Tuesday, March 27, 2012

Øssur Johannesen í Norðurlandahúsinum

Tíðindaskriv - Pressemeddelelse:


Høvið verður komandi fríggjadag at uppliva eina øðrvísi listaframsýning í Norðurlandahúsinum. Nøkur ár eru liðin síðan seinastu stóru serframsýningina hjá hesum listamanninum og vit tora at lova, at áskoðarin við hesi framsýning hevur eina serstaka og sterka listauppliving til góðar. Tí fyri listamannin Øssur Johannesen hevur listin ongantíð verið minni enn ein spurningur um lív og deyða. Øssur er tónaskald, tónleikari, yrkjari og myndlistamaður, og hann skapar list, sum á so mangan hátt er øðrvísi í mun til aðra samtíðarlist. Í hansara verkum hómast ongar fjaldar dagsskráir, postmodernistiskt speisemi, torgreidd listaástøði ella subtilar tilsipingar millum reglurnar. Her fáa vit alt serverað beinleiðis, beint frammaná og uttan nakað uttanumtos. Kompromileysa heitið á eini av fløgunum hjá Øssuri Johannesen "Ein harður vegur ígjøgnum svartasta helviti við kós ímóti deyðanum. Amen." er eyðkent og ber boð um ein serstakan og stríðshugaðan listamann uttan minsta áhuga fyri sælumyndum. Listarliga hugsjónin hjá Øssuri Johannesen er ekspressiv og í grundini ikki nógv øðrvísi enn tann hjá Edvard Munch. Fyri Øssur Johannesen er líðingin bæði drívmegi og myndevni í hansara verkum og tí kunnu vit eisini siga, at framsýningin veitir áskoðaranum innlit í hansara líðingarsøgu, sum hon tekur seg út í myndum frá 1990´unum og frameftir. Talan er um eina stóra framsýning við linoprentum og málningum, ið breiðir seg um Norðurlandahúsið í forhøllini, Klingruni og Skálanum. Linoprentini eru prentað í Steinprenti hjá Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku. Kinna Poulsen samskipar framsýningina fyri Norðurlandahúsið og hevur skrivað og lagt til rættis katalogið saman við John Dalsgarð, Gramar. Framsýningin letur upp fríggjadagin 30.mars klokkan 16-18 og heldur á inntil 22.apríl-2012.


  
Øssur Johannesen
i Nordens Hus

Nordens Hus garanterer en stærk og anderledes udstillingsoplevelse for gæsterne, der kommer til Øssur Johannesens udstilling fredag d. 30.marts klokken 16-18. For denne kunstner kan kunsten aldrig være mindre end et spørgsmål om liv og død. Øssur Johannesen er komponist, musiker, digter og billedkunstner, der skaber kunst, som på mange måder er anderledes i forhold til samtidskunsten. Det er ikke de indviklede kunstteoretiske udredninger eller subtile henvisninger, der præger hans værker. Her får vi alting serveret lige på og  uden nogen udenomssnak. Den kompromisløse titel på en af kunstnerens cd-udgivelser: "En hård vej gennem det sorteste helvede med retning mod døden. Amen." er typisk og giver fornemmelsen af en stridbar kunstner uden mindste interesse for harmoni og idyl. Øssur Johannesens kunst er klart ekspressionistisk og i grunden ikke så forskellig fra de idéer, som Edvard Munch bekendte sig til. Men stilen er noget mere rå, som beskueren kan opleve på den store udstilling med linoleumstryk fra 1990´erne og frem, samt nyere malerier. Trykningen af de ældre linoleumsplader er foregået i Steinprent ved Jan Andersson og Fríða Matras Brekku. Kinna Poulsen er kurator og står for kataloget sammen med John Dalsgarð, Gramar. Udstillingen varer i tre uger. 

Monday, March 26, 2012

Útsýni til rós og reyp

Yrkingarsavnið Útsýni hjá Tóroddi Poulsen kom út á donskum í fjør frá forlagnum Torgarð. Erik Skyum Nielsen týddi savnið, ið hevur fingið ómetaliga positiv ummæli frá eitt nú Berlingske Tidende og Weekendavisen, har ummælarin Lars Bukdal helt, at savnið átti at fingið norðurlendsku bókmentavirðislønina (tá tað danska allíkavæl ikki vann). Nú er eitt ummæli komið aftrat og hesin ummælarin í Bogmagasinet (blaðið hjá Arnold Busck)  tykist ikki heilt ósamd við Bukdal í síni meting av bókini. Eg seti leinkju til blaðið inn niðast, ummælið av Udsyn er á síðu 19. Eg seti eisini kut úr ummælum, sum eg fann á facebooksíðuni hjá  forlagnum, umframt leinkju til ummælið av Útsýni, sum stóð her á listablogginum fyri tveimum árum síðani.

http://ipaper.ipapercms.dk/ArnoldBusck/Bogmagasinet/Bogmagasinet012012/
 "Når det nu ikke blev Harald Voetmann, der vandt Nordisk Råds Litteraturpris sidste år, burde det sgu have været Færøernes Tóroddur Poulsen." 
Lars Bukdahl i Weekendavisen. Læs hele anmeldelsen her. (pdf)
"Ensomheden, utilpassetheden og døden er nærværende i »Udsyn«, men også en stor og befriende humor. At digtene - nu glimrende oversat af Erik Skyum-Nielsen - var indstillet til Nordisk Råds Litteraturpris 2011, er ikke svært at forstå."
 Jørgen Johansen i Berlingske. Læs hele anmeldelsen her.
"... et gennemført godt bekendtskab og en fuldstændig plausibel kandidat til den nordiske pris (...) Poulsens digte holder. Der er ikke undermålere imellem."
 Thomas Bredsdorff i Politiken. Læs hele anmeldelsen her.
"... strutter af visuel energi, men bæres også af en forfriskende enkelhed og direkthed ..." - Information

http://listinblog.blogspot.com/2010/06/utsyni-til-summarfri.html

Sunday, March 25, 2012

Bárður Jákupsson - fernisering


Í gjár var fernisering í Steinprenti hjá Bárði Jákupsson, sum sýndi fram vatnlitamálningar. Eg helt eina stutta røðu, og vit tóku nakrar myndir.


Jan Andersson og ymsir framsýningargestir

Góður hýrur

Ljósar og lættar myndir

Inger og Ivan og ein fitt didda


Vakrir litir


Eg haldi røðu

Brandur og Andreas Schulenburg, sum hevur arbeitt á verkstaðnum og fingið í minsta lagi eitt fantastiskt steinprent burturúr

Fínar myndir


Góði Bárður, eg fari at byrja við at ynskja tær hjartaliga til lukku við framsýningini og at takka Jan fyri áheitanina um at siga nøkur orð. Henda ljósa og lætta framsýningin er ógvuliga hóskandi til ein dag sum í dag nú várið er komið til Føroya og til okkum her í Steinprenti. Eg ætli mær at lesa eitt sindur burtur úr hesari bókini, sum er eitt úrval av listabloggum. Skuldi kanska ansa mær betri enn at sitera listabloggin, tí eg skilji á bløðunum, at hann ikki er heilt vandaleysur (ein mentanarligur úlvur í seyðaskinni) men nú geri eg tað allíkavæl. Hetta er m.a. úr einum ummæli av framsýningini, sum Bárður hevði í Listahøllini í fjør og sum eg havi lagað til hesa framsýningina: Bárður Jákupsson er ein sannur málaramálari. Her er eingin stúran um málarídeyða ella djúptøkar hugsanir um torgreidd listaástøði. Hetta eru myndir her og nú, bornar fram av vatnlitamáling og tusjpenni, sum í rytmiskum, - stundum breiðum,  - stundum fínligari strokum ganda fram hugans stórbæru landsløg. Í fleiri av sínum mongu tekstum um føroyska myndlist kemur Bárður Jákupsson inn á eina franska litkenslu, sum ikki tykist heilt fremmand í summum av hansara egnu myndum. Hesar nýggju vatnlitamyndirnar bera boð um ein listamann, sum kennir akvareltøknið innanífrá, men sum framhaldandi roynir nýggjar leiðir í síni rannsakan av hesum tøkni. Í fleiri av hansara myndum síggjast flótandi, frí vatnlitastrok saman við neyvari blýants- og tusjstrikum og fleiri staðni eksperimenterar listamaðurin við at spræna vatnlitirnar á pappírið í fleiri løgum og í ymsum strukturum. Á henda hátt sýnist dýpdin í myndunum meira samansett og samanumtikið tykjast myndirnar rættiliga fjølbroyttar. Nú brúkti hugtakið "rytmiskt" til at lýsa hesar vatnlitamálningarnar. Hetta er sum kunnugt eitt tónleikaligt hugtak, og Bárður Jákupsson er oftani lýstur sum ein sera musikalskur málari. Vit sansa musikalitetin í myndunum og hann fylgir okkum víðari yvir til tær næstu dyrnar, har Aldubáran hevur konsert um eina løtu... 


