Sunday, March 24, 2013

Filmsgrunnurin




Norðurlandahúsið og Filmsverkstovan Klippfisk hava í felag stovnað ein filmsgrunn, sum hevur til endamál at stuðla nýggjum føroyskum filmsverkætlanum. Grunnurin verður umsitin av einari nevnd, sum játtar stuðul eftir umsókn. Klippfisk velur 3 limir í nevndina og Norðurlandahúsið velur ein lim. Grunnurin er áramálssettur: 28.02.2012 – 28.02.2015.

Umsóknarfreistin er uml. 1. apríl á hvørjum ári. Er játtan tøk verður nýtt umsóknarumfar lýst.

Næsta freist at søkja er týsdagin 2. apríl kl. 12.00.

Heitt verður á umsøkjarar at brúka niðanfyri standandi umsóknarskøl og lesa reglurnar fyri grunnin.


Reglur

Umsóknarblað

Saturday, March 23, 2013

1-0 til Bárður Oskarsson í Týsklandi



Eitt er at tapa í fótbólti, tað skal mann nokk koma yvir. Men tá so vaksnir menn fara at gartera alment (á facebook) og gráta um hvussu nóóóógv betri íslendingar duga enn vit. At stóri vansin hjá føroyingum er vantandi íslendskur hugburður (!) og so tað, at venjarin kemur úr landsuðri (!) og tá fólk, sum eg vanliga fati sum skilagóð og meiri enn tað brúka ein ússaligan fótbóltsdyst sum retoriskt undirlag fyri óedrúligari nationalromantiskari patos, ja tá er gott at eiga bøkurnar hjá Bárði Oskarsson, sum eru so herliga ósentimentalar og blottaðar fyri óedrúliga patos. Hesar bøkur eru í tekning og frásøgn skeivar, originalar,  óskikkiligar og filosofiskar og uttanlands hava tey av sonnum fingið eyguni upp fyri herligu bókunum og hvør veit um tær ikki fara at vinna ta stóru norðurlendsku bókmentaheiðurslønina, sum júst er stovnað til barnabókmentir. Ikki veit eg, men tær hava uppiborið allan heiður, tað veit eg.

Bárður Oskarsson hevur á øðrum sinni fingið eitt sonevnt White Raven merki frá Deutche Jugendbibliothek. Hesa ferð fyri bókin "Stríðið um tað góða grasið" og í 2006 var tað "Ein  hundur, ein ketta og ein mús". "Flata kaninin" er júst givin út í Týsklandi og áhugin tykist yvirhøvur stórur fyri originalu bókunum hjá Bárði Oskarsson. Um "Stríðið um tað góða grasið" verður sagt, at Bárður Oskarsson enn einaferð megnar at siga eina nútímans søga um tolsemi og at hann sleppur frá hesum uttan at yvirmoralisera. 





(KP)







Friday, March 22, 2013

Páskafrítíðarlist í ríkishøvuðsstaðnum









Teimum, sum spendera páskafrítíðina í Keypmannahavn, kunnu vit viðmæla at vitja onkra av teimum fínu listaframsýningunum, sum eru í danska høvuðsstaðnum. Glyptotekið beint við síðuna av Tivoli vitji eg altíð, kanska tí mær dámar væl at vitja støð, sum eg kenni, kanska tí tað er ókeypis sunnudag, men eisini tí tað veruliga er eitt fantastiska ríkt savn við franskari impressionismu av hægstu góðsku og har kann eg eisini dyrka mína yndismynd, tann løgna absintdrankaran hjá Manet, sum er fullur av absint, men eisini av mótsetningum og gátuføri. Sum er skeivt uppá bein og sum hvørki situr ella stendur, sum er portretteraður sum spíssborgari í støðu tí heimleysa við fínum kristallglasi og tómari fløsku, við femme fatalekendum skugga og Baudelaireskum afturljóði. Og hevur mann hug at fara longur fram í tíð, so kann mann jú altíð takað tokið til Humlebæk til Louisiana og teirra framúrskarandi samling frá 1945 og frameftir við verkum hjá Picasso, Giacometti, Dubuffet, Warhol, Rauschenberg, Moore, Bourgeois, Guston, Jorn, Baselitz, Polke, Kiefer og Kirkeby. Og skuldi samtíðarlistin eisini havt áhuga og tað hevur hon, sær Tara Donovan eisini út til at vera ómetaliga áhugaverd. Hon er amerikonsk listakvinna, fødd í 1969, sum eksperimenterar við hópframleiddum gerandislutum, sum upprunaliga ikki hava nakað serligt virði, súgvirør, silvurpappír, sum hon kumulerar og setir saman í hundratúsundatali til organiskar stórslignar standmyndir. Filmsstubbin niðri undir myndini er sera inspirerandi. Gleðiliga páskafrítíð!








