Saturday, August 21, 2010

Kvinnuvika á Listablogginum: Javnstøðulistin

Nógv teir flestu listaframleiðararnir her á landi eru menn. Uttan at vita tað fyri vist vil eg halda, at ein slakur triðingur av teimum listafólkunum, sum (við neyð og deyð) kunnu liva av teirra list, er kvinnur. Og tað er jú ikki javnstøða. Men merkir tað eisini, at føroyskar listakvinnur eru kúgaðar, at tað er synd fyri tær, og at tær skulu verjast við serligari lóggeving og kynskvotering?

Tað er ikki longur, sum tað var einaferð, tá javnstøða var nakað við, at vit kvinnur ikki skuldu fáa øðrvísi viðferð vegna okkara kyn. Nú er tað bert javnstøða, um vit fáa serliga viðferð vegna okkara kyn. Hesin nýggi mátin at síggja kynspolitiskar spurningar hevur eisini funnið veg inn í listaheimin, har fólk í staðin fyri at fokusera uppá greining av listini og lívinum hjá kvinnum vilja noyða javnstøðu við kynskvotering ígjøgnum. Altso grovt sagt noyða listasøvn til at keypa ávísa list, einans tí hon er skapt av kvinnum, og upp á allar mátar at syrgja fyri, at tað ikki fer ein króna meir niður í lumman hjá einum listamanni, enn tað fer niður í lumman hjá eini listakvinnu.

Giulia Lama (1681-1747): Judith og Holofernes. Uml. 1730

Italska listakvinnan Giulia Lama er ein av teimum gloymdu listakvinnunum. Hennara kensluríku verk, ið nærum pipra av innvortis spenningi, hava verið tilskrivað listamanninum Giambattista Piazetta, og ikki fyrr enn fyri fáum árum síðani komu serfrøðingar eftir, hvør veruliga hevði málað tey. Óteljandi listakvinnur eru gloymdar á sama hátt sum Giulia Lama, og tað er als ikki óhugsandi, at nógvar evnaríkar listakvinnur úr okkara tíð eisini verða gloymdar.


Kynsleys góðska
Klassiska grundgevingin ímóti kynskvotering í sambandi við javnstøðu er, at tað førir til verri góðsku, tí listin verður skapt av serliga dugnaligum einstaklingum og tí ikki kann demokratiserast eins og restin av samfelagnum. Altso eitt argument, ið er grundað á, at listalig góðska telur meir enn kynspolitiskar hugsanir, tí listin hevur eina serliga støðu í samfelagnum, sum vit ikki eiga at nerta við við kynskvotering.

Góða listin er tað týdningarmiklasta. Um tað eru menn, sum gera ta góðu listina, so er tað soleiðis, og tað kunnu vit ikki gera nakað við. Ella sagt á ein annan hátt, um listaverkið er gott, er tað líkamikið, um tað er ein maður ella ein kvinna, sum hevur gjørt tað.

Trupulleikin við hesi grundgevingini er, at hon má grundast á, at ímyndin um tað góða listaverkið og um estetiskt virði ikki er tengt at kyni, og tað er hon sjálvandi ikki.

Gjøgnum øldir eru tað menn – mannligir heimsspekingar, listasøgufrøðingar og listakritikarar – sum hava gjørt av, hvat eitt gott listaverk er, og tí er ein møguleiki fyri, at listamenn eru priviligeraðir, snøgt sagt tí tað eru teirra egnu kynsfelagar, sum hava sett fortreytirnar fyri listaligari góðsku.

Tracey Emin (1963): Everyone I Have Ever Slept With 1963-1995. 1995. Enska listakvinnan Tracey Emin vísir á marginaliseraðu støðuna hjá kvinnuni í listaheiminum við at fara burtur frá málninginum, sum maðurin hevur patent uppá í listasøguni, og í staðin úttrykkir hon seg gjøgnum seyming, sum er ógvuliga devaluerað í listahøpi og sum tað sum oftast verður tosað niðrandi um sum kvinnuligt putl. Í hesum verkinum hevur hon seymað eina rúgvu av bókstavum á innaru síðuna aveinum iglotjaldi. Bókstavirnir vísa nøvnini á øllum teimum, sum hon gjøgnum lívið hevur deilt song við. Millum teirra er ein neyðtøkumaður, unnustar av báðum kynum, skyldfólk, hennara tvíburabróður og hon sjálv “With myself always myself never forgetting”. Hesin sterki, næstan øtiligi intimiteturin og framsýningin av henni sjálvari umboðar millum annað eina kynsliggeran av listini og er ein sterk roynd at gjøgnumgata valdsbygnaðin í listalívinum.

