Sunday, August 15, 2010

Tey ungu stillu



Tey ungu stillu

Tó at góðskan er misjøvn, er framsýningin INNRÁS í Müllers Pakkhúsi í Havn sum heild eitt gott boð uppá eitt nýtt ættarlið í føroyskari myndlist, sum als ongan áhuga hevur fyri at fanga okkara dramatiska landslag í kolandi ódn í stórbærum ekspressivum málningum. Í staðin tekna tey seg sjálvi, onnur fólk og aðrar verur í monokromum, overestetiseraðum lýsingum. Tekningarnar eru vakrar, neyvar og onkursvegna ógvuliga spakførar. Her er einki órudd, ljót, óskiljandi verk, ørligar installatiónir. Tey ungu, ið halda seg til nydeliga monteraðar myndir, eru alt annað enn vill. Hesi listafólkini eru ung og still.






Ikki nóg væl málað

Tað er møguligt, at málningar eru verri at fáast við, enn grafisk tøkni. Í øllum førum er dygdin á málningunum á framsýningini heldur lakari enn restin og hetta er galdandi fyri bæði Jóannes Lamhauge (f.1985), sum sýnir fýra figurativar akrylmálningar og Jens Dam Ziska (f.1982), ið hevur 8 smáar akrylmyndir við. Á einum pappírsarkið við síðuna av myndunum hjá Jóannesi stendur, at ein ókend deyð listakvinna eigur byrjanina til myndirnar, sum Jóannes hevur málað víðari á. Hugleiðingarnar um upprunan til verkini eru spennandi, men hjálpa ikki uppá, at myndirnar ikki eru nóg væl málaðar. Tær hanga rættiliga væl uppi á balkongini, har tær síggjast úr neðra av tí, at glas er komið í staðin fyri tað dominerandi rimaverkið, ið plagdi at vera fyri balkongina. Býráðið hevur somuleiðis málað tær mongu træhurðarnar hvítar og alt hetta hevur bøtt munandi um Müllers Pakkhús sum framsýningarhøli. Smáu einføldu innanhýsismyndirnar hjá Jens Dam Ziska eru dugnaliga gjørdar, men minna allíkavæl ov nógv um eina væl eydnaða skúlaverkætlan. Tær høvdu møguliga staðið seg betur uttan ta tungu gráu passpartoutinnrammingina.




Fram kemur hann ið hóvliga fer

Annars merkir stillføri als ikki tað sama sum, at eingin dugur er ella dirvi er í ungu listafólkunum. Kvirran kann sum kunnugt hava óstilla grund og tey flestu av hesum ungu eru bæði evnarík og djørv. Tó at bæði tøkni og myndamál hjá Halldis Olsen (f.1983) á ein hátt tykjast merkiliga gamalslig, hava hennara myndir sín heilt egna hugtakandi myrka tóna. Hon sker í linoleum realistiskar lýsingar av djórum, sum at síggja til eru púra vandaleysar. Men hyggur tú eina løtu, eru djórini altíð onkursvegna avskeplaði, ella abstraheraði á ein heldur óhugnaligan, næstan marrukendan hátt. Um vit samanbera Halldis við stóra meistaran innan linoleumsskurð, yðja myndirnar hjá Elinborg Lützen við staklutum, ið verða skoðaðir útífrá við eini ávísari fjarstøðu. Myndirnar hjá Halldis eru nógv einfaldari við fáum ella bert einum figuri á myndini, ið líkasum stingur seg hóttandi út úr klaustrofobiska myndarúminum fram móti áskoðaranum. Tú kennir teg rakta og rørda av myndunum hjá Halldis Olsen, sum veruliga er ein av sterku profilunum á ungdómsframsýningini.




At arbeiða í móti sær sjálvum

Heiðrik á Heygum (1983) er somuleiðis evnaríkur fjøllistamaður, ið er tann av listafólkunum, ið hevur fingið mest pláss á framsýningini við eini vakrari uppheinging. Stóru tekningarnar sýnast allar sera ljósar av tí, at bakgrundin er ólitað pappír, sum tekningarnar eru teknaðar á við svartari tusj. Á summum av myndunum eru reyðir, gjøgnumskygdir blettir, ið eisini eru brúktir sum myndaliðir í eitt nú andlitsmyndini á mammuni.


