Monday, August 23, 2010

Kvinnuvika á Listablogginum: Hansina Iversen


Tað er ikki undarligt, at vit verða drigin at verkunum hjá Hansinu Iversen. Verkini hjá Hansinu Iversen eru ótrúliga vøkur, og í teimum er um somu tíð ein dámur av styrki og av viðkvæmi, sum ger tær so hugtakandi. Kortini er tað undarligt og vert at hugsa um, hví verkini hjá Hansinu Iversen, tá tey hava drigið okkum til sín, framhaldandi eru fangandi og binda okkum føst. Tí har er onki sjónligt stríð at síggja í hennara verkum, ongin avbjóðing ella atfinning, sum kann noyða okkum at ásanna okkara tilveru av nýggjum. Verkini tykjast heldur ikki at vilja broyta nøkur av okkara fastgrónu virðum, noyða eina nýggja lívsáskoðan á okkum ella leiða okkum móti betri innliti í okkara lív. Kortini halda verkini okkum føst, langt eftir at vit fyri fyrstu ferð vórðu hugtikin av teimum. Hví?

Ein lættskiltan boðskap finna vit ikki í verkunum hjá Hansinu Iversen, og tað ger okkum trilvandi. Tað er sum tá skap og litir, ið ikki hava mørk ella eru á veg nakrastaðni, hvørki hava byrjan ella enda, skapa ein óveruligan heim, og vit standa har og skilja onki. Tá vit soleiðis verða sett andlit til andlits við okkara vantandi evni at finna ein rættiligan boðskap ella bara at finna høvd ella hala á øllum, tá síggja vit, hvussu býtt og óvitandi, men eisini hvussu óendaliga lítil vit eru mótvegis tí endaleysa og markleysa.

Verkini hjá Hansinu Iversen hava í øllum førum í fleiri ár fingið meg til at kenna meg bæði óvitandi, býtta og lítla, og eg giti, at tað er orsøkin til, at tey enn halda meg fasta, og at eg enn havi hug at hyggja at teimum.

Tí mótsett so nógvari aðrari samtíðarlist er ongin vegleiðing til listina hjá Hansinu Iversen. Saman við listaverkunum eru ongir langir ástøðiligir og heimspekiligir tekstir, sum kunnu geva okkum loysnina at kunna skilja tey. Tað týdningarmesta er listaverkið og ikki ástøðið handan listaverkið. Vit eru noydd einans at taka støðu til skap, ið vit ikki skilja og til litir, sum til tíðir tykjast fullkomiliga uttan substans. Ikki ber til at greiða frá listaverkinum rationelt og sostatt er tað við í tí klassiska stríðnum millum tað skilvísa og tað kensluliga, skapan og oyðilegging, skil og kaos. Í samtíðarlist er gongdin tann, at tað skilvísa hevur yvirvág á tí kensluliga, men er tað ikki í grundini kjarnin í listini, at til ber ikki at greiða skilvíst frá list, eins og vakurleiki heldur ikki kann avgerast skilvíst? Um so er, er tað kanska orsøkin til, at myndirnar hjá Hansinu Iversen halda okkum føstum. Hjá henni fær listaverkið høvi at vera irrationelt. Tað er alt tað, ið vit ikki skilja.

Hóast hetta er listin hjá Hansinu Iversen ikki ovur kensluborin. Og eg havi ongan illgruna um, at hon grundar sína list einans á so ógreinilig viðurskifti sum instinkt og hugsýn. Heldur tvørturímóti haldi eg, at Hansina Iversen er sera rationell ella skilvís. Hon fjalir bara síni egnu motiv og letur listaverkið koma fram um tað rationella. Tí listaverkið er, eins og listafólkið, ein heilskapað eind, og verkið skal ikki sjálvt siga okkum, hvat tað er. Fyrst og fremst er tað eitt listaverk ella ein mynd. Tí fanga listaverkini hjá Hansinu Iversen okkum og halda okkum føstum. Listaverkið sigur okkum ikki sínar loyndardómar, vit vita, at teir eru har, men teir stíga ikki fram. Vit mugu bara njóta eina løtu, har vit kenna okkum óvitandi, býtt og lítil. Ella sagt meira neyvt: Vit kunnu njóta at vera fangað í tí, sum heimspekingurin Edmund Burke nevnir “a sort of delightful horror” - eitt slag av gleðiligari ræðslu.



(IS)