Sig tíggju, sig hundrað, nei, sig suss-túsund orð, sum vart tú vertur í eini morgunsending ella bankastjóri ella lögmaður. Og hvat hendir: Einki. Sjálvandi – tað var ongantíð ætlanin heldur. Spyr bara vertin í morgunsendingini, spyr bankastjóran, spyr lögmann (ið líka skjótt ljóðar sum ein ellibrekaður frímerkjasavnari). Men sig so eitt orð í staðin og bara hetta eina orðið og lat tað orðið vera: LIST. Og alt fyri eitt er luftin tjúkk av misljóði, fyri tað kundi tú verið staddur á eini breiðrók niðarlaga í Helviti hjá Dante í Guddómliga Gleðileikinum. Tað hvínir túsundfalt av rennilásum og bíbliur opnast við tungum suffljóðum, ið bera boð um synd og hvussu syndin verður afturlönt við glóðhirdum deyða og gráti og tannagrísli. Upp í hetta hvinið vevst áhaldandi tos av longum, ormkendum fingrum, sum pilka við orðum og hugtökum, men er meinað at skilja tey. Og yvir og undir öllum aldar líkasælan sum eitt upphald á fjöllum av kareokesangi og ítróttarfagnaði.
Sig: LIST. Og sum eitt skot koma faðir og sonur og vilja tykta teg til við sínum marknaðarhalga anda, tampa eyðmýkt inn í tína syndigu sál. Sig: LIST. Og beinanvegin taka liðaleysir mentamálaráðharrar at prædika um, hvussu illa tað ber til at siga, hvat list er. Teir halda um hökuna á sær og hálvblunda: Er list vatn? spyrja teir og um so er: Átti borgarin ikki at fáa hana ókeypis? Ikki var gamalt at krevja gjald fyri vatn í Føroyum. Nei, kanska er list ikki vatn kortini, halda teir. Er hon tá gandur, meðni? Mentamálaráðharrarnir skelva eitt sindur á málinum. Inst í hjarta sínum óttast teir tað. Men er listin gandur, er hon fjölkunna og ikki um at tala, kann hon gera vatn til vín, nei, so má avgald á, siga teir, so má fólk sum bara drekkur tevatn hava eftirlit við henni, tí saktans kann vín vera gott í útlondum, men eisini skaðiligt fyri heilsuna og fyri borgaran, tað er ávísiligt, tað hava teir lisið á donskum - so mikið er vist.
Sig: LIST. Og vóna at tað bert er í svøvni, tú gert tað.
Amen.
Í mentamálaráðnum er listfatanin so forpilkað, at umboðini hjá ráðnum í stýrinum fyri Listasavnið ikki duga at siga um hetta er eitt listaverk ella bara ein bingja.
Hitt føroyska skjaldraveldi