Breaking the Waves á tjóðpallinum


Í gjár upprann stóri dagurin, tá vit sluppu at síggja Breaking the Waves sum sjónleik á Tjóðpalli Føroya.

Breaking the Waves er ein søga um kærleikans undur og um evnini at elska, um evstu líðingina og størsta offrið. Hetta er helst eisini ein søga um, hvussu vit byggja eitt samfelag og serliga hvønn leiklut vit lata hægri maktir spæla og um menniskjaliga spillu og rot. Men fyrst og fremst er tað ein søga um eina kvinnu.

Henda kvinnan er Bess McNeill í vøkru, skroypiliga, sterku og sannførandi tulkingini hjá Beintu Clothier. Bess McNeill er ein blandingur av einum nátturúbarni átøk Barbaru hjá Jørgen Frantz Jacobsen, Onnu á Grønafløtti og ta heilagu Teresu av Ávila. Í henni sameinast tann religiøsa og tann sexuella ekstasan og í henni møtast sakloysi og spilla. Hon er eitt betri menniskja enn nakar av okkum nakrantíð verður. Tað er ógjørligt at lata vera við at elska hana og so hevur hon imponerandi telepatiskt samband bæði við murtin hjá hennara elskaða manni og til ein ótolandi, gamalklókan og harðan Gud. Hon er eins og Jesus í konufólkalíki, men er meira sansaliga enn andliga gávað. Í leikinum verður tó róð framundir, at júst hendan sansaliga feminina fávitskan er meira sonn og meira vís enn tað greinandi, maskulina intellektið. Komplekst og allíkavæl so einfalt og arkatypiskt.

Hetta er greidliga ein kvinna, sum er skapað av einum manni. Um hesin maður so er Gud ella von Trier, hevur viðkomandi í øllum førum ikki staðið aftast í køini, tá tað varð býtt út av móðirbindingum og hora-madonna ímyndum. Kvinnumyndin er fullkomiliga sjúk, hjartans hugtakandi, men sjúk! Tíbetur, og hetta kemst av frálíka og klóka sjónleikinum hjá Beintu Clothier, er talan eisini um eina abstrakta kvinnumynd. Tað er eftir míni meting til fyrimuns fyri leikin, at tað verður løgd ein abstraktión í henda karakterin - Har sum Gud slepti tóku Guðjón Petersen og Beinta Clothier yvir og góvu stakkals Bess ta neyðugu listarligu dimensiónina.

Bess McNeillsa elskaði Jan er leiktur av Hjálmari E. Dam, sum líður undir teirri øvundarverdu skammbót, at hann sær óluksáliga gott út og samstundis er ómetaliga sjarmerandi. Men um hetta skuldi fingið nakran at mistonkja ungar, lekrar sjeikar fyri grunna smartness, kunnu tey leggja hendan fordómin frá sær alt fyri eitt. Tí Hjálmar E. Dam skapaði ein sterkar, karismatiskan og djúpan karakter, sum bæði í síni dynamisku og statisku versión bar allan leikin. Fantastiskt.

Kring hetta hugtakandi og ørkymlandi parið uppliva vit aðrar áhugaverdar leiklutir. Læknin hjá Hans Tórgarð, sum leggur eitt metaplan í leikin við eisini at tosa beinleiðis út í salin, er ómetaliga væl spældur. Hans Tórgarð er í grundini ein ektað superstar. Gunnvá Zachariassen spælir tann nervøst determineraða bróðurkonan og skapar við síni sterku útstráling eitt serligt sorgblítt huglag á pallinum. Súsanna Tórgarð spælir mamman sum eg var hugtikin av, og sum eg ikki kundi lata vera við at eygleiða eftir alla tíðina. Kanska tí hon meira enn nøkur av hinum kvinnunum hevði okkurt loyndarfult og dult yvir sær. Okkurt sum er óskiljandi á sama hátt sum listin eisini er óskiljandi.

Jákup Dahl spældi Terry, Kári Øster var prestur og Høgni Johansen var William og allir spældu teir framúrskarandi væl og tað gjørdu hini eisini, sum við smáum leiklutum vóru við til at veva søguna saman við einum blandingi av tráðum úr skemti- og sorgarleiki.

Breaking the Waves er sum filmur so sterk ein uppliving, at tað hevði verið býtt púrasta at ignorera hann. Søgan er hin sama men upplivinginein heilt onnur. Sexsenurnar eru tildømis tónaðar niður. Talan er um stiliserað sex sum sartar sálir megna at rúma uttan at rodna í myrkrinum í leikhússalinum. Og tað haldi eg er ógvuliga klókt raðfest. Passiónin er har allíkavæl og so mikið sterk, at tað er óneyðugt við málandi sexsenum, pallsettar við elegantum von Trier snildum. Men best av øllum haldi eg, at lutfallið millum film og sjónleik eydnaðist gjøgnum framúrskarandi feitu ljóðmyndirnar hjá Jón McBirnie og Bowiesitatini, sum hava ein stóran leiklut. Ein partur av uppgávuni hjá hesum leikinum er bæði at kveikja lív aftur í filmin og at fordríva hann úr tilvitskuni. Hetta eydnast í stóran mun orsakað av ljóðmyndunum. Og sjálvt um tað pínadoyð er ósolidariskt at avdúka endan, verði eg noydd til tað, tí hann uppá ein nokkso fittan máta sendi eina heilsan til filmsuniversið við einum lítlum sitati frá klassikaranum og grátifilminum ”It´s a Wonderful Life” – ”Every time a bell rings an angel gets his wings”



(IS)

Saturday, March 24, 2012

Vár við list og mentan




Tað er leygardagur, lýtt og smáar blómur kappast um at spretta úr moldini, men úr okkara ríka listaumhvørvi spríkja eisini upp listaverk av allahanda slagi. Á tjóðpallinum eru tey klár við leikinum Breaking the waves, sum verður frumsýndur í kvøld. Eg gleði meg og um somu tíð ræðist eg at fara; filmurin hjá Lars von Trier var á sinni (í 1996), tá eg sá hann, ein stór og skelkandi uppliving, sum forargaði og stoytti meg orsakað av teirri primitivu kvinnufatanini og perversiónini, sum merkir frásøgnina, men sum hugtók bæði listarliga og estetiskt við óvanligu stílsligu samansetingini av dogmuframleiddari 70´ara realistiskari dokumentarismu og aktmyndunum hjá Per Kirkeby við denti á tað kunstiga og pallsetta, at hetta nettupp ikki var veruleiki, men eitt listaverk. Eg dugi als ikki at ímynda mær hvussu hetta kann umsetast til leiklist, men eri opin fyri øllum og gleði meg.

