Thursday, August 12, 2010

Innrás – Heiðrik á Heygum

Í morgin klokkan 16 letur framsýningin Innrás upp í Müllers Pakkhúsi. Á framsýningini eru verk hjá Jens Dam Ziska, Halldis Olsen, Jóannesi Lamhauge, Silju Strøm og Heiðriki á Heygum, ið øll eru ung listafólk. Framsýningin verður ummæld her á listablogginum í næstum. Í fyrsta umfari hava vit her eina lýsing av manninum handan framsýningina, Heiðriki av Heygum.
 
 
 
Heiðrik á Heygum (1983)

Heiðrik á Heygum er í yngsta ættarliðnum í føroyskari list. Eitt ættarlið, sum leitar eftir einum alheimsligum úttrykki og millum annað er hugtikið av teimum heimskendu listafólkunum, sum hava ein serligan hug til tað ótrúliga og ævintýrskenda. Samstundis er eisini tað sagt, ið hetta ættarliðið hevur felags. Tey ungu listafólkini leita sær til alla lukku í sera ymsar ættir.

Listin hjá Heiðrik á Heygum, sum millum annað hevur evni úr ævintýrheiminum, kann metast at vera psykologisk realisma. Kortini er tað ikki tað barnavinarliga ævintýrið, ið vit síggja í verkunum, men hinvegin ta sera vaksnu, kvølfullu, til tíðir óhugnaligu tulkingina av tí duldarfulla ævintýrheiminum. Mótsett ævintýrunum hjá børnunum vita vit avgjørt ikki, um tað góða fer at sigra at enda.

Í sínum ‘Alice in Wonderland’-myndum arbeiðir Heiðrik á Heygum í einum superrealistiskum, næstan barokkum myndamáli, og evnið er seksualitetur áveg til kynsbúning. Tær duldu trongdirnar og alt tað vesaliga og spírandi tykist hava størsta áhugan hjá Heiðriki á Heygum. Hann megnar serstakliga væl at fáa fram ein intiman heim, har hesar hóttandi síðurnar av lívinum verða viðgjørdar við stórum kenslusemi.

Áhugin fyri ævintýrunum og teirra óhugnaligu rangu er blandaður við sera ítøkiligum freudianskum tilvísingum í verkunum hjá Heiðriki á Heygum og tað fær meg, uttan at vita av tí, at hugsa um hugtakið hjá Freud unheimlich. Unheimlich kann umsetast til óhugnaligt, kanska tað óheimliga, men á týskum kann eisini heimlich merkja óhugnaligt. Tað ger, at unheimlich eisini kann merkja hugnaligt. Sostatt rúmar hugtakið unheimlich bæði tað hugnaliga og tað óhugnaliga. Haraftrat merkir heimlich loyniligt. Freud undirstrikar, at tað óhugnaliga er hvørki nýtt ella fremmant fyribrigdi, bert fortrongt. Tað veruliga óhugnaliga er, tá tað fortrongda vendir aftur.

Hugtakið unheimlich verður ofta knýtt til listina, tí hugtakið eins og list hevur við varðhugar at gera, og tí at estetikkur ikki einans viðger tað vakra, men eisini tað ræðuliga og ræðslusligna. Og tá orðið hevur so nógvar týdningar sum t.d. tað heimliga og óheimliga, tað hugnaliga og tað óhugnaliga, tað intima, tað trygga, tað privata, tað fjalda, tað loyndarfulla, tað svikafulla, tað ótespiliga, tað undarliga og tað nakna, kann orðið viðgera eina list, sum tann siðbundni estetikkurin illa megnar at lýsa.

Hóast eg ikki fari so langt við hugtakinum sum Freud, sum knýtir hugtakið unheimlich at einum grundleggjandi ótta fyri at verða geldur, eins og hann knýtti so at siga alt her í lívinum til, haldi eg, at nakrir at teimum týdningum, sum verða knýttir at unheimlich, kunnu nýtast í sambandi við verkini hjá Heiðriki á Heygum. Í øllum førum er ivaleyst hjá freudianarum og okkum øðrum at viðgera í verkunum hjá Heiðriki á Heygum.