Wednesday, August 25, 2010

Listin í Klaksvík

Norðoyartunnilin Fípan Fagra-Spaniastova


Vit á listablogginum vóru okkum eitt rend í Klaksvík nú á Sjómannadegnum og nýttu har høvið at fáa okkum nakrar listarliga upplivingar, umframt at vit skoðaðu tann berømta húkin, sum undirritaða skrivaði um í einum bloggi, sum eisini til okkara stóru undran er vorðin nokkso víðagitin av at vera endurgivin orðarætt víða hvar, m.a. sum ein heldur lættkeyptur høvuðstáttur í eini tíðindasending í útvarpinum.

Nógv listafólk í Klaksvík

Nógv eru listafólkini úr Klaksvík og úr Norðoyggjum og eru tey nevnd, eru tey kend; Jógvan Waagstein, Elinborg Lützen, Hans Hansen, Fridtjof Joensen, Hans Jákup Glerfoss, Frida Zachariassen, Amariel Norðoy, Olivur við Neyst, Arnold Vegghamar, Edward Fuglø, Hanni Bjartalíð og Unn Joensen fyri bert at tríva í rúgvuna av góðum, kendum listafólkanøvnum hiðani, ið undirritaða mangan hevur upplivað í Listasavninum og aðrastaðni. Og tó, at vit Sjómannadagin ikki upplivdu tað nógva av verkum hjá lokalum listafólkum, uttan onkur hissini áhugaverk, var nógv spennandi at síggja av list á Klaksvíksleiðini.




Náttúruíblást ljóslist

Listaupplivingarnar byrja longu í Norðoyatunlinum við serstaka ljóslistaverkinum hjá Tróndi Patursson, ið merkiliga væl rakar seymin á høvdið í mun til hansara eyðkenda litaval. Sum Inger Smærup Sørensen lýsir verkið í einum bóklingi, snýr tað seg um "sjálva megina í grótinum, um intensitetin í ljósinum og um havsins dýpd. Verkið snýr seg um náttúrunar innasta lyndi og um endaloysið í náttúruni, sum hevur so sterka atdráttarmegi samstundis, sum tað sýnist ørkymlandi og ófatiligt. Tróndur Patursson ber fram tað ófatiliga og ger, sum hann sjálvur sigur, tað ósjónliga sjónligt. hann skapar myndir í steini og ljósi, ið á sama hátt sum náttúran, ikki hava mørk, byrjan ella enda. Hann speglar náttúrunar markloysi, ikki við naturalistiskari endurgerð, men sum kenslur ella ein náttúrunar úrdrátt. Hetta verkið hjá Tróndi Patursson er so mikið tætt knýtt at náttúruni, at tað næstan fer út um mark til at kunna rópast list. Samstundis er tað sjálvandi ikki náttúra, men list, tó at tað er íblást av náttúruupplivingini og á løgnan hátt er eitt við tað sublima og stórsligna, ið merkir náttúruna…".



Fípan Fagra

Á veg gjøgnum býin gjørdust vit varugar við fleiri standmyndir, harav tann mest áhugaverda av teimum, vit sóu ella bert hómaðu í oysregninum, var monumentala standmyndin hjá Hans Paula Olsen, Fípan Fagra. Eg ørminnist okkurt kjak í sambandi við, at standmyndin varð reist fyri tveimum árum síðan og kann væl ímynda mær, at hon hevur verið ein skelkur fyri mong, tá hon kom, av tí einføldu orsøk, at hon er so øgiliga stór í vavi sum hon er. Men soleiðis sum Fípan Fagra er plaserað við Eik Banka og Gamla Kirkjugarð í Klaksvík, riggar hon sera væl í býarrúminum. Monumentala verkið ímyndar eitt nakið kvinnuskap, ið tykist kílað á skák inn millum tveir veldugar klettar. Vit kenna stílin hjá Hans Paula Olsen aftur eins og myndevnið av menniskjanum í náttúruni má sigast at vera rættiliga klassiskt. Vit hava sanniliga upplivað evnið áður í føroyskari list, men síggja tað her við eini originalari formligari skáking, har sipað verður til stórsligna og fjallprúða umhvørvið í Klaksvík. Fípan Fagra hjá Hans Paula Olsen er ein sera væl eydnað og áhugaverd standmynd, ið heilt víst gevur hug at vitja aftur til Klaksvíkar fyri at enduruppliva listaverkið.






