Tuesday, August 24, 2010

Kvinnuvika á Listablogginum: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir




Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir hevur í fleiri ár roynt seg við myndaarøðum, har fleiri smærri verk verða skapað saman og skulu upplivast saman. Hon hevur granskað í sínum motivum. Motivini eru ofta tikin úr nattúruni sum smáir bitar ella fragment, sum saman skapa eina heild. Kortini er heildin, ið ymsu partarnir evna, ein ókendur heimur fyri okkum. Vit kenna bitarnar aftur, men heildin er nýggj.

Vit eru sostatt í einum heimi, hvørs heild vit ikki skilja, men vit skilja partarnar, og tað gevur okkum ein møguleika sjálvi at gera okkum eina heild. Vit mugu sjálvi finna út av samanhangum og mynda okkara egnu mynd við støði í pørtunum, ið listafólkið hevur givið okkum. Sjálvandi hevur listafólkið givið okkum eina hóming av, hvussu partarnir skulu setast saman, tí hon hevur jú gjørt av, hvussu tey smáu verkini eru hongd upp hvørt í mun til annað, men hon gevur okkum ikki ta endaligu loysnina. Myndin merkir okkurt í tí løtu, tá vit sjálvi skapa okkara egnu heildir.

Verkini hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir eru at meta sum opin. Tey eru sett saman av eini rúgvu av upplýsingum ella teknum, sum vit sjálvi mugu seta saman, fyri fáa ein týdning í myndirnar. Semiotikkur eitur vísindagreinin, ið viðger tekn og at lesa tekn. Listasøgan er merkt av ymsum mótarákum. Hugburðurin til list skiftir við jøvnum millumbilum, og tá eg las listasøgu, var semiotikkur sera nógv frammi. Allir nýútnevndir lærarar vóru sera upptiknir av semiotikkinum. Vit hildu, at hesir semiotikarar vóru listahatarar, tí teir vóru nógv meira upptiknir av ástøðinum enn av listini.

Men tað var nú eitt sindur órættvíst, tí semiotikkurin hevur nógv at læra listasøguna. Millum annað hevur semiotikkurin lært okkum onkuntíð at spyrja, hvussu verkið merkir, heldur enn at spyrja, hvat verkið merkir.

Tað er áhugavert at spyrja, hvussu verkini hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir merkja ístaðin fyri at spyrja, hvat tey merkja, tí hon serliga arbeiðir við tvídrátti, fragmentasjón og skiftandi sjónarhornum og støddum. Og tí hon sær veruleikan á ein øðrvísi hátt, vendir hon ta siðbundnu myndina av veruleikanum á høvdið og samstundis bjóðar hon okkara evnum at skilja myndina av.

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir spælir á sama hátt við okkara evnum at skilja myndir, tá hon skiftir ímillum sjónarhorn og støddir. Fyrst endurgevur hon sítt motiv á siðbundnan, panoramiskan hátt, men knappliga skiftir hon sjónarhorn og kavar djúpt niður í onkrar smálutir. Sjálvandi kann hetta minna um okkara egna hátt at fata veruleikan, tí tað gera vit við óteljandi ávirkanum og í óteljandi pørtum, men vit eru ikki von við at síggja, fata og skilja myndir á sama hátt. Vit eru von við at síggja myndir, sum vísa okkum ein veruleika, vístan úr einum sjónarhorni og við ‘nátúrligum’ støddum. Tað er í hesum spælinum millum variasjónina og eindina, millum smálutin og heildina, millum teir smæstu strukturarnar og tær stóru linjurnar, millum mikrokosmos og makrokosmos, at myndirnar hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir skapa ein týdning.


(IS)