Konubrot
Meðan Ruth Smith doyði á lutfalsliga ungum árum, var evnaríku Elinborg Lützen (1919-95) longri lív lagað. Hon byrjaði sína listarligu leið sum myndprýðari í sambandi við barnabókina “Í skýmingini”, har hon teknaði nakrar fínar lýsingar til tær ymsu søgurnar. Hesar myndir hava havt stóran týdning fyri fleiri ættarlið av børnum, ið funnu stóra fragd av at síggja hennara myndir í eini annars rættiliga myndafátæksligari tíð. Listamaðurin Tóroddur Poulsen hevur t.d. nevnt myndirnar hjá Elinborg sum dømi um listarligan íblástur. Tað var linoskurðurin, ið av álvara forloysti hennara framúrskarandi listarligu evni. Við júst hesum grafiska tøkni mentist hon til ein sannan meistara og nú er endiliga bók komin út við frálíku myndum hennara, sum í løtuni verða framsýndar á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn http://www.bryggen.dk/default.asp?news=138&Doc=9 Tað er Bárður Jákupsson, ið hevur kuraterað framsýningina og hann hevur eisini skrivað áhugaverda tekstin í framúr vakra kataloginum.
Kvinnulist
Eftir Ólavsøkuframsýningini 2010 at døma stendur sum heild bara væl til í løtuni við javnstøðu innan føroyska list. Av 38 luttakarum vóru 16 menn og 22 kvinnur og tó at verri enn so øll vóru listafólk, kann staðfestast, at nógvar kvinnur eisini fáast við amatørlistina. Kvinnurnar standa somuleiðis sterkar í ymiskum blandingssjangrum millum móta, film, brúkslist og list (Barbara í Gongini, Marmar, Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, Guðrun & Guðrun osfr). Men nøkur av fremstu myndlistafólkunum í føroyska listaumhvørvinum í løtuni eru eisini kvinnur og eru fleiri teirra viðgjørdar her á Listablogginum. Harumframt kann leggjast aftrat, at kvinnur í løtuni sita rættiliga nógva staðni í skipanum, ið hava stóran týdning fyri listina. Í Heystframsýningini er Hansina M. Iversen forkvinna, Jenny Petersen er leiðari á tjóðpallinum, Malan Marnersdóttir er forkvinna í Listafelagnum, eins og mentamálaráðharrin, Helena Dam á Neystabø, ikki at forgloyma, er kvinna og tað eru vit á listablogginum í allari beskeðinheit altso eisini.
Tóvirki
Í sjeytiárunum síggjast nøkur dømi uppá tað, ið heldur niðurlátandi verður nevnt “kvinnulist” og tað er eyðsýniliga list, sum snýr seg um serlig kvinnulig viðurskifti, um kvinnukynið og um kvinnuligan sexualitet. Stílurin er at sammeta við sonevnda fólkalist, kollveltingarlist ella politiskt monumentalmálarí, har boðskapurin ofta er ógvuliga kontantur. Hesar myndirnar eru fullar av súmbolum, t.d. stingur kvinnumerkið, ella kvinnunevin seg fram her og har í myndunum. Nógvar av hesum myndunum eru seymaðar, applikeraðar ella vevaðar. Og kanska er tað tí, at tað meira snúi seg um boðskap enn um listarligt innihald og góðsku, at tekstil-listin síðani fekk ringt orð á seg og tað er spell, tí nakrar listakvinnur eru, ið skapa serstakliga áhugaverda tekstil-list.
Eitt nú keypti Listasavnið fyri nøkrum árum síðani verkið Pætursnót hjá Titu Vinther, sum er eitt frálíka fleirtýtt, symbolskt listaverk úr tóvirki, ið m.a. er framleitt burtur úr mannahári. Eisini hava summi ung listafólk nýtt tekstil í øðrvísi verkum sum t.d. Marianna Bjørgheim, ið á sera áhugaverdan hátt endurnýggjar og sipar til føroyska hevd í broderaðu myndunum á Várframsýningini seinasta ár.
Sansaligar ovursjónir
Sum áður nevnt eru kvinnurnar veruliga farnar at taka seg fram innan myndlistina í Føroyum. Hyggja vit t.d. at tí yngra ættarliðnum, eru nøkur av teimum mest spennandi listafólkunum konufólk og tað sama er galdandi fyri miðættarliðið. Her er Hansina M. Iversen ein av frontkvinnunum, hvørs nonfigurativu myndir ørkymlaðu føroyskir listaáskoðarar í nítiárunum, men sum nú hava fingið alsamt fleiri viðhaldsfólk. Vit hava verið von við, at myndlistin onkursvegna ímyndar ella umboðar okkara umhvørvi og tí tóktist tað helst løgið at standa framman fyri myndum, ið ikki umboða annað enn seg sjálva. Myndirnar hjá Hansinu mennast alla tíðina og broytast. Hon luttekur javnan á framsýningunum, sum Heystframsýningin hevur í Listahøllini á Skipasmiðjuni og hon var eisini við á frálíku framsýningini "Býarløg" í Müllers Pakkhúsi (2009), har myndir hennara hingu sum sansaligar ovursjónur á endavegginum. Myndirnar hjá Hansinu eru enn nonfigurativar við rundleittum formum og listakvinnan arbeiðir enn við rúmdini, ið gerst alsamt meira víðkað og samansett. Men í mun til áður tykjast nýggju myndirnar hesa ferð meira slættar við denti á flatanum. Litirnir eru gløðandi heitir, myrkabrúnt við einum næstan ósjónligum bláum farra, ið svalir og javnvigar í mun til tann appilsingula og reyða litin vinstrumegin í myndini. Í miðgrundini liggur ein heitur sóljugulur, rundleittur formur á skák í spenta myndarúminum, ið sýnist vera á tambi sum beint áðrenn eina spreinging av onkrum slag.