Ein góð føroysk mynd
Ein góð føroysk mynd verður ofta lýst við orðum sum kraftmikil, dramatisk, ógvuslig og enntá viril. Dentur verður lagdur á sinnalagið hjá listafólkinum, á ”hansara” styrki og óræddu viðurskifti við náttúruna. Snøgt sagt verður føroyska myndin lýst sum nakað, ið ein kvinna ómøguliga kann hava gjørt. Og verri er, at umframt hesi týðiligu maskulinu virðini eru tekstir um list fullir av illa duldum, undirskiltum áskoðanum um kyn, sum geva listamonnum fyrimunir fram um listakvinnurnar. Ja, onkuntíð kann favoriseringin av tí maskulina vera sera ring at síggja, tí teir maskulinu normarnir eru naturaliseraðir, og tí maskulinisma í mun til feminismu ikki rópar hart um sítt stríð fyri mannligu virðunum.

Feminisman dylir ikki, at hon stríðist fyri at fremja kvinnuvirði. Maskulinisman sigur hinvegin, at hon snýr seg um alla mannaættina og undirspælir sítt kynsideologiska innihald. Argumentið fyri kynskvotering innan listina kann tí vera, at kvinnur sum so ikki nýtast at vera verri listafólk enn menn, bert tí listamenn hava lættari við at liva upp til tær fortreytir, ið verða settar upp fyri góða list, og at vit við at noyða listakvinnur fram í ljósið kunnu broyta vanligu áskoðanina fyri, hvat listalig góðska er.

Beinta av Reyni (1970): Aftanfyri gardinurnar. 2007

Beinta av Reyni ger í síni myndarøð “Aftanfyri gardinurnar” upp við eina av mest seiglívaðu mýtunum í listasøguni, nevniliga, at maðurin er eitt eygleiðandi subjekt og kvinnan eitt eygleitt objekt – maðurin er voyeuristur og kvinnan er exhibitionistur. Tað merkir, at tað í roynd og veru bert eru menn, sum kunnu vera listafólk, tí bara teir kunnu eygleiða ting. Men við blondugardinum rør Beinta av Reyni fram undir, at tað eygleiðandi subjektið ella voyeuristurin í hennara mynd ikki er ein maður, men harafturímóti ein kvinna. Samstundis leggur hon upp til, at tað eygleidda objektið er ein maður, tí tað, sum verður eygleitt út gjøgnum vindeygað, er ein bilur, ið má metast sum nakað maskulint. Maðurin er reduseraður til objekt og hevur harvið mist sína støðu sum subjekt her í verðini.

Listaheimurin er mansins heimur
Tað er ikki óvanligt, at fólk verða útihýst orsakað av teirra kyni. Kynini hava ymiskar royndir at byggja á, og eingin ivi er um, at mannliga tilgongdin til listina hevur verið so dominerandi, at tað hevur verið rættiliga trupult hjá listakvinnum at koma fram. Og tað finnast eisini nógv onnur argument fyri kynskvotering innan listina.

Eitt argument snýr seg um framleiðslukorini hjá listafólkinum og tað, at kvinnur søguliga sæð ikki hava havt eins lætta atgongd sum menn til at skapa list. Tað eru til dømis ikki so nógv ár síðani, at kvinnur ikki sluppu at taka lut í tí listundirvísing, sum menn kundu fáa, og søguliga sæð hevur kyn verið meira avgerandi enn talent.

Eitt annað argument gongur uppá listina sum eina vøru, og tað, at tað er truplari hjá kvinnum at koma inn í mansdomineraða vinnulívið og hava tí truplari við at umseta teirra list. Tað er heilt einfalt truplari hjá teimum at selja seg sjálvar eftir marknaðartreytunum og at verða upptiknar í netverkini hjá monnunum. Einaferð varð sagt, at tað er ikki nóg mikið at møta teimum røttu fólkunum í listaheiminum. Tú skal eisini ganga á vertshús við teimum, og tað er ikki óhugsandi, at tað kann vera torført hjá kvinnum at fella inn í tað mannfólkaprátið, sum ofta gongur fyri seg á einum vertshúsi.

Tað er eisini ein veruleiki, at tað upp gjøgnum søguna hava verið listakvinnur, sum snøgt sagt eru gloymdar, tí teirra verk ongantíð eru dokumenterað. Tær hava ongantíð verið við í savninum hjá nøkrum listasavni og eingin hevur nakrantíð skrivað um tær. Um vit halda fram á somu leið fer eftirtíðin at fáa eina mynd av, at tað heldur ikki í okkara tíð hava verið nakrar listakvinnur av týdningi.