Klokkan seks í dag hevur Bárður Jákupsson fernisering í Steinprenti við nøkrum myndum, sum fingu meg og vinkonuna til at diskutera kyn og list. Um vit ikki vistu hvørji listafólkini vóru, kundu vit so gitt okkum til hvat kyn tey eru við at hyggja at teirra verkum? Orsøkin til kjakið var, at eg í tíðindaskrivi fyri framsýningina havi nevnt hugtakið "gentulitir", sum eg sjálvandi meini ógvuliga positivt og dømi um listarligan opinleika, so eg kann viðmæla ein svipp í Steinprent áðrenn konsertina við síðuna av við Aldubáruni, sum byrjar klokkan hálvgunátta og sum eg eisini hevði ynskt at hoyrt, men tað ber ikki til, tí eg fari til sjónleik. Eitt so mikið listarligt vikuskifti í Havn er tað meira enn troyttandi, at mann ikki hevur omnipresent evni til at vera fleiri støð ísenn. Skráin hjá Aldubáruni ljóðar meira enn spennandi við feskum samtíðartónleiki hjá Andriasi Olsen og Tróndi Bogason Hansen, sum er millum okkara mest áhugaverdu og mest nýhugsandi tónaskøld .

Og sum hetta ikki var nóg mikið av listarligum marglæti, verður ein konsert í heimsklassa sunnudagin við blokkfloytuspælaranum Michalu Petri, sum saman við gittarspælaranum Ólavi Jacobsen fer at framføra eina áhugaverda skrá, ið fevnir sera breitt bæði í tíð og stað, frá kinesiskum tónleiki til Händel og víðari til føroyskan samtíðartónleik eftir ávikavíst Atla Petersen, Kristian Blak og Sunleif Rasmussen. Síðstnevndi hevur skrivað imponerandi verkið "Vogelkomödie", sum varð framført í Norðurlandahúsinum, tá Sunleif Rasmussen fekk mentanarheiðurslønina í fjør. Eitt torført, løgið, stuttligt og hugtakandi verk, sum neyvan nakar annar enn Michala Petri megnar at spæla á so sannførandi hátt sum hon. Tónleikaáhugað kunnu av sonnum gleða seg at hoyra "Vogelkomödie" og restina av skránni: Händel: Sonate - Bach: Partita - Kuffner: "Les Marseillaise" - Piazzolla: "Café" - Dyens: "Tango" - Scheindienst: "Omma Ludvík" - Atli Petersen: "Ein Fríggjaraferd" - Kristian Blak: "Lag". Konsertfelagið skipar fyri konsertini, sum verður nú sunnudagin klokkan 16 í Norðurlandahúsinum. 

Tíðindaskriv - Edvard Nyholm Debess - Á LEIÐ




Nýggj fløga kemur út mánadagin 26 mars.

Edvard Nyholm Debess er kendur í føroyska tónleikalívinum, har hann í nógv ár sum kontrabassleikari hevur spælt saman við - og undir hjá nógvum av okkara tónlistafólki, umframt at hann áður hevur givið út tvær fløgur í egnum navni.
Afturat hesum hevur hann verið virkin innan tónasmíð og hevur skrivað til nógv ymisk
høvi, - tað verður seg klassiskt, sum rytmiskt.
Og so má man heldur ikki gloyma hansara innsats á útvarps- og sjónvarpsøkinum, sum
hevur verið við til at lita føroyska fjølmiðlaheimin.

Men nú fer hann á ein nýggjan bógv, - ein sum hann í langa tíð hevur ynskt sær at farið.
Síðan á ungum árum hevur Edvard skrivað sangir, og tað eru onkrir av hesum hann nú
sum sangari borðreiðir við á nýggju fløguni ”Á Leið”.
Sangirnir snúgva seg um lívsins viðurskiftir, sum Edvard á erligan og inniligan hátt lýsir, so
einhvør man kenna seg aftur í onkrum.

At hjálpa sær við hesi fløguni hevur hann spælivinirnar Finn Hansen, Rógva á Rógvu og
bróðursonin Una Debess. Allir framúr tónleikarar, sum seta sín serliga dám á tónleikin hjá
Edvardi.
Tónleikararnir hava, saman við Johannes Lundgren í Studio Epidemin, Göteborg, skapt
eitt einkult, vælljóðandi og erligt ljóðunivers, har orð og løg veruliga koma til sín rætt.
Fløgan ber brá av nógvum ymiskum tónleiki, sum Edvard hevur fingist við gjøgnum
tíðirnar, men víkjur avgjørt frá tí jazzkenda tónleikinum, sum vit annars kenna Edvardi fyri.

Eisini hevur Edvard sjálvur tikið myndirnar til húsan, sum Jóannes Lamhauge hevur snikkað til. Ein húsi, sum saman við orðum og tónleiki skapar eina heild.

Friday, March 23, 2012

The winner (reader) takes it all...


Eg haldi, at tað var tann ljóshærda í svenska superbólkinum, sum við syrgiligum turkisbláum eygum sang, at "The winner takes it all, the loser´s standing small" og hetta sorgblíða popplagið kom mær til hugs í gjárkvøldið, tá tað var kunngjørt, at norski rithøvundurin Merethe Lindstrøm fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2012. Tí eg visti av, at tað í somu løtu sótu heilir trettan aðrir høvundar í teimum ymsu norðurlondunum, sum vóru tilnevndir, men sum ikki fingu ta flógvu og heiðurligu virðislønina uppá 350.000 krónur. Soleiðis eru treytirnar og soleiðis er á hvørjum ári hjá meginpartinum av teimum tilnevndu, og hjá bókmentafjeppandi føroyingum hevur ikki verið nógv at heinta seinastu árini. Ikki síðan Rói Patursson fekk virðislønina í 1986 hevur hesin heiður verið sýndur einum føroyskum høvundi. Hyggja vit at teimum seinastu tíggju árunum sæst, at Ísland hevur vunnið tvær ferðir og Danmark og nú Noregi tað sama, meðan Svøríki hevur vunnið tríggjar ferðir. Tey stóru londini sleppa at innstilla tvey verk, tey smáu eitt og hagfrøðiliga fer helst at bera til at staðfesta at tey stóru londini vinna oftari enn tey smáu, men hetta er í sær sjálvum ikki serliga áhugavert. 

Tað áhugaverda við Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er sjálvandi bókmentaliga sjónarmiðið. Fyri ein bókmentaáhugaðan persón sum undirritaðu er tað uppá allar mátar ein dreymauppgáva at vera í nevndini, sum tilnevnir føroysk verk til ta stóru norðurlendsku virðislønina. Eitt nú fáa nevndarlimirnir allar tær tilnevndu bøkurnar sendandi. Hesa ferð hava vit umframt tær føroysku bøkurnar og altso eisini bókina hjá Hanusi Kamban, sum varð tilnevnd, fingið 13 norðurlendskar bøkur, tær flestu áhugaverdar so ella so. Sum nevndarlimur vónar tú sjálvandi, at tann føroyska bókin vinnur, og so hevur tú annars á hvørjum ári tínar yndisbøkur, sum tú ynskir skulu vinna. 


Seinastu árini hava vit sæð eitt ávíst lyndi til, at tann óbundni skaldskapurin, skaldsøgur og stuttsøgur, hevur sigrað á bundna skaldskapinum, og at tað siðbundna í ein vissan mun hevur vunnið á tí eksperimenterandi. Hetta fær summi at halda, at bókmentaheiðurslønin er vorðin breiðari ella vendir sær til ein breiðari lesaraskara enn áður. Sjálvandi skulu vit ikki foreinkla bókmentir við at seta tað ov einfalt upp, men aftur í ár var tað so ein skaldsøga, ein realistisk frásøgn um eini hjún, eitt sonevnt familjudrama, sum fekk heiðurslønina. Tað er einki at ivast í, at Merethe Lindstrøm er dugnaligur rithøvundur, og at mong nú kunnu gleða seg at fara í gongd við at lesa hennara bók. Bókin nertir eitt nú evnið demens, sum er ein  viðkomandi trupulleiki hjá nógvum. Men hinar bøkurnar, sum vóru tilnevndar norðurlandaheiðurslønina, eru av sonnum eisini góðar og sera ymiskar. 