http://www.youtube.com/watch?v=Wf-GcmhlFRU


(KP)




Thursday, March 21, 2013

Tað er í evstu løtu...




Í skrivandi stund er klokkan 21.21 og tað er 21.mars sum er altjóða poesi-dagur. Hann kunnu vit ikki lata fara framvið uttan at gera eitt sindur burturúr. Vit hava til høvið funnið eina yrking hjá Gunnari Hoydal, sum eitur SKERMAR og sum stóð í Brá nr 6, 4.árg. 1985. Eg lærdi hana at kenna gjøgnum ta frálíka, huglagsmettaða og melankolska kórverkið, sum Unn Patursson gjørdi til yrkingina fyri nøkrum árum síðani.


Vindurin stendur bláur av fjøllunum,
glitrandi tekin støkka av tromunum,
millum stjørnurnar íseygu
niður í søkt dýpi,
snarljós av upplýsing
beina ræðsluna á nýggjar leiðir,
í hálsinum tosa kervi
við blonkum barkakýlum,
kavin i heilanum legst á allar gáttir
og fýkur gjøgnum fryst lyklarhol.
Tað er í evstu løtu
vit fáa skermar upp fyri.




(KP)




Mín nýggja Kinabók

Sambært kinesiskari læknafrøði hevur langameridianin orkudominans á morgni og tí skal mann gera alt fyri at behaga tarminum um morgunum, so at orkuskipanum hjá kroppinum verður aktiverað til dagsins virksemi. Eg eri ikki serfrøðingur, men eg haldi ikki, at kinesarar hava hoyrt um HUXA og kenna til tær avbjóðingar, tjúkktarmar her á landi verða útsettir fyri, tá mann sum tað fyrsta lesur yvirskriftina ”Lestrarstuðul koyrir Føroyar á heysin” á portal.fo. Her hjálpa ongar 3000 ára gamlar kinesiskar tjúkktarmsvenjingar, men mann kann royna at taka eina bók og lesa um fjarstødd lond og á tann hátt flýggja inn í listina. Bókin, sum í morgun lá ovast í bunkanum her heima er ein bók um kinesiska samtíðarlist, sum eitur”New China, New Art”

Inntil fyri ikki so nógvum árum síðani var kinesisk samtíðarlist verið hildin at vera antin keramikkur, modernaðar uppdateringar av siðbundnum blekkmálningum ella sosialrealisma í besta propagandastíli, men í dag er Kina av sonnum stigin inn á globala listapallin
”Jeg holder med Kina, Kina skal man ikke grine af”, sungu vit, tá eg var barn og Mao var hot og kinesarar vóru virkuliga fittir, men kinesisk listafólk verða jagstrað av myndugleikunum, atfinningarsamar listarøddir verða sjikaneraðar og tað speglast í listini, sum ofta er ógvuslig og óhugnaliga nærgangandi. Allíkavæl fari eg at halda meg til mína nýggju kinabók í dag og halda meg burtur frá portalinum, og her er ein lítil myndarøð við samtíðarlist til tykkum.
 

