Friday, August 13, 2010

List og mentan á skránni




List og mentan. Mentan og list



Listabloggurin hevur nú verið til í ein góðan mánaða og hesa tíðina eru heili 83 íkast postað á blogginum, harav rættiliga nógv eru heimagjørd. Nú fara vit skjótt til arbeiðis aðrastaðni, men ætla at halda fram við at skriva hvønn dag og taka framhaldandi fegin í móti øllum tilfari, tíðindaskrivum ella tveimum trimum reglum um eitthvørt listarligt ella mentanarligt, ið gongur fyri seg. Tað er ikki neyðugt at skriva, vit taka eisini í móti myndum uttan tekst og eru serliga fegnar fyri yrkingar, myndir, tónleik, listarlig íkast, sum okkara lesarar kunnu njóta saman við ummælum og viðgerðum.


Áhugin tykist stórur fyri listablogginum - eitt sindur betri, tá ummæli og kritiskar viðgerðir verða postaðar, men sum heild ber til at siga, at vit hava ein støðugan lesaraskara og hendan fegnast vit um. Onkur hevur argandi hildið fyri, at heitið á blogginum er fullkomiliga ómøguligt bæði at siga og at minnast og tað kann væl vera, men tað ber til at googla okkum og í grundini halda vit sjálvar, at listinblog.blogspot.com er stuttligt at siga og kunnu kanska í somu skemtiligu ond kalla heitið eitt slag av intelligenstesti, sum hendir longu áðrenn fólk eru komin inn á okkara blogg. Vit halda longu, at vit hava greið prógv fyri, at føroyingar hava stóran áhuga fyri mentan og list, ið vanliga ikki verður nøktaður av hinum miðlunum, sum ikki raðfesta listina nóg frammaliga.

Gjárdagurin (hósdag 12/8-2010) var sostatt dagur í viku, tí tá høvdu bæði Sosialurin og Dimmalætting listarlig og mentanarlig evni á forsíðuni. Í Sosialinum snúði tað seg um tónleik, meðan Dimmalætting hevði tvær søgur um ávíkavist samanlegging av almennum søvnum og eina listaframsýning á forsíðuni. Í Sosialinum fyllir forsíðugreinin eina heila opnu og er hon grundað á eina samrøðu við forsangaran í The Dreams, ið greiðir frá, at teir eru á veg at leggja týska tónleikamarknaðin fyri teirra føtur og at teir næstan hava fingið samstarv við umboðsmannin hjá kenda tónleikabólkinum Linkin Park. Báðar greinirnar eru í grundini hurragreinar av tí slagnum, sum vit hava ógvuliga nógvar av í føroyskum miðlunum, um hvussu væl tað gongur føroyingum og sum eru grundaðar av eini kenslu av hvussu smá vit eru í stóru verð. Og tað er eisini áhugavert, men ikki heilt so áhugavert sum ein verulig viðgerð og ein meting av tónleikinum hjá The Dreams kundi verið. Greinin í Dimmalætting um unga list í Müllers Pakkkhúsi er áhugaverd á ein kunnandi hátt, har blaðkvinnan hevur vitjað framsýningarstaðið og síðani greiðir okkum frá tí, hon sær og fær at vita um framsýningina og um listafólkini.


Tann mest spennandi av nevndu forsíðuyvirskriftum er heilt greitt "Listasavnið við í samanlegging", tí hon signalerar, at okkurt nýtt er hent í gamla málinum um Listasavn Føroya. Men longu ovast í hesi áhugaverdu greinini skilst, at als einki er hent við Listasavninum, sum "er sjálvsognarstovnur og harvið skipað øðrvísi enn hini stóru søvnini í Føroyum. Tí er eisini ivasamt um til ber at fáa Listasavn Føroya við í samanleggingina av søvnum 1.januar 2011..". Sambært greinini skal ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur kanna málið og koma við eini loysn áðrenn januar komandi og tað er í sær sjálvum áhugavekjandi, eftirsum málið er ógvuliga umráðandi í føroyska listaheiminum, ið seinastu seks árini hevur verið í tvíningum orsakað av ónøgd við leiðaran í Listasavninum, hvørs leiðaraseta varð longd í fjør júst orsakað av savnssamanleggingini. Vit báðar, sum seinni hava stovnað listabloggin, mótmæltu 11.desember 2009 saman við 27 fólkum úr listaumhvørvinum, at Mentamálaráðið á henda hátt skakaði sær undan ábyrgd fyri listini, sum hevur verið í undantaksstøðu í seks ár. Enn stendur støðan sum kunnugt við og sambært áðurnevndu grein í Dimmalætting er Mentamálaráðið sum áður nevnt við at manna arbeiðsbólk við løgfrøðingum, roknskaparfólki og savnsfólki.


Eg gangi bara út frá, at vit á listablogginum ella onnur við listfakligum kunnleika eisini verður boðin við í henda arbeiðsbólk, men meðan vit sita klárar við telefonina og rokna við at verða uppringdar hvørja løtu, kunnu vit bert gleðast um, at Dimmalætting á henda hátt roynir at varpa ljós á málið. Dimmalætting hevur fingið innlit í upprit hjá Mentamálaráðnum um Listasavn Føroya, ið staðfestir, at tey í Mentamálaráðnum eru greið yvir tvístøðuna við Listasavninum, sum eigur seg sjálvan og sum landið ikki kann lóggeva, avtaka ella ráða yvir á nakran hátt, uttan at koma í stríð við ognarrættin. Samstundis verður staðfest í uppritinum, at listaverkini á Listasavninum er mentanararvur og má metast sum ogn Føroya fólks. Og av hesi orsøk má savnið, ið árliga móttekur um tvær milliónur frá tí almenna, vera alment og yvirhalda almennar lógir. Her á Listablogginum fara vit heilt vist at fylgja við í hesum fyri listina umráðandi máli og viðmerkja so hvørt sum okkurt hendir.


Tóroddur Poulsen hevur gjørt frálíku, speisku myndina, ið prýðir henda listabloggin.


(KP)