Eg nýti høvið til at viðmæla bókina hjá svenska høvundanum Katarinu Frostenson "Flodtid", sum er eitt sindur torført, men áhugavert yrkingarsavn og so "Jimmen" hjá Øyvind Rimbereid, sum kom púra óvart á meg. ""Jimmen" er ein long episk yrking ið gongur fyri seg í hálvfjersunum í Stavanger. Hetta er ein rættiliga original og inspirerandi yrking, sum er grundað á tvey ymisk sjónarmið, tvær ymiskar røddir og tvey ymisk mál hjá ávikavíst Jimmen, sum er ein gamal arbeiðshestur, ið talar og hugsar við fornum máli og so manninum, sum arbeiðir saman við hestinum, og sum sambært norska bókmentafrøðinginum, Erik Bjerck Hagen hevur eina lokala Stavanger dialekt. Hesir báðir arbeiða við at beina burtur matrestir og eina ferð um vikuna tøma teir bukkur í bakgarðunum í Stavanger: 

Stilt
går eg inn i baggårdane,
så ingen hørre at eg e der for å tømma. 
Og sko eg treffa ein som bor akkurat der
eller som komme ud fra skuret
eg ska inn i.
Då finst eg ikkje,
men bare fikle i lommen
itte ein nyggel
som heller ikkje fins.
Kagger som bler tomme sånn heilt av seg sjøl!

Hetta er hesturin, sum gleðir seg um at hava frí sunnumorgun:

Dagen då ikkje
til byen ganga.
Og då på marki vera
Attum stallen mine heimars
og ikkje so grøn’e denne marki
men gul og long mykje.
Ete då attmed digra hòla
og eta deim gode stråi
ein bete inn i hòla òg
og mykje meir strå der er.
Skita skit.

Eg má siga sum er, at eg ivaðist eitt sindur í hesi bókini í fyrstani. Hon er so øðrvísi bæði í innihaldi og formi, og málið styggir eitt sindur í fyrstani, men hugtakandi er bókin, full av mótsetningum. Hetta er ein eitt sindur against all odds yrking við sosialrealistiska setuppinum, løgna kvæðamálinum og teimum jarðbundnu og góðvarnu eygleiðingunum hjá hestinum og manninum. Og tað er kanska júst av hesi orsøk, at lesarin verður so mikið rørdur sum hann (hon!) var av bókini og teimum merkiliga ópatetisku, ópretentiøsu og konkretu staðfestingunum, sum tá tú minst væntar tað, føra teg út í djúpar og sorgblíðar tankar um poesi og tilveru. 

Tað er sum áður nevnt bert eitt verk og ein rithøvundur, sum vinnur tær 350.000 krónurnar, sum fylgja við virðislønini, men kanska eru tað vit lesarar, sum eru teir sonnu vinnararnir av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins á hvørjum ári. Tí sjálvandi vinna vit øll somul, tá ljós verður varpað á allar hesar frálíku bøkurnar úr norðurlondum. Innstillaðu rithøvundarnir vinna fleiri lesarar og vit lesarar vinna fleiri upplivingar. Vit ynskja Merethe Lindstrøm og okkum øllum hjartaliga til lukku og gleðiligan lestur.

Hesi hava fingið norðurlandavirðislønina í bókmentum seinastu tíggju árini:


2012: Merethe Lindstrøm, Norge
2011: Gyrðir Elíasson, Island
2010: Sofi Oksanen, Finland
2009: Per Petterson, Norge
2008: Naja Marie Aidt, Danmark
2007: Sara Stridsberg, Sverige
2006: Göran Sonnevi, Sverige
2005: Sjón, Island
2004: Kari Hotakainen, Finland
2003: Eva Ström, Sverige
2002: Lars Saabye Christensen, Danmark

Thursday, March 22, 2012

Merethe Lindstrøm fekk heiðurslønina


Tíverri hendi tað heldur ikki hesa ferð, at vinnarin var føroyingur, tí tað var norska Merethe Lindstrøm ið fekk Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2012 fyri skaldsøguna Dager i stillhetens historie. Hetta er aðru ferð, Merethe Lindstrøm er nominerað til norðurlandaheiðurslønina. 


Her eru brot úr nøkrum ummælum í heimlandi høvundans.


Dager i stillhetens historie

    
"Dager i stillhetens historie" er tildelt Kritikerprisen og er nominert til Nordisk Råds litteraturpris.
Var også nominert til Ungdommens kritikerpris og P2-lytternes romanpris.
Et eldre ektepar har inngått en stilltiende pakt om ikke å snakke om sin fortid. Mens han lukker seg mer og mer inne i seg selv, prøver hun å bryte ut av isolasjonen og tausheten. Hvem var hushjelpen de begge ble så sterkt knyttet til i en periode, men som de brått sa opp?
Merethe Lindstrøm skriver fram et stramt, fortettet familiedrama om fortielse og taushet. Det handler om kjærligheten mellom to mennesker som har tatt viktige valg de definerer hele sin tilværelse ut ifra, for så å oppdage at noe ikke lar seg overse. Fortiden dukker ikke bare opp igjen, den har vært der hele tiden.
"Merethe Lindstrøms sjuande, og klart beste roman ... Med utgangspunkt i konkrete situasjonar, borar Lindstrøm utretteleg ned i dei kjenslestyrte nyansane i nære relasjonar. 'Dager i stillhetens historie' har tematisk slagkraft som eit trykkluftsbor, men er like språkleg finstemt som en fjærvekt."
Nora Simonhjell, Morgenbladet

"Noe så sjeldent som en forfatter det er nødvendig å lese. (...) et av bokhøstens virkelige funn."
Vidar Kvalshaug, Aftenposten

"Merethe Lindstrøm viser den suggererende effekten av at en forfatter stoler på sitt stoff. Resultatet er et lite mesterverk av en bok. (...) Det er imponerende hvordan Lindstrøm komponerer et lite kammerspill, og speiler en eksistens så skjørt og fint uten å måtte ty til store ord. Språket er enkelt, elegant og behagelig, men stemningen så suggererende i sitt stille drama. Lindstrøm er kjent som en finslepen novellist, her viser hun til fulle at hun mestrer også et større lerret. (...) Gjennom elegant, episk klipp-teknikk skapes en tekstlig mosaikk av et liv som fortjener mange lesere."
Silje M. Stavrum Norevik, Dagbladet

"Med 'Dager i stillhetens historie' må Merethe Lindstrøm ha skrevet en av høstens beste romaner. I en lavmælt, elegant og presis prosa skriver hun fram et hverdagsdrama som kryper inn under huden på leseren. (...) Merethe Lindstrøm briljerer aldri, hun bruker ikke originale metaforer, ironi eller undertekst, men stoler fullt og fast på styrken i sin egen lavmælte, presise prosa. Derfor blir det et insisterende alvor i denne romanen som ikke unnlater å etterlate et inntrykk av stor troverdighet og autentisitet."
Turid Larsen, Dagsavisen

"Stilfull klokskap. Merethe Lindstrøm er ikkje berre ein suveren, men òg klok stilist. (...) Med 'Dager i stillhetens historie' tek ho eit stilistisk steg vidare i måten å skildra menneskelagnader på, og romanen er noko av det beste ho har skrive til no."
Margunn Vikingstad, Dag og Tid

"... en nær og intens historie om å miste seg selv gjennom å miste andre. (... ) En av årets romaner som vil bli husket."
Sindre Hovdenakk, VG (terningkast 5)

"Merethe Lindstrøms nye roman 'Dager i stillhetens historie' er en usedvanlig fin beretning om viktige ting; ting vi ikke kan tie om, skal det gå oss vel i livet. (...) Merethe Lindstrøms bok er usedvanlig velskrevet, den er klok og vakker i tilnærmingen til fortielsens problem og aldringens uomgjengelighet."
Leif Ekle, NRK P2