Shao Yinong og Mu Chen


 

Li Wei




Yue minjun


 

Zeng Hao

 
 

Yang Maoyuan
 
 

 Xu Bing


 

Zhu Ming
 
 

Zhang Huan


 

Zhang Dali
 
 

Sun Yuan og Peng Yu
 
 

Ai Weiwei
 
 

Sheng Qi
 
 
Lu Shengzhong

 

 

Wednesday, March 20, 2013

Eitt høvuðsverk í føroyskari myndlist



Hesa myndina málaði Rannvá Kunoy og var hon partur av Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum í 2010.Eftir míni meting er hon eitt høvuðsverk innan føroyska myndlist, ein vøkur og mystisk mynd, har listakvinnan á tilvitaðan hátt spælir við okkara fatanarevni og okkara assosiatiónsevni. Rannvá Kunoy er millum listafólkini, sum í nýggju uppheinging Listasavnsins verða útihýst. Tvær myndir frá hennara fyrstu framsýning í Listasavninum í 1999 hanga í løtuni í gamla sali i Listasavninum, men henda framsýningin verður tikin niður aftur, tá nú Várframsýningin um stutta tíð yvirtekur framsýningarrúmið. Eg skrivi eitt ummæli av nýggju uppheinging Listasavnsins, sum fer at koma í einum nýggjum mentanartilleggi í Dimmalætting, sum Inger Smærup Sørensen ritstjórnar. 

Í sambandi við Summarframsýningina vóru gjørdir nakrir fínir stuttilmar, har ymisk fólk siga hvussu tey uppliva nakrar útvaldar myndir hjá Rannvá Kunoy. Í hesum filminum tosa tey um omanfyri nevndu mynd, millum ummælararnar kenna vit aftur fleiri høvundar. Steinbjørn B.Jacobsen sáli er áhugaður og við uppá listina, sum hann altíð var og eisini Carl Jóhan Jensen, ið nevnir tað káma, men sum heldur, at um mann hyggur eina løtu, byrjar ymiskt at taka seg upp í mynduni...








(KP)




Tuesday, March 19, 2013

Ai Wei Wei Gangnam Style


Vit vita ikki ordiliga hví heimskendi listamaðurin Ai Wei Wei gjørdi hesa hermivideoina eftir stóra hittinum hjá suðurkoreanska PSY. Kanska er hetta onkursvegna eins og tað mesta, sum Ai Wei Wei ger, eitt slag av einum fokkfingri til kinesiska stýrið, hondjørnini kunnu sipa til tá Ai Wei Wei varð handtikin fyri skattasvik. Ai Wei Wei metir sjálvur, at handtøkan var politiskt motiverað. Kinesisku myndugleikarnir halda í øllum førum, at henda videoin er alt ov grov og hon er burtursensurerað og sæst ikki í Kina. Ai Wei Wei er íðin forsprákari fyri tali- og skrivifrælsi til øll, hattin av fyri honum.





(KP)



Monday, March 18, 2013

Bárður Jákupsson um Tommy Arge


Týskvøldið verður listasamrøða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. 

Hetta er triðja av fimm samrøðum í Mentanarhúsinum í ár. Hesaferð er talan um samrøðu við Bárð Jákupsson, har hann sigur frá um Tommy Arge. Leiðarin í Listasavni Føroya, Nils Ohrt, stýrir hesum kvøldinum. 

Øll áhugaði eru vælkomin og kunnu teknað seg við at venda sær til kvøldskúlan á tlf. 238010 ella við at skriva til kvoldskuli@fuglafjordur.fo ella við dyrnar. Kostnaður 200 kr. fyri øll 5 kvøldini (3 eru eftir).

Sunday, March 17, 2013

Ásmundur Poulsen PHOTO - síðsta vikan í Steinprenti




Nú verður skjótt síðsta høvið at uppliva framsýningina við svørthvítum fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Har er opið gerandisdagar 9-17 og leygardag 14-16. Síðsti dagur er leygardagin.















(KP)



Verður tað Sambandsflokkurin sum fær skil á mentanina?