Avmarkaða litavalið gevur saman við poserandi stílinum eitt heldur slætt og cool úttrykk. Sum tað ofta er við ungum listafólkum, haldi eg, at tær myndirnar eydnast best, har listafólkið gongur í móti sínum egna lyndi, har Heiðrik á Heygum t.d. loyvir sær at vera minni cool og meira psykologiskur sum í portrettmyndini av Brynjolfi (Skýggj) og heilportrettinum av mammuni, ið um somu tíð tykist stórsligin monumentalt og eymliga kensluborið júst soleiðis sum ein góð móðirlýsing skal vera. Sjálvsmyndin við barnavogni er dynamisk og góð, eins og herliga, surrealistiska sjálvsmyndin, ið hongur undir trappuni..



Undirtónar

Yvirhøvur er økið við trappuna ein sera áhugaverdur partur av framsýningini, tí har hanga eisini trý fantastisk órógv, sum Silja Strøm (f.1987) hevur gjørt. Tað er kanska serliga tað mittasta av hesum mobilunum, sum á hugtakandi hátt rakar við kjarnina í listaheiminum hjá Silju og fær seksualeksistentiellu undirtónarnir, ið hómast í fleiri av hennara verkum, til klingandi yvirtónar.


Men verkini, sum Silja hevur við á framsýningini, eru øll dygdargóð og hvítu rammurnar hóska sera væl til hennara fínliga, viðkvæma myndamál. Hóast Silja Strøm við sínum 23 árum er yngsti luttakari í INNRÁS, tykist hon listarliga meira búgvin og miðvís enn hini, men hon hevur eisini gjørt sær nógvar royndir árini hon hevur gingið á Glasgow School of Arts. Hennara myndir eru ljósar og sum hjá Heiðriki er talan fyri tað mesta um tekningar á pappír, sum Silja varierar við kollasju og akvarel, umframt at hon eisini hevur tveir smáar málningar við í INNRÁS. Skal Silja arbeiða móti sínum lyndi, skal hon arbeiða upp í móti tí pena, men tað haldi eg eisini, at dugnaliga listakvinnan í alsamt størri mun er farin at gera, tí hennara myndir tykjast alsamt meira skarpar.


Tann størra av myndunum við felagsheitinum "Menagerie" er t.d. eitt sindur villari við smáum útkliptum køkum stroyddum um myndaflatan og er hon hugtakandi dømi um tað mystiska huglagið í myndunum hjá Silju Strøm. Teknihátturin er við neyvu skuggunum eitt sindur renesansukendur, samstundis sum hanner mótakendur. Rættiliga frammaliga í myndarúminum í vinstra parti av myndini síggja vit fýra ungar kvinnur, ið allar tykjast posera hvør í sínum lagi uttan tað nógva samskifti sínamillum. Uppiyvir og høgrumegin síggja vit eina rúgvu av fuglum og so nakrar hybridar, kvinnur við fuglahøvdi. Bæði kvinnur og hybridar eru pyntaðar í stuttum niðurdeili, høghælaðar skógvar og tykjast yvirhøvur sera femininar. Av tí, at verurnar ikki hava nakra serliga interaktión, tykjast myndirnar sera stillar, næstan frystar, meðan vit ovaliga uppliva action í lýsingini av náttúrunar miskunnarloysi.Tað er okkurt ævintýr- ella fábulkent yvir hesum myndaheimi, ið ikki er ólíkur myndunum hjá yngri donskum listakvinnum sum t.d. Katrine Raben Davidsen, Lise Blomberg Andersen og Julie Nord, ið eisini tekna ævintýrkendar myndir við psykiskum undirtónum.




Tó at innrásin hjá teimum ungu listafólkunum er óvápnað og serstakliga friðarlig, er INNRÁS samanumtikið ein væleydnað framsýning, ið gevur vónir um eina ljósa framtíð fyri føroyska list. Nú er bert at vóna, at listafólkini, sum øll búgva uttanlands, koma heimaftur eftir lokna útbúgving og royndir. Framsýningin er opin til og við 28.august hvønn dag frá klokkan 16.00 til 20.00.

(KP)