"Jeg håper og tror Merethe Lindstrøm får Nordisk råds litteraturpris for denne romanen. ... Dette er en roman med internasjonalt potensial. Et tett familiedrama om å tie i stykker samhørighet. Samtidig trekkes linjene utover til et episk drama som trekker inn en verden utenfor. Mellom disse ytterkantene tegner Lindstrøm portretter av mennesker du aldri glemmer. Hun viser oss en skjør kjærlighetshistorie og makter å sette ord på tausheten som rammer dem, og det i et presist og suggererende språk."
Anne Schäffer, TARA (terningkast 6)

"For dette er en perle av en tekst. Grunnen er både av språklig og mer litteraturteknisk art. Boka er et kroneksempel på hva som skiller skjønnlitteratur fra journalistikk og sakprosa, hva som skiller kunst og virkelighet. Lindstrøms tekst er nemlig begge deler, både kunst og virkelighet. Det er sjelden vare. (...) Jeg kan ikke gjøre stort annet enn å be deg lese denne romanen. Les den sakte."
Jan-Erik Østlie, Aktuell


Fylgið við í handanini av Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins



Í dag fáa vit endiliga at vita hvør fær Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2012
Fylgið við í handanini her klokkan 19 í kvøld:

http://www.norden.org/da/nordisk-raad/nordisk-raads-priser/nordisk-raads-litteraturpris

Vit halda sjálvandi við Hanusi Kamban, sum er innstillaður fyri Føroyar fyri stuttsøgusavnið Gullgentan.  http://listinblog.blogspot.com/2011/12/gullgentan-innstilla.html


Av øðrum heimligum bókmentatíðindum kunnu vit greiða frá, at Arnbjørn Dalsgarð hevur avloyst Berg D.Hansen í innstillingarnevndini. Í nevndini eru nú Ann Ellefsen, Kinna Poulsen og Arnbjørn Dalsgarð.

Tey, sum eru á facebook, kunnu vera við í gitingunum um norðurlandaheiðurslønina her
http://www.facebook.com/nrlitteraturpris

Her eru tvey ummæli av Gullgentuni:



http://www.information.dk/296558  

Forkvinnufrágreiðing


Limir

Felag okkara hevur nú 117 limir. Tveir nýggir limir eru komnir hetta seinasta árið, men tíverri er ein av limum okkara eisini farin, Jens Pauli Heinesen, ið var sera virkin sum rithøvundur og eisini í Rithøvundafelagnum, har hann gjørdi eitt megnararbeiði og var formaður í fleiri ár.

Nevndin
Nevndin hevur síðani síðsta aðalfund havt 11 fundir.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis: Malan Poulsen, forkvinna, Agnar Artúvertin næstformaður, Helle Thede Johansen, skrivari, Zakarias Wang, kassameistari og Carl Jóhan Jensen, nevndarlimur.  Tiltakslimir eru: Turið Sigurðardóttir og Jóanes Nielsen

Umboð í nevndum og grunnum 
Rithøvundafelagið hevur umboð í hesum nevndum og grunnum:
Listafólkasamband Føroya (starvsnevnd: Oddfríður M. Rasmussen og umboðsráð: Carl Jóhan Jensen)
Fjølrit (starvsnevnd: Sigmund Poulsen og umboðsráð: Gunnar Hoydal)
M.A. Jacobsen-nevndin (Vár í Ólavsstovu)
Málnevndin (Heðin M. Klein)
Norðurlendska bókmentavirðislønin (føroyska tilmælisnevndin: Ann Ellefsen, Kinna Poulsen og Arnbjørn Dalsgarð, ið júst er komin uppí nevndina fyri Bergur Hansen)
Kulturkontakt Nord týðarastuðul (nevndin, ið viðger umsóknir: Heðin M. Klein, Guðrun Gaard)
Norðurlendska barnabókarithøvundafelagsskapin Regnhlíf (Marjun S. Kjelnæs og Dánjal Hoydal)
Verkætlanin Listaleypurin (Rakel Helmsdal og Arnbjørn Dalsgarð)
Bókmentaráðið hjá Kringvarpinum (Carl Johan Jensen og Arnbjørn Dalsgarð)

Limatiltøk 
Høvundakvøld í Sirkus.
Ætlanin var at halda á við høvundakvøldunum annaðhvørt miðvikukvøld í Sirkus í Vágsbotni. Tó hevur bara eydnast at hava tvey høvundakvøld.  Annað av hesum kvøldum var týskvøldið 15. november 2011, tá ein av virknastu donsku rithøvundurin Peter Laugesen og Teitur Lassen framførdu saman. Kvøldið riggaði stak væl, Peter Laugesen er ein sera góður upplesari, og so dugir hann at spæla munnharpu eisini, og Teitur Lassen er altíð góður. Millum annað framførdu teir sangin “Syner”, har Peter Laugesen hevur skrivað tekstin, og Teitur syngur. Sangurin er við á eini fløgu, ið varð útgivin til 200 – ára føðingardagin hjá H.C. Andersen.  Nógvir áhoyrarar vóru, nógv ung og so nakrir av okkara limum. Øll sótu sum rúnabundin, har tey fingu hokið seg niðurat. Seinna kvøldið var miðvikukvøldið 29. februar 2012 og hevði heitið Vit leypa frameftir. Tiltakið var partur av rørsluni World Poetry Movement, sum skipaði fyri líknandi tiltøkum við heitinum A leap forward til frama fyri mannarættindum og umhvørvi, í nógvum londum runt í heiminum júst hendan dagin. Agnar Artúvertin og Oddfríður M. Rasmussen lósu upp. Hetta kvøldið var minni væl vitjað.
Ætlanin er at taka høvundakvøldini á Sirkus upp aftur í næstum og royna at hava tiltøk við javnari millumbili.

Bókadagurin 2012 
Bókadagurin var í Norðurlandahúsinum 13. November. Byrjað varð við kvæðatiltaki hjá forlagnum Fróðskapur, har Eivindur Weyhe og Andrea Susanne Opielka greiddu frá sínum nýggju útgávum um kvæði. Aftaná framførdu dansifeløg úr Nólsoy, av Sandi og úr Vágum dansispøl og endað varð við felagsdansi, har áhoyrararnir fingu høvi at dansa við.
Síðani var barnabókatiltak í Dansistovuni, har Rakel Helmsdal, Oddvør Johansen, Eyð Matras (fyri Edvard Fuglø) og Helle Thede Johansen lósu úr nýggjum bókum.
Eftir hetta var rithøvundasamrøða í Forhøllini, har Jóanes Nielsen og Peter Laugesen, ið var boðin higar í samband við bókadagin, tosaðu saman. Teir tosaðu um yrkingasavnið “Smukke Fejltagelser”, ið er eitt vakurt savn við yrkingum bæði á føroyskum og donskum, sum teir góvu út í 2011. Súni Merkisstein leiddi samrøðuna og áhugavert var at hoyra um samstarvið teirra millum, íblásturin til yrkingarnar, mostrar teirra o.m.a.
Hildið varð á við yrkingaupplestri í Forhøllini, har Katrin Reinert, Vagnur Streymoy, Oddfríður M. Rasmussen og Carl Jóhan Jensen (fyri Tórodd Poulsen) lósu nýggjar yrkingar, og Peter Laugesen las úr verkum sínum.
Lisið var síðani úr nýggjum skaldsøgum og stuttsøgum í Forhøllini. Tey, ið lósu vóru: Jóanes Nielsen, Sólrun Michelsen, Firouz Gaini og Agnar Artúvertin.
Rit & Rák hevði bókasølu undir tiltakinum, men eingin kortmaskina var, og bøkur hjá fleiri av høvundunum, ið lósu upp, vóru als ikki við, tí var lítið selt.
Hóast ein sólfyltan heystardag møtti nógv fólk serliga til tiltakið hjá Fróðskapi. Fitt av fólki var eisini til rithøvundasamrøðuna, men tað tyntist út sum frá leið. Seinni endi av tiltakinum var eisini nakað tungur við í so nógvum upplestri. Ljóð- og ljósviðurskiftini vóru heldur ikki av teimum bestu. Hetta má gerast øðrvísi eina aðru ferð. Barnatiltakið var ikki so væl vitjað, óivað tí veðrið var so gott.
Avtala er longu gjørd við NLH, um at Bókadagurin 2012 verður har sunnudagin 25. November. 