Sambandsflokkurin hevur havt landsfund hetta vikuskiftið, og í gjár var ein fundarsamtykt løgd út á heimasíðu floksins. Í hesari fundarsamtyktini er eitt brot um mentan, sum í grundini kemur óvart á, tí har stendur:

“Mentan: Sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin fyri at varðveita tað virðismikla í føroyskari mentan og samleika. Harafturat ynskir flokkurin at menna listina við at skapa góðar karmar fyri mentafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum. Sett verður á stovn eitt lista- og mentanarráð, hvørs endamál er at tryggja fakliga ráðgeving og betri samskipan av nýtsluni av játtanum.”


Fundursamtykt

Fyrsti setningurin er sjálvandi ikki óvæntaður, at sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin er ein partur av flokssamleikanum, og hesum hevur landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, greidliga arbeitt fyri seinastu tíðina
 


Næsta setning hava vit eisini sæð áður:
 
Men tað síðsta við, at “Sett verður á stovn eitt lista- og mentanarráð, hvørs endamál er at tryggja fakliga ráðgeving og betri samskipan av nýtsluni av játtanum.”, tað er áhugavert. Hetta er ikki nakað nýtt hugskot, fleiri flokkar hava verið frammi við tankanum, men tað er nýtt, at ein samgonguflokkur er áhugaður í at fara hesa - fyri meg at síggja - púra beinu leiðina. 

Listin og mentanin er eitt ófatiliga útsett øki, sum hevur verið ov illa viðfarið í mong ár. Tað, at mann vil hava eitt fakligt, professionelt ráð til at taka sær av áhugum hjá listini og gagnnýta potentialið er eitt risafet fram. 

At Bjørn Kalsø er ein útskeldaður landsstýrismaður eru góðar grundir til. Amputeringin av Mentanargrunni Landsins var eitt álop mótvegis listini sum ikki má undirmetast. Men gera hann og hansara floksfelagar álvara av hugskotinum um at seta á stovn eitt lista- og mentanarráð, verða tey kanska kend fyri nakað annað í søgubókunum. Sum flokkurin, ið byrjaði at síggja týdningin og møguleikarnar í listini. Hvør veit. Kanska verður tað Samandsflokkurin sum fær skil á mentanina.

(IS)

Saturday, March 16, 2013

Hanni Bjartalíð við í týdningarmiklari samling




Nú í mars letur ein framsýning av einari nýggjari týdningarmiklari samling í Birmingham Museum and Art Gallery. Heitið á framsýningini er Metropolis: Reflections on the modern city og rúmar yvir 60 verkum hjá nøkrum av heimsins týdningarmestu listafólkum, sum hvør geva teirra boð uppá eina tulking av modernaða globala býnum. Millum tey 25 listaverkini er eitt hjá Hanna Bjartalíð og tað eru vit í grundini sera fegnar og ernar av.





