Tuesday, August 3, 2010

Listacafé í Vestmanna



Í Vestmanna búgva eldsálir og onkur teirra hevur skipað fyri kafé í bygdini í íbúðini niðri í gamla handlinum hjá Nielsi. Mikukvøldið 4.august klokkan hálvgun átta fara tær báðar Herborg Hansen úr Klaksvík og íslendska Ingunn Kristjánsdóttir at syngja og spæla í caféini. Tær hittust á á Red Cross School Nordic United World College í Noregi í 2008, og hava síðan spælt nógv saman. Í ár eru tær báðar lidnar á skúlanum, og liva nú dreymin. - Tær skulu m.a. spæla á Summarfestivalinum í summar, men fyrst spæla tær altso í Vestmanna í kaféini hjá Niels hjá John í annaðkvøld og tað verður seinasta høvið at vitja kaféina á hesum sinni. Øll eru hjartans vælkomin.


Ymisk tónleikalig og listarlig tiltøk hava verið í kaféini, sum Sissal Kampmann stjórnar og í sær sjálvum er áhugavert, at veggirnir eru prýddir við listaverkum hjá týdningarmikla listamanninum Jack Kampmann. Heimildarkona okkara í Vestmanna, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen tók nakrar myndir fyri Ólavsøku, tá yrkingaupplestur var í kaféini og tá Carl Jóhan Jensen, Oddfríður M. Rasmussen, Ludvík Breckmann og Agnar Artúvertin lósu upp egnar yrkingar. Áhugin var stórur, tað sigst, at sjálvt havnafólk høvdu leitað sær norður um at uppliva yrkjararnar í hugnaligu caféini í Vestmanna.