William Heinesen hátíðarhald 
 Sunnudagin 15/1 var skipað fyri hátíðarhaldi, ið Plátufelagið Tutl tók stig til, á 112 ára-føðingardegnum hjá William Heinesen. Á skránni var tónleikaframførsla við upplestri av yrkingunum á plátuni: Den yderste Ø (Ytsta oyggin) frá 1981, ið Kristian Blak gjørdi løg til. Gunnar Hoydal hevði føroyskað yrkingarnar og Hans Tórgarð las yrkingarnar upp í hesi týðing. Yggdrasil stóð fyri tónleikinum.
Harafturat  framførdi Ólavur Jacobsen guitartónleik, sum hann sjálvur hevði lagt til rættis til tónleikaverkið ”Vaagn op og slaa på dine Strenge” hjá William Heinesen.
Upplestur av stuttsøgu hjá William Heinesen var eisini á skránni. Hans Tórgarð las.
Kvøldið eydnaðist sera væl, og hóskaði væl til at Kristian Blak seinni sama kvøld fekk mentanarvirðisløn landsins fyri sítt tónlistarliga avrik.

Kringvarpssáttmálin 
Sáttmálin millum Rithøvundafelagið og Kringvarpið var endurskoðaður og longdur í mai seinasta ár. Tillagingarnar, sum vóru framdar tá vóru: ískoyti til grein 1, at Rithøvundafelagið hevur bert ábyrgdina av at býta gjald fyri rættindi millum føroyskar høvundar. Rithøvundafelagið hevur  onga ábyrgd av rættindum millum týðara og upprunahøvund. Harafturat var ein grein skotin uppí, grein 6, um at ein tekstur kann ikki liggja úti á heimasíðu Kringvarpsins longri enn 1 mánað eftir at hann er lisin, ella – um talan er um skaldsøgu – so leingi skaldsøgan verður send. Á fundi við Barbaru Samuelsen frá Kringvarpinum í samband við leingjan av sáttmálanum, átalaðu vit, at brot vóru framd á grein 4, um at høvundur/útgevari skal spyrjast áðrenn tilfar verður varpað út, og lovað var at hetta ikki skuldi henda aftur. Eisini vístu vit á, at grein 3, um at miðast skal ímóti at 50% er upprunatilfar og 50 % er umsett, 60% er nýinnlisið tilfar og 40% eru endursendingar, ikki var hildin; heldur var tað nærum øvugt, at nógv meira var týtt tilfar enn upprunaføroyskt tilfar (hetta sæst í útrokning í formannsfrágreiðingini frá 2011). Vit vita ikki um støðan er betur í dag, tí vit hava ikki havt tíð at gera útrokningar hesum viðvíkjandi. Eisini átalaðu vit, viðvíkjandi grein 5, um bókmentaráð, við 2 limum frá Kringvarpinum og 2 úr Rithøvundafelagnum, ið skuldi gjøgnumganga og gera tilmæli um sendingar, at bókmentaráðið bert hevði havt ein innleiðandi fund. Støðan er ikki broytt nú eitt ár seinni, hóast lovað varð at kalla bókmentaráðið til fundar sum skjótast. Bókmentaráðið má sostatt sigast at vera óvirkið.
Ein annar trupulleiki, ið vit vístu á á fundinum við Kringvarpið var, at tað letur til at sáttmálin hevur torført við at fáa fleiri føroyskar bókmentir í Kringvarpið, serstakliga tá tað kemur til upplestur av yrkingum. Krav eigur, enn einaferð, at verða sett um at bøta um hetta, tá komandi nevnd fer undir nýggjar samráðingar við Kringvarpið um leingjan av sáttmálanum.
LISA tók sær í fjør av at avgreiða samsýningarnar, sum Kringvarpið rindar høvundunum, hvørs tekstir verða lisnir upp. Í tí sambandi vóru høvundarættindi eisini skrásett. Nógvir høvundar vóru als ikki skrásettir ella skrivaðu seg ikki undir dópsnavninum. Harafturat hevur tað verið ringt hjá LISA  at finna fram til, hvør eigur rættindini hjá teimum ymsu høvundunum, sum eru deyðir. LISA hevur latið Rithøvundafelagnum sína skráseting, og rithøvundafelagið hevur átikið sær at rinda samsýningarnar fyri tað, sum verður lisið upp í Kringvarpinum. Talan er um eina fasta upphædd á 250.00 krónur, sum verður býtt út til høvundar, hvørs tekstir verða lisnir upp.
Leggjast má aftrat her, at orsøkin til at vit gjørdu av at átaka okkum at umsita útgjaldið var, at fleiri fólk klagaðu um ikki at hava fingið útgjald fyri í fjør, og at LISA enn manglaði at gjalda ein fittan part av upphæddini fyri upplestur í 2010. Í fleiri førum var orsøkin, at ikki var funnið fram til hvør skuldi hava gjaldið hjá deyðu høvundunum. Kassameistari okkara, Zakarias Wang, hevur átikið sær at fáa alt hetta í rættlag, og heldur tað vera eina fragd at meyla og ringja runt til fólk. Samsýningarnar eru sostatt júst útgoldnar. Vónandi skuldi hesin trupulleikin so ikki víst seg aftur næsta ár.

Heimasíðan 
Heimasíða okkara er nú virkin aftur. Skrivari okkara, Helle Thede Johansen, hevur fingið nýggja heimasíðuskipan at virka, og alt tilfar av týdningi er flytt av gomlu skipanini og yvir í ta nýggju. Til dømis eru høvundalýsingarnar hjá limunum í felagnum fluttar yvir og dagførdar út frá upplýsingum, ið nógv hava nýtt høvi at senda okkum. Tað ber sjálvandi enn til at broyta ella leggja nýtt aftrat síni høvundalýsing. Tíðindi og ymisk kunning av týdningi verða nú javnan løgd á heimasíðuna.
Til ber altíð at seta seg í samband við okkum umvegis heimasíðuna og koma við ráðum, uppskotum, fyrispurningum og øðrum.

Annað nevndararbeiði 
Biskops Arnø
Einki debutantskeið var á Biskops Arnø í fjør summar vegna ætlanir um at niðurleggja debutantskeiðini, m.a. tí hildið varð at annað virksemi heldur átti at stuðlast. Ingmar Lemhagen frá Biskops Arnø kunnaði okkum um trupulleikan, og at hann var keddur um støðuna.
Vit hildu týdningin av tílíkum skeiðum fyri smá norðurlendsk máløki vera alstóran og sendu tí klagubræv til Kulturkontakt Nord, Nordisk Kulturfond og Nordisk Ministerråd, har vit vístu á týdningin av skeiðinum. Vit vístu eisini á, at teir áttu at stuðla hesi verkætlan, sum ígjøgnum langa tíð hevur víst sína dygd heldur enn at stuðla tilvildarligum ‘popputum’ ætlanum.
Ingmar Lemhagen sendi seinni takkarbræv, tí klaguskriv og onnur umrøða, sum okkara bræv var partur av, høvdu viðført at Norðurlandaráðið fór at taka málið uppaftur, og hann væntaði at tað fór at fáa ávirkan.
Í fjør heyst var so debutantskeiðið álíkavæl. Fíggjan var fingin til vega og skjótt mátti berast at at finna luttakarar. Sissal Kampmann luttók úr Føroyum. Hon sigur seg vera væl nøgda og hava fingið nógv burturúr.
Í ár kann so Biskops Arnø hátíðarhalda 30 - ára dagin fyri debutantskeiðini, ið byrjaðu í 1962. Skeið verður aftur í summar 10. – 14. juni,  og vit skulu finna ein luttakara innan 25. Apríl.