Mynd hjá Hansinu Iversen
Altjóða støði
Í Norðurlandahúsinum fyrrakvøldið (25.august) helt listakvinnan Rannva Kunoy ein ómetaliga áhugaverdan fyrilestur, har hon vísti ymsar myndir, meðan hon greiddi frá sínum listarliga undirstøðið frá Picasso, Willem de Kooning, Andy Warhol, Christopher Wool osfr. Rannva Kunoy er ein av okkara allarbestu listakvinnum, sum í løtuni er í ferð við at skapa sær eina altjóða karrieru innan listina. Hon hevur sýnt fram sínar myndir í Norðurlandahúsinum í alt summar og nú sunnudagin verður framsýningin tikin niður. Nógv kjak hevur verið í kjalarvørrinum á hesi framsýning, sum er eins øðrvísi og slóðbrótandi og tann fyrsta serframsýningin, sum Rannva hevði í Listasavninum sum bert 23 ára gomul.
Innan heimslistina hevur málningurin sum kunnugt verið deyðadømdur fleiri ferðir. Men hóast minimalisma, installatiónslist, bad painting og hvat tað eitur alt, eru heiti á myndlistarákum, ið onkursvegna hava verið tekin um myndakreppu, er myndin í dag eins livandi partur av myndlistini sum nakrantíð. Hetta kunnu vit í øllum førum vissa okkum um á framsýningini hjá Rannva Kunoy, samstundis sum vit kunnu ásanna, at myndlistin als ikki hevur staðið í stað í teirri konseptlistarligu menningini. Samtíðarlistin er sum heild vorðin heldur torfør at fata, tí hon er kontekstuell, tá hon relaterar, kjakast og finnst at samstundis sum hon er tung av týdningum innan sera ymisk øki, antin tað er politiskt, sosialt, lingvistiskt, filosofiskt, semiotiskt ella okkurt heilt annað. Í amerikanskari fagurfrøði hevur ljóðað: What you see is what you get, men nú er í mongum føri beint tvørturímóti. Um tú t.d. hyggur eina løtu at einari av myndunum hjá Rannva Kunoy sært tú tað, sum tú ikki sást fyri løtu síðan eins og tú kanska sært tað, tú í grundini ikki sært, meðan tú møguliga ikki ert vís í, at tú sært tað, sum tú í veruleikanum sær. Men tað krevjast ikki serligir førleikar til tess at kunna uppliva hesar myndirnar og listakvinnan bjóðar eisini áskoðaranum at vera vælkomin til at møta hennara myndum við teirra egnu upplivingum: ”Tað, sum áskoðararnir bera við sær í teirra tulking av myndunum, er eins umráðandi sum tað, eg geri við løriftið”. Og tað er veruliga ein sannroynd, at myndirnar broytast, gevur tú teimum gætur eina løtu. Sum skýggjkendar formatiónir spreiðast og savnast tær í huga áskoðarans til alskyns myndevni; ein kanin, ein kona og eitt høvd umbroytast meðan tú hyggur og brádliga hómar tú eisini í summum myndum bókstavir og brot av orðum, ið daga fram úr myndarúminum.
Frá framsýningini í Norðurlandahúsinum
Ein av stóru linoleumsskurðunum hjá Halldis Poulsen
Listarliga eru vit í løtuni á ein hátt stødd í eini gulløld soleiðis at skilja, at vit ongantíð áður hava havt so nógv dugnalig, útbúgvin føroysk listafólk. Hetta er ikki minst listakvinnunum fyri at takka og eg havi verri enn so nevnt tær allar. Aðrastaðni á Listablogginum stendur ummæli skrivað um "INNRÁS" og av "Under & Under", har eg m.a rósi listakvinnunum, Halldis Olsen og Silju Strøm, ið tó at tær eru ungar, longu sýna ein serstakliga búnan hugburð í teirra listarliga úttrykki, sum gevur sera góðar vónir fyri framtíðina.
Dygd
Í nógvum listasøvnum kring heimin eru lutfalsliga fáar listakvinnur umboðaðar í mun til listamenninar og soleiðis er støðan helst eisini, um vit hyggja at Listasavninum. Støðan speglar sjálvsagt samfelagsstøðuna, har menninir serliga fyrrr í tíðini í størri mun hava dugað at tikið sær tíð og pláss til listina í mun til kvinnurnar, ið hava tikið sær av heiminum. Henda sannroynd nervar meg ikki tað minsta og eg haldi i grundini, at vit eru komin alt ov langt til yvirhøvur at umhugsa kynskvotering innan listina. Kvinnurnar eru ivaleysa sterkar til at klára seg uttan tílíka eyðmýking. Á Listasavninum skal tað ikki snúgva seg um hvat kyn listafólkini eru, ella hvørja trúgv og politiska hugsan listafólkini hava. Tað skal heldur ikki snúgva seg um støðu listafólksins í listastríðnum. Í grundini skal tað ikki snúgva seg um nakað sum helst annað enn um dygdarlist.
(KP)
Mynd hjá Silju Strøm