Randi Ward
Norræna Húsið í Reykjavík 31. juli -21. august, 2010.
Leygardagin 31. juli 2010 letur Norræna Húsið í Reykjavík upp fotoframsýningina
"bygdarlívið" eftir Randi Ward, sum síðsta ár hevði nakrar áhugaverdar fotomyndir við á Ólavsøkuframsýningini av rustaðum tekjum og slitnum hurðum, ið góvu eina øðrvísi mynd av bygdarlívinum enn vit eru von við og tað vóru júst hesar myndirnar, ið góvu Randi Ward hugskotið til at gera eina fotoframsýning, ið nú verður framsýnd í Reykjavík. Randi Ward er fødd í West Virginia í USA í 1982, men hon hevur búð í Føroyum, har hon nam MA í mentanarvísindum á Fróðskaparsetri Føroya í 2007. Sama ár gav hon út eina bók við yrkingum og fotomyndum. Listin hevur móttikið tíðindaskriv um framsýningina:
ímóti tí romantisku umrøðuni, sum er vanlig hjá fólki, tá ið tey lýsa Føroyar og føroysku bygdirnar – t.e. sum ævintýrakend støð, har ið tíðin stendur still, og øll liva í samljóði í utopiskum fjarskotni.
Fotoframsýningin varir til 21. august.
http://www.randiward.com/
http://www.nordice.is/norraena-husid/frettir/nr/553