Thursday, August 26, 2010

Føroyskar myndlistakvinnur, fyrri partur


Konubrot

Konubrot er grein í tveimum pørtum, sum upprunaliga stóð í Dimmalætting, men sum nú er dagførd til Listabloggin. Greinin er skrivað í sambandi við fyrilestur, sum undirritaða einaferð helt fyri Tórshavnar Kvinnufelagi:

Tá forkvinnan í Kvinnufelagnum ringdi og spurdi um undirritaða hevði hug at halda fyrilestur í Mettustovu altjóða kvinnudagin, játtaði eg beinanvegin glað og fró samstundis sum ein feril av fjáltri tók at gera um seg. Evnið skuldi onkursvegna snúgva seg um myndlist og tað tóktist so sera upplagt til høvið at greiða frá um kvinnur og myndlist í Føroyum. Fjálturin kom ikki bert av, at undirritaða ongantíð áður hevur sett síni bein í kvinnufelagnum... Áðrenn hornið varð lagt á, kom eisini til hugs, at eg ongantíð áður hevði viðgjørt listasøguna úr júst hesum sjónarhorninum...

Fyrst mátti grundast yvir orsøkina til, at undirritaða, sum altso sjálv er konufólk, ongantíð tilvitað og skipað hevur hugt at føroysku listini við feministiskum eygum. Hví ikki tað? Kann orsøkin hava nakað við tað at gera, at eg var partur av einum lutfalsliga flegmatiskum ættarliði, ið vaks upp í 70´unum (ikki tí progressiva partisanturriklæðapartinum av sjeytiárunum við, men í tí meiri tannleysa obladi oblada-partinum). Vit myndaðu okkara meiningar í 80´unum, tá Ewing- og seinni Carringtonfamiljan løgdu heimligu gøturnar tómar. Tað var tá ALT snúi seg um at eiga og brúka pengar, samstundis sum einki tóktist haldbart hjá okkum ungu, av tí at vit óavvitandi gingu út frá, at heimurin fór at ganga undir í kjarnorkukríggi sum úrslit av eirindaleysu vápnadubbingini. Fyribrigdið “overkill” virkaði fullkomiliga lemjandi, hetta at heimsins samlaða vápnamegi var so stór, at har var nóg mikið til at leggja heimin í oyði ikki bert eina ferð, men fleiri ferðir. Hóast tað kanska ikki var nakað, tú hugsaði soleiðis tilvitað um hvønn dag, var tankin har onkrastaðni, at antin ein ella hin parturin fór at trýsta á tiltikna knøttin, sum útloysti tað altoyðandi kríggi. Tað vóru nøkur heilt fá okkara millum, ið royndu at mótmæla aktivt við t.d. at luttaka á friðarfundum osfr. Hetta vóru ikki sjáldan tey við foreldrum, ið vóru væl fyri og høvdu lisið niðri í seksti- ella sjeytiárunum og sum vóru tilvitað um solidaritet og týdningin av at standa saman. Vit onnur vóru helst meira áhugað í at forbrúka sum mest, áðrenn heimurin gekk undir. Genturnar keyptu simili- og plastikkprýði, kjólar við øgiligum herðapútum og jakkar við ikki minni øgiligum herðapútum, so at vit tilsamans vóru nakað væl herðabreiðari enn dreingirnir, ið hinvegin høvdu strípað sær hárið og pastellittir klædningar sum tann hjá Don Jonson í Miami Vice. Menninir vóru femininir og kvinnur maskulinar og fyri okkum var onki at berjast um og so vóru violettar blæur og kvinnufrígering snøgt sagt ytt, gamaldags og liðugt.


Kvinniligir vegarar

Mangt bendir á, at tað vóru tvey konufólk, ið gjørdu sítt til, at okkara fyrstu málarar fóru í gongd og hetta vóru enntá tvey útlendsk konufólk. Her verður sipað til ávikavíst Elisabeth Talyor (1856-1932), ið var amerikanskur málari og ævintýrari, sum vitjaði í Føroyum fleiri ár á rað og vinkonu hennara, donsku prestakonuna á Viðareiði, Floru Heilmann (1872-1944). Tær málaðu báðar og vit vita, at Taylor kom í samband við og fekk týdning fyri Mikkjal á Ryggi og Niels Kruuse, ið báðir hava sín serliga leiklut í okkara byrjandi listasøgu.




Eisini var fyrsti føroyingur við hægri myndlistarligari útbúgving ein kvinna. Men hóast Bergithe Johannesen (1905-1995) úr Vestmanna fekk holla útbúgving bæði í Onglandi og Danmark, gjørdist hon ikki professionelt myndlistafólk, men starvaðist sum postalínsmálari og fekst bert við listina við síðuna av, tá hon hevði tíð. Sum kunnugt var listamaðurin Sámal Joensen-Mikines fyrsti føroyingur, ið arbeiddi professionelt við listini, men áðrenn long tíð var gingin, var eitt ættarlið av føroyskum listafólkum farið at útbúgva seg niðri og hóast bert tvey av teimum vóru kvinnur, vóru hesar báðar ikki so at seta eftir.