Norðurlendsk barnabókavirðisløn
Í løtuni verður arbeitt við at seta á stovn eina norðurlendska barnabókavirðisløn eftir sama leisti sum bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, har upphæddin skal verða tann sama, 350.000
Nevndin í Norske barne og ungdomsforfattere hevur tikið stig til hetta arbeiðið, sum rithøvundafeløg í øllum norðurlondum eru við í.
Hildið verður at barna- og ungdómsbókmentir verða ósjónliggjørdar og lítið virdar í norðanlondum, tær verða sjáldan ummældar og viðgjørdar í miðlunum. Hetta kann ávirka góðskuna, soleiðis at góðir rithøvundar t.d. ikki tíma at skriva barnabøkur. At Norðurlandaráðið letur eina barnabókmentavirðisløn kann mótvirka hesi gongdini.
Hjá okkum fara Helle Thede Johansen og Turið Sigurðardóttir á seminar í Oslo í hesum sambandi 25. og 26. apríl. Ætlanin við seminariinum er at savna tveir til tríggjar rithøvundar og fakpersónar úr hvørjum einstøkum norðanlandi til felags kjak um, hvussu barna- og ungdómsbókmentirnar í økinum kunnu lyftast. Millum annað skal ein felags grundgeving fyri barnabókavirðislønini finnast. Tað sum kemur burturúr skal so leggjast fyri Norðurlendska Ráðharraráðið, ið hevur fund í Oslo 26. apríl 2012.
Helle og Turið hava kunnað seg um støðuna innan barna- og ungdómsbókmentir í Føroyum og sett eina frágreiðing saman. Tær hava sent kunnandi skriv til Bjørn Kalsø mentamálaráðharra, við vón um at fáa hansara vælvild, og biðið um fund við hann. Av viðlagda skjali sæst, at flestu barnabøkur í Føroyum eru týddar, av 88 barnabókum eru sostatt bara 12 upprunaføroyskar.

Ráðgevingartænasta til rithøvundar (mentortímar)
Tørvin á ritstjórnan og ráðgeving er nakað flestu rithøvundar kenna til og sum kunnugt er tað bara Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið veitir rithøvundum hesa tænastu.
Vit eru tí farin at arbeiða fyri, at ein mentorskipan verður sett á stovn undir Mentunargrunni Landsins, har persónar, ið hava neyðugu fakligu førleikarnar og hug at viðgera handrit, verða settir at ráðgeva og/ ella ritstjórna handrit um rithøvundurin ynskir hesa tænastu. Tá hetta er arbeiðið, ið tekur tíð skal tað sjálvandi verða lønt.
Hóskandi hevði í hesum sambandi verið, at ein partur av játtanini hjá Mentanargrunni Landsins var oyramerktur til ráðgeving/ritstjórnan. Vit kundu hugsa okkum at møguleiki var at søkja um ráðgeving, svarandi til eina ávísa upphædd og tímatal, alt eftir støddini á handritinum. Bræv er sent til Mentunargrunn Landsins við fyrispurningi um at samstarva um hetta mál, og vit hava fingið svar, har teir boða til fundar í mai, so vónandi spyrst okkurt gott burturúr tá.

Sáttmálaviðurskifti
Vit eru byrjað at hyggja eftir og umseta burturúr sáttmálum, ið onnur norðurlendsk rithøvundafeløg hava við forløg, við tí ætlan at snikka ein sáttmála til, ið svarar til okkara tørv. Agnar Artúvertin hevur átikið sær at umseta.

Gamlar gerðabøkur
Gomlu gerðabøkurnar hava verið afturvendandi samtaluevni á nevndarfundunum. Nógv tos hevur verið um at finna onkran at skriva tær av, so tær kunnu gerast teldutøkar. Enn er eingin loysn funnin, men vónandi verður tað í næstum.

Malan Poulsen

Vatnlitavár í Steinprenti


Bárður Jákupsson
Leygardagin 24.mars býðst høvið hjá øllum áhugaðum at uppliva eina ljósa og várliga framsýning í Steinprenti við spildurnýggjum vatnlitamyndum hjá Bárði Jákupsson. Ferniseringin klokkan seks um kvøldið er samskipað við framførsluna hjá Aldubáruni, sum byrjar seinni, klokkan 19.30 við síðuna av í nýumbygdu, stásiligu hølunum hjá Østrøm. Seinastu árini hevur Bárður Jákupsson havt fleiri stórar og fagnaðar framsýningar bæði innan- og uttanlands, ið allar hava verið merktar av einum øgiligum yvirskoti og skapanarmegi, og vit tora alt fyri eitt at lova, at henda skapanarmegin er púra óviknað.

Bárður Jákupsson er royndur listamaður. Hansara stílur er eyðkendur við dekorativum, ekspressivt abstraktum náttúrulýsingum við pensilsstrokum, ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum, sum var listamaðurin ein náttúrunnar hjartamátari. Tær nýggju vatnlitamyndirnar bera boð um ein listamann, sum kennir akvareltøknið innanífrá, men sum framhaldandi roynir nýggjar leiðir í síni rannsakan av hesum tøkni. Í fleiri av hansara myndum síggjast flótandi, frí vatnlitastrok saman við neyvari blýants- og tusjstrikum og fleiri staðni eksperimenterar listamaðurin við at spræna vatnlitirnar á pappírið í fleiri løgum og í ymsum strukturum. Á henda hátt sýnist dýpdin í myndunum meira samansett og samanumtikið tykjast myndirnar rættiliga fjølbroyttar.

Litavalið í vatnlitamyndunum breiðir seg frá teimum hóligu jarðlitunum til bjartlitt reytt, gult og blátt. Í barnagarðinum hava børn í einum ávísum aldri eina rættiliga greiða, og heldur avmarkaða fatan av hvat gentu- og dreingjalitir er fyri nakað. Tá verður ljósareytt í serligan mun mettur sum gentulitur, meðan blátt hoyrir dreingjunum til. Nú ætla vit okkum á ongan hátt undir eina kynsspesifikka greining av litavalinum hjá Bárði Jákupsson, men gleðiligt er allíkavæl at kunna staðfesta, at hansara nýggju myndir ýa í gentulitum. Yvirhøvur eru hesar myndirnar tysjandi fullar av lívi og rørslu á ein hátt, sum hóskar lívsjáttandi árstíðini til.  




Wednesday, March 21, 2012

Aftursvar til Hanus Kamban frá Agnari Artúvertin

Aftursvar til Hanus Kamban - viðvíkjandi ummæli hansara av bókini ”Smettihjartað og fleiri søgur” - í In Mente 14. mars 2012

 Mær dámar sera væl negativ ummæli, og stundum skrivi eg slík sjálvur. Men ummælið hjá Hanusi Kamban av mínum endurskoðaðu Poe-týðingum var ikki bara negativt (hevði tað verið tað, so skuldi eg verið væl nøgdur) men tað var tað versta og mest irriterandi, sum eitt ummæli kann vera: tað var smáligt.

Og ikki bara tað, at tað var smáligt, men Hanus dømir mínar týðingar við støði í sínum egnu ideellu fyrimyndum av Poe og hansara skaldskapi. Hanus er eitt barn av, ikki sínari tíð, men mínari tíð.

Hetta vil siga, at honum tykist dáma sera neyvar týðingar, sum vit síggja so nógvar av í dag, har hvør hjámerking av hvørjum komma og hvørjari bindistriku fyri alt í verðini má sleppa við í týðingina. Er alt ikki komið við, ja so verður týðingin høgd niður, líka mikið, hvussu poetisk restin annars er og hvussu væl hon er flutt yvir í føroyskt og føroyskar umstøður.