Soleiðis kundu vit í roynd og veru hildið áfram, og hetta er alt góð og haldbær argument. Trupulleikin er bara, at tey ikki eru nóg góð.

Lee Krasner (1908-84): Burður. 1956

Amerikanska listakvinnan Lee Krasner gjørdi ikki kyn til eitt evni í hennara list. Lee Krasner meinti, at list var hevjað upp um pedantiska feminismu, og hon gjørdi onga roynd at skapa kvinnulist. Í staðin kappaðist hon við menninar á teirra heimavølli, nevniliga tí sera abstrakta ekspressionistiska málninginum. Við til hennara søgu hoyrir, at hon var gift við listamanninum Jackson Pollock, ið verður roknaður sum eitt av størstu listafólkum í 20. øld og mestsum hevur legendustøðu. Tað merkti, at hon í roynd og veru er fullkomiliga yvirsæð og má metast sum eitt av mest undirmettu listafólkum í okkara tíð. Sjálv segði hon: ”I personally was not dominated by Pollock – but the entire art world was”.









Góðska framum kyn
Tað er freistandi at halda, at kynskvotering kann steðga mismuninum og skapa javnstøðu innan listina. Og tað er lokkandi at ímynda sær, at vit við einfaldari lóggávu knappliga kunnu røkka tí fullkomnu støðuni, har kynini eru eins væl umboðað á listasøvnum, privatum søvnum, gallaríum og í listabókum. Men kynskvotering er niðrandi fyri kvinnur og helst eisini fyri menn, og tað er drepandi fyri listina, tí tað er ein løtt loysn á einum nógv torskildari trupulleika, nevniliga kjakinum um góðsku.

Tí hóast tað er rættiliga abstrakt, so er argumentið um góðsku tað tyngsta argumentið av øllum. Tað er ikki uppgávan hjá politikarum, listasøvnum og listaummælarum at fremja javnstøða, hvussu nógv tey so ynskja tað. Teirra uppgáva er at fremja góðskuna. Spurningurin er so bara, um vit, sum arbeiða við list her á landi, gera nóg nógv fyri at fremja góðsku og hava eitt áhugavert kjak um góðsku.

Og tað er tíverri ein lættur spurningur at svara, tí vit gera yvirhøvur ikki nóg nógv.

Tíverri er tað eisini lætt at svara, hví vit ikki gera tað, sum skal til fyri at skapa eitt kjak, sum kundi ført til størri javnstøðu millum kynini í listaheiminum. Tað gera vit ikki, tí vit ikki hava nakran stuðul til tað. Hóast tey eru ótrúliga nógv, sum hava valt at úttrykkja seg við myndum her á landi, og hóast myndlistin fyllir nógv, hava fólk frá politiskari síðu als ikki megnað at tikið hana í álvara.

Listasavnið sum stovnur verður verður ikki virt, og innan alt, sum eitur listastuðul, listaútbúgving og listapolitiskar avgerðir er fakleikin trokaður til viks. So løgið tað ljóðar, er fakleikin settur upp á pláss við tí argumentinum, at listin skal vera fyri øll, men um list nakrantíð skal verða fyri øll, kvinnur íroknaðar, so er tað júst fakleiki, sum krevst.

Eg geri mær ongar myndir um, at vit fáa fulla javnstøðu á listaøkinum, men áðrenn vit koma í gongd við at kjakast um góðsku, stuðlað av politikarum og almennum stovnum, kunnu vit heldur ikki kjakast um kynspolitiskar spurningar innan listina og seta fokus á ta eftir øllum at døma kynsneutralu uppfatanina av listini. Tað er ikki synd fyri kvinnur, og tær skulu ikki hjálpast við kynskvotering og serligum lógum, men tað er heilt ótrúliga synd fyri listina, at hon ikki verður vird, greinað og diskuterað.


Rannvá Holm Mortensen (1950): Tað skulu koma dagar. 2003

Rannvá Holm Mortensen er ein av teimum føroysku listakvinnunum, ið arbeiðir við einum sterkt engasjeraðum feministiskum innihaldi í síni list. Eitt evni, ið verður undirstrikað í hennara tilvitaða brúki av klisjéum, tá hon stillar mannliga og kvinnuliga heimin ímóti hvørjumøðrum. Tað mannliga verður endurgivið við typiskum manssúmbolum, so sum knýttir nevar, rør, tannhjól, maskinarí og øðrum klassiskum valdssúmbolum, og tað kvinnuliga verður súmboliserað gjøgnum avmyndan av hjørtum og børnum og øllum tí bleyta.










(IS)