinum at hugsa um, nú tey fara at velja vinnarauppskotið og tað fyrsta havi eg longu nevnt.
Spurningurin er hesum viðvíkjandi um ikki listabólkurin í grundini hevur skyldu til at umsita okkara skattapening á skilabesta hátt og tí eigur at fáa ein listarliga serkønan við í listabólkin. Harumframt eigur listabólkurin hava í huga økið, har standmyndin skal vera og hvørjar aðrar standmyndir standa har frammanundan. Listabólkurin eigur umframt at hugsa um góðsku, eisini at tryggja skulpturella fjølbroytnið her í býnum. Enn vita vit ikki hvør hevur sent uppskot inn, men eg vóni fyri fjølbroytni, at onkur útlendsk listafólk eru við í hópinum. Listabólkurin má eisini hugsa um, og altso helst ikki skal síggja út sum hundraðoghálvtrýss ára gamlar standmyndir. Eg veit, at nógvum dámar tað gamalsliga, romantiska standmyndaúttrykkið, sum "sær út sum ein ordilig standmynd" og sum vit hava sæð aðrastaðni úti í heimi. Men hesar grønu bronsustandmyndirnar eru altso gamlar og tað er sera umráðandi, at nýggja standmynd verður eitt samtíðarlistaverk, eitt verk úr okkara egnu tíð, sum megnar at flyta áskoðaran og kanska fær áskoðaran at hugsa ein nýggjan tanka, sum ongantíð er hugsaður fyrr eins og summar av standmyndunum, ið vit vísa her. Vit bíða spentar og fara sjálvandi at fylgja við í málinum her á listablogginum.