Eg havi altíð verið ímóti nevrotiskt ovurhonds neyvum týðingum. Mær dámar væl leysligar týðingar - og leysligar týðingar er tað, sum eg havi lagt meg eftir at avrika hesi seinastu 10 árini, eftir at eg so nøkulunda hevði funnið mítt pláss í týðarastarvinum og funnið út av, hvat tað var fyri nakað og at mær dámdi tað sera væl, tí tað snýr seg um at endurgeva við egnum orðum.

Ein fín føroysk týðing av ”Niður í meldurstreymin” stóð í Dimmalætting einaferð í 30’unum - týðarin dulnevndur. Hanus nevnir ta týðingina í ævisøgu síni um Janus Djurhuus og tykist dáma hana væl. Mær dámar hana eisini sera væl - og tað má sigast vera ein leys týðing. Hon er ein fragd at lesa, tí týðarin dugir so væl at broyta og tillaga tað, sum hendir, til føroysk viðurskiftir. Hann var ikki ein, sum legði alstóran dent á hvørt einasta orð.

Eg leggi ongan sum helst dent á, at enska orðið ”impulsive” hevur fingið føroyska sniðið ”viðkvæmur.” Gamaní merkja orðini ikki akkurát tað sama í orðabókini, men í samanhanginum hevur hetta als ongan týdning, tí tað ávísa sinnalagið í søguni er impulsivt av tí, at tað letur umstøðurnar bera seg út um mark, soleiðis at sinnalagið at enda elvir til, at vinmaður tess blívur svakur av sorg og druknar seg.

Orðabókin sigur um ”impulsive”:

”Motivated by or resulting from impulse.”

Og hetta merkir í roynd og veru presis tað sama sum at vera ”viðkvæmur.” Ger tað ikki tað?

Tað er sjálvandi lætt nokk hjá Hanus at smekka upp á s. 661 í orðabókini hjá Sprotanum út fyri ”impulsive” og síggja, at har stendur ”bráður, bráðsnúgvin” og so fara í útvarpið at siga tað. Tað kann ein og hvør gera. Eg helt bara, at tað riggaði betur at siga ”viðkvæmur,” tí tað føroyska orðið inniheldur fleiri hjámerkingar, sum rigga til søguna.

Eg haldi tað vera syrgiligt, at føroysk mentafólk eru so mikið smálig, at tey hefta seg við eitt orð og orðabókamerkingina av tí.

Tað at ganga so høgt upp í orðaneyva týðing er ein samtíðarsjúka, sum Hanus Kamban tíverri liggur lágt við. Tað er eitt lyndi, har hvørt orð skal við og grundgevast skal fyri hvørjari hjá- og fluttari merking.

Í gamla Fraklandi varð úrslitið av slíkum, óneyðugum, ópoetiskum og dyntilspilkandi týðarastarvi nevnt: ”Ad Usum Delphini.” - Til delfinina at nýta.

Delfinin var franskur kongssonur, sum fekk allan tekst litnan upp í hendi, har hvørt orð hevði eina langa fótnotu, sum serfrøðingarnir hjá pápa delfinini høvdu skrivað, soleiðis at delfin-sonurin ikki skuldi fáa hug at hugsa sjálvur.

At gera eina delfin-týðing er at koyra skaldskap ígjøgnum eitt pedagogiskt og orðabókafiltur, sum tekur burtur alt tað, sum er ringt at skilja, og alt tað, sum kann loypa vaml á.

Poe sjálvur stóð fyri presis tí mótsetta av hesum. Og tað geri eg eisini - men tað ger Hanus Kamban ikki. Eg skal til eina og hvørja tíð heldur gera eina ”óneyva” og ”skeiva” týðing, enn eina pedagogiskt tannleysa við fínpussaðum flata, so øll kunnu vera við.

Tað krevur nakað at lesa Poe, og tað sama við týðingunum av hansara tekstum.

Og tað sama er galdandi, tá Hanus ákærir meg fyri ikki at duga nóg væl føroyskt. Eg eri sikkur í, at eg dugi minst líka væl sum Hanus, og mestur betur. Tað at tvey orð vórðu skeivt bend í mínari týðing, merkir ikki, at eg ikki dugi føroyskt, men at eg sjuskaði har í týðingini.

Og tað er í grundini einki at siga til, tí Poe-týðingarnar hava ligið tungt á mínum herðum og riðið mær sum ein marra í 16 ár.

At lúka kleyvarskap og skeivar bendingar úr einari týðing er uppgávan hjá rættlesaranum, ikki hjá týðaranum. Tað veit Hanus eisini sjálvur. Smettihjartað og fleiri søgur varð útgivin uttan rættlestur av teirri orsøk, at eg fekk ov lítið av pengum. Soleiðis er tað. Tá teir, sum eiga pengar, ikki vilja betala, so verður bókin givin út uttan rættlestur og bara við tí sindri av rættlestri, sum eg eri førur fyri og havi nóg góða frástøðu til at gera sjálvur. Og tað er ikki serliga nógv, tá man hevur sitið uppi yvir hesum somu søgunum meginpartin av lívinum.

So er tað yrkingin ”Ulalume.”

Hanus tykist leggja trýstið á fyrsta stavilsi, har eg meini, at tað skal leggjast á síðsta stavilsi. Bara við hesum muni millum Hanus og meg er støðið longu lagt undir alskyns kegli um stevið í yrkingini.

Eg síggi einki galið við stevinum í míni týðing. Hanus nevnir, at upprunatýðingin er í daktýlum, meðan mín týðing er í anapestum. Men tað at tosa um daktýlar kontra anapestar er bert galdandi fyri yrkingar við strongum ørindisfóti, ið ongum frávikum loyvir.

Men yrkingarnar hjá Poe loyva sera nógvum frávikum, bæði frá ørindislagi, ørindisfóti og øllum øðrum aspektum av metrikkini. Hetta veit Hanus eisini væl, tí hann hevur sjálvur skrivað um tað í ævisøgu síni um Janus Djurhuus.

Tað ber ikki til at hefta spjaldrið ”daktýlar” ella ”anapestar” á yrkingar Poes. Heldur eigur ein at taka reglurnar og bera tær saman.

Lat okkum taka fyrstu reglu í ”Ulalume”:

”The skies they were ashen and sober”

Henda regla kann vera: óherd, daktýlos, daktýlos, troka, ella hon kann vera: jamba, anapest, anapest, óherd.

Men í staðin fyri at sita og trætast um ørindisfótar, lat okkum so heldur siga reglurnar hart og vita, um tær ljóða líka. Tað fari eg at lata lesaran gera fyri sær sjálvum. Mín regla ljóðar soleiðis:

”Øskugrá luftin, og døpur”

Eg haldi, tær ljóða líka. Mín manglar eitt óhert stavilsi í byrjanini, men tað tekur einki av stevinum.

Hanus er rímiliga bersøgin, tá hann sigur, at stevið ikki er endurskapt í týðingini. Eg fari at heita á Hanus um at nevna mær eitt dømi, sum ger mun, tá yrkingin verður lisin upp.

Hanus Kamban hevur sjálvur skrivað, hvussu hann hámetir ”orðamusikkin” hjá Poe. Hví hann so fer at sápla meg niður, tá eg sjálvur royni at endurskapa henda orðamusikk, tað skilji eg ikki ordiliga.

Hanus nevnir, at eg geri ánna Lethe til kallkyn. Tað geri eg, og tað var eitt offur á orðamusikksins altari, vanliga nevnt ”týðarafrælsi.”

Hann finst eisini at, at eg brúki orðið ”darta” sum sambært honum hevur ein heldur láturligari dám enn tað enska orðið ”roam.” Men tað brúkti eg, tí tað skuldi ríma við ”hjarta,” og tað var tí, at eg meti rímið hava týdning fyri heildarljóðið og tí eisini orðamusikkin.

Haraftrat merkja tey bæði orðini tað sama