Ruth

Á tí fyrstu føroysku listaframsýningini, ið var hildin í starvsstovuni hjá Janusi Kamban í Nørrebrogade í Keypmannahavn luttók Janus sjálvur, Mikines, Ruth Smith, Elinborg Lützen, Gudmund Hentze og Ingolf á Kamarinum. Tvs. at ein triðingur av framsýnarunum vóru kvinnur og tað er ikki einki. Í dag luttaka fleiri kvinnur enn menn bæði á Váframsýningini og Ólavsøkuframsýningini. Men umstøðurnar eru eyðvitað so ómetaliga nógv broyttar síðani Listafelagið skipaði fyri tí fyrstu Ólavsøkuframsýningini í 1948. Tá var tað ikki lætt at fáa til vega listaverk at fylla eina heila framsýning. Listafólkini vóru fá og sjálvsálitið var ikki eins gott og í dag, har nærum annarhvør heldur seg vera ella vil vera listafólk.




William Heinesen hevur greitt frá hvussu ringt tað var at fáa tilfar frá Ruth Smith (1913-1958), ið var heilt óvanliga sjálvatfinningarsom og sum altíð ivaðist í um hennara myndir vóru nóg góðar. Hjá Ruth Smith snúi listin seg fyrst og fremst um at eygleiða. Hon málaði sítt umhvørvi, hús og haga, bygdamyndir, kyrrlutamyndir osfr. Listasavnið eigur framúrskarandi myndina “Skálabeiti” 1948, har Ruth eymliga lýsir eitt bygdalag. Myndin er øðrvísi enn fleirtalið av teimum mongu myndunum við sama myndevni. Málihátturin er impressionistiskur, tað snýr seg um at skráseta myndevnið og serliga ljósárinið við løttum, ymisklittum pensilsstrokum. Leggið til merkis roykin úr tí aftasta húsinum. Eingin ivi er um, at Ruth Smith hevði áhuga fyri fronsku impressionistunum og at Paul Cézanne man hava havt eitt heilt serligt pláss í hennara hjarta. Tað síggja vit á mátanum, hon hevur bygt myndflatan upp í fasettir og fýrkantar. Tað er tó ikki tað tað formella árini, málihátturin osfr. ið er hugtakandi og øðrvísi við hesi myndini. Hon tykist fyri tað fyrsta ótrúliga innilig og í staðin fyri at greiða frá ódn og stórbærari náttúru, tykist henda myndin á stillisligan hátt viðgera tað, sum fyriferst inni í húsunum. Myndin er soleiðis uppbygd, at eygað verður drigið móti tí aftasta húsinum, har tað rýkur. Heilt av sær sjálvum fært tú hugasamband til húsarhald og heimið.


Tað, sum Ruth Smith gjørdi sær ómak við var at skráseta, ella at brúka eyguni væl og virðiliga. Hetta hevði lærari hennara, hin gitni Axel Jørgensen, lagt henni eina við og hetta mann eisini vera ein orsøk til, at hon so ofta hevur málað seg sjálva. Tí Ruth Smith var ikki á nakran hátt sjálvglað ella sjálvsdyrkandi. Tað er í sjálvsmyndunum frá 50´unum, at vit veruliga varnast tann heilt serliga intensitetin í myndum hennara. Hesar myndir eru fullfíggjað, koloristisk meistaraverk, ið eru merkt av sera nágreiniligum innliti í viðurskifti, sum hava við litir og andstøðulitir at gera. Men tað er jú ikki bert tað ytra, ið ávirkar áskoðaran. Sakligu lýsingarnar eru eisini merktar av einum ekspressivum úttrykki, ið gevur hugasamband til Edvard Munch og hansara credo, um at dissikera menniskjasálina á løriftinum. Ruth Smith hevur gjørt sær serligan ómak við eygunum, sum ikki av tilvild verða nevnd spegil sálarinnar, tí tað kennist eins og at hyggja inn í sjálva sálina á listakvinnuni, tá tú hyggur inn í hesu eyguni. Skjótu, óstillu penslastrokin fáa myndflatan til at skelva av lívi. Listakvinnan hevur lýst seg sjálva ikki við sjálvgleði, men við rannsakandi, atfinningarsomum eygum. Sjálvportrettið, ið er málað oman á eina landslagsskitsu, sum er at síggja í Ruth Smith Savninum í Vági, er einki minni enn fantastiskt. Ruth Smith er sjálvskrivað á okkara kanonlista yvir týdningarmestu føroysku listakvinnurnar, sum vit almannakunngera her á listablogginum í næstum.

(KP)