Saturday, August 21, 2010

Ein húkur er ein húkur er ein húkur…



Eg havi líka síðan eg var smágenta elskað Klaksvík. Ikki at eg havi verið har serliga ofta. Men feriurnar hjá mammubeiggja og Mathildu renna fram fyri mær sum smáar glitrandi oasur við herligum anga av nýbakaðum breyði við heimagjørdum rabarbusúltutoyi og ómetaliga stórum og fjálgum blíðskapi yvirhøvur (fyri ikki at tala um bommhandilin í kjallaranum við kramarísi) í hesum bygdabýi, sum var so eksotiskur og so øðrvísi í mun til heimbýin. Síðan hesar eydnuríku barndómsdagar hava bæði Havnin og Klaksvíkin fingið fleiri standmyndir. Tann nýggjasta varð avdúkað í Klaksvík fyrradagin og gav høvið til at fara ein túr norður til Klaksvíkar at forvitnast.

Við størstu virðing fyri línumanninum kann eg taka undir við, at hann væl og virðiliga hevur uppiborið eitt minnismerki júst í Klaksvík, sum er stóri fiskivinnubýurin í Føroyum. Tá tað er sagt, býður mín stóra virðing fyri listini mær at staðfesta tað, sum vit øll duga at síggja, at húkurin í Klaksvík er ein húkur og ikki eitt listaverk.



Staddur har hann er í rundkoyringini beint har tú koyrir inn í Klaksvík, fær húkurin eina serliga tignarliga positión sum symbol fyri býin. Eg eri ikki vís í, at húkurin heilt megnar at liva upp til tignina, sum staðsetingin leggur upp til. Hetta er jú bara ein púra vanligur húkur, sum er vaksin upp til einar seks metrar í hædd við tí fyri eyga at koma í eina metbók og sum eg havi skilt tað er húkurin heldur ikki originalur, tí tað standa aðrir húkar av sama slagi ymstastaðni kring heimin. Men tað ber til at fata húkin sum eitt minnismerki fyri línumannin á sama hátt sum við akkerunum, ið eru sett upp í býum kring heimin til minnis um farnar sjómenn.

Hetta er alt í fínasta lagi og sjálvandi avgera klaksvíkingar sjálvir hvussu teir prýða teirra bý - so leingi sum vit kalla ein spaka fyri ein spaka, ella í hesum førinum ein húk fyri ein húk. Tað er í hesum sambandi undrunarvert at lesa grein hjá leiðaranum av mentanardeildini í Klaksvíkar kommunu, sum í hátíðarligum vendingum skýrir húkin í Klaksvík at vera eitt meistaraverk av eini standmynd. Sum mentanarleiðari mátti Dávur Winther dugað at sæð, at húkurin ikki er nakað listaverk, men ein stórur húkur, sum fyriskiparar av Føroya Sjómannadegi hava tikið stig til og sum Sp/F Skarðhamar V/Jacob Oluf á Lakjuni og Anfinn Isaksen hava greitt úr hondum.

Alt er ikki list og skulu vit føroyingar gera okkum nakrar vónir um at menna okkum mentanarliga og listarliga, er fyrsta stigið, at vit duga og tora at skyna í millum hvat, ið er list og hvat, ið ikki er list. Vit á Listablogginum sóu fleiri listaverk í Klaksvík, sum vit fara at greiða frá í næstum.
(KP)