SJÁLVSMYND


Sjálvsmyndir:Torbjørn Olsen 1972-2013
Sjálvsmyndinhevur síðani glasspegilin varð uppfunnin í endurburðartíðini flutt seg frámytologiskum sjálvstulkingum til sjálvspei, frá romantiskum ímyndum um skapandiúrmælingin til sálargreinandi áhuga fyri egpersóninum, frá eftirgerðum avheilstoyptum treytaleysum einstaklingum til kanningar av ymiskum samleikum ogfrá speglingum av listafólkasálini og tilveruligu korum hennara tilframleiðslur av einum nýggjum egpersóni.
Øll hendansjálvslýsingin, sjálvskapanin, sjálvbrandingin og sjálvsæviliga avmyndanin, sumonkursvegna er partur av øllum sjálvsportrettum er ikki tað, sum Torbjørn Olsenhevur størstan áhuga fyri. Hann hevur ígjøgnum meira enn fjøruti ár teknað ogmálað seg sjálvan óteljandi ferðir og hann heldur, at har er eingin umbering,tí mann altíð kann tekna seg sjálvan. Við hesum meinar hann kanska, at verksinsavsendari og myndevni er ein og sami persónur, at listamaðurin sjálvur ertilfarið hjá listini, og at tað tessvegna ikki er nakar møguleiki fyri atsleppa undan nøkrum, men eisini meira ítøkiliga, at modellin altíð er atkomilig og at eingin umbering er fyri ikki at tekna, fyri ikki at halds sína list í gongd, og at sjálvsportrettið sostatt ikki er øðrvísi ennrestin av hansara verki.
Tí øll verkini hjá Torbirni Olsen innihalda sjálvsæviligar lutir, hann teknarog málar alla tíðina sítt egna lív og tað er listamansins egni heimligi heimur,vit, sum áskoðarar verða bodnir inn í. Hann teknar listafólk, vinir,elskarindur og familju og hann málar sín bý og landslagið sum hann sær útgjøgnum sítt vindeyga. Í hansara myndum síggja vit brøður hansara eldast og vitkunnu fylgja við í hvør vitjar hann í atelierinum. Vit kunnu fylgjalistamanninum úr einum bústaði til ein annan og síggja hvussu hansara útsýniðbroytist, tá hann flytir til eitt nýtt atelier. Hetta gevur okkum kensluna aveinari sterkari persónligari nærveru. Listamaðurin setur ongar forðingar millumokkum og myndina, har eru ongar hurðar, vit fyrst skulu lata upp, vit kunnustíga beinleiðis inn. Onkuntíð er nærveran so sterk, at tað er sum um vit kennatey portretteraðu ella tað kennist sum útsýnið hjá listamanninum er okkaraegna, men brádliga kann tað skifta, tað persónliga gerst ópersónligt og ístaðin fyri nærveru kemur frástøða millum okkum og myndevnið.

Øll verkinihjá Torbirni Olsen og kanska serliga sjálvportrettini, frá portrettunum av tíunga álvarsliga liststuderandi manninum til portrettini av tí búna, skynsamalistamanninum innihalda ein dupultleika. Tey hava okkurt skroypiligt og sterkt,okkurt varandi og broytandi, okkurt ítøkilig og óítøkiligt og fram um alt einaintensa nærveru og okkurt, sum vit í mangul av betri kanska kunnu kallafráveru, kanska avstand ella fremmandleika. Verkætlanin er nevniliga um hannmálar seg sjálvan ella onnur myndevni, at koma so tætt uppá menniskjað ognáttúrunnar form og lyndi sum møguligt og tessvegna rannsakar hann ikki bertsítt myndevni eins og ein góður vinur, hann kannar tað sum ein granskari, sumynskir at kenna allar tess loynidómar. Torbjørn Olsen hevur røntgeneygu, sumobjektivt kanna myndevnið hóast myndevnið næstan altíð er persónligt fyri hann.Harvið kemur hesin dupultleikin, sum er eyðkendur fyri listina hjá TorbirniOlsen, tað persónliga og nærverandi verða útsett fyri granskandi, kliniskaeygnabragdinum hjá listamanninum Torbirni Olsen, ið úrslitar í einarifjarstøðu.

Tað er tí, at sjálvsmyndirnar eru so áhugaverdar, tí TorbjørnOlsen blívur við at hyggja inntil tað ikki er meira at síggja. Hetta erúrslitað av, at hansara støði er, at øll list er sjálvsævilig og persónlig oghetta er úrslitað av, at hann sum listamaður skal sóknast alsamt djúpari ísínum myndevni og síggja tað, sum vit onnur ikki síggja. Hetta krevur, at hannalla tíðina hyggur og at hann ala tíðina teknar og málar og eg eri vís í, atTorbjørn Olsen eisini teknar og málar, tá hann ikki ger tað. Tá hann etur, táhann lesur og tá hann spákar hugsar hann um at mála og tekna. Tá hann svevur droymirhann um at tekna og mála.

”Har er eingin umbering, mann kann altíð tekna seg sjálvan”.


(IS)