Undurfull framsýning

Leikalund er eitt undurfulla autentiskt stað, ið minnir eitt sindur um gamla bókhandil í Havn, áðrenn hann tíverri varð moderniseraður. Her er bóka- og fløguhandil, eins og ymiskt av mentanarligum virksemi gongur fyri seg í hugnaligu, gomlu hølunum, m.a. eru listaaframsýningar ofta at síggja í Leikalund. Í sama bygningi, í Spaniastovu er í løtuni framsýning við teimum báðum Sam Derounian og Silju Strøm, sum tó at hon er lítil í vavi við sera fáum verkum, er tess størri í dygd. Heitið á framsýningini er UNDER & UNDER og sipar sambært tíðindaskrivinum til rútmuna í aldubrotunum ella hvussu hugsan og minni støðugt vendast í huganum og dulvitinum. Unga listaparið, Silja og Sam eru javngomul, tey eru bæði fødd í 1987 og hava tey gjørt eina undurfulla framsýning, sum eftir øllum at døma er sædd av sera fáum og tað er stórt spell. Vit báðar á Listablogginum vóru púra einsamallar á framsýningini og tað tykist ógvuliga løgið við tað, at vit vóru har rættiliga leingi og at hetta var longu dagin eftir upplatingina.



Mótsetningmerktar myndir

Sam Derounian hevur gjørt eina áhugaverda, mótsetningsmerkta triptykon "Hotel (eftir Piranesi)", sum bæði peikar aftur og fram í tíð og sum heild gevur nógvar assosiatiónir til og hugsanir um tíð. Myndirnar eru kámar, svartar og hvítar við gulnaðum litfarnum yvirbrá sum kundu tær verið slitnar av tíðarinnar tonn. Samstundis tykjast myndirnar viðgjørdar ella settar saman á ein hátt, sum í stóran mun ber brá av nútíð. Tað snýr seg um portrettmyndir av eini smágentu og eina brotamynd av einum bygningi. Á portrettmyndunum sveima dramatiskir fuglar á myndaflatanum, meðan listamaðurin eyðsýniliga hevur spreyað oman á myndina av bygninginum og hetta grafittikenda krutlið kennist ógvuliga øðrvísi og spontant í mun til ta gjøgnumhugsaðu og stýrdu heildina. Sum heild tykjast verkini hjá Sam Derounian ikki serliga opinskárað, men leggja heldur upp til, at áskoðarin fer grundandi út aftur úr framsýningarhølunum. Um tað so er heitið, so er tað eisini fleirtýtt og kann sipa bæði til listamannin Piranesi, sum í 18.øld lýsti Rom í skuggafylltum býarlýsingum og til nútíðarhotellið Hotel Piranesi, ið liggur í Rom.




Framgongd

Ikki kann sigast, at unga Vestmannadaman, Silja Strøm hevur sovið á laurberunum, síðan hon fekk Gávugóðs Torvalds av Steinum í februar í ár. Saman við øðrum evnaríkum ungum føroyingum sýnir Silja fram í Müllers Pakkhúsi á framsýningini "INNRÁS" og samstundis hevur hon altso hesa framsýningina saman við Sam í Klaksvík. Silja Strøm er ein av bjartast lýsandi stjørnunum á føroyska listahimmalinum í løtuni, tó at hon bara er 23 ára gomul.



Hetta er fimtu ella sættu ferð, eg síggi verk hjá Silju Strøm á framsýning og tað er satt at siga imponerandi hvussu hon tekur seg fram fyri hvørja ferð og hvussu hon spakuliga gerst alt meira djørv og sjálvstøðug. Hennara myndir eru smáar og hava ein intiman dám, ið hevur við sær, at tú fært hug at nærkast teimum at forvitnast. Flestu myndirnar eru eitt slag av huglagsmettaðum portrettmyndum og er hetta galdandi bæði fyri myndirnar hjá Silju Strøm og fyri myndirnar, ið hon og Sam Derounian hava gjørt í felag. Myndirnar tykjast á sama hátt og tær hjá Sam afturtráandi og geva hugasamband til eina farna tíð. Serliga áhugaverdar eru tvær smáar myndir, ið eru málaðar á eina gamla bókapermu, ið báðar lýsa tveir hybridar skapningar, sum eg haldi meg kenna aftur frá hangandi listaverkinum hjá Silju í trappugongdini í Müllers Pakkhúsi. Tó at teir hava djórahøvur, er okkurt ovurhonds menniskjaligt og inniligt yvir teimum kynsligu skapningunum, ið um somu tíð sýnast rørandi og andstyggiligir. Framsýningin í Spaniastovu heldur áfram til 3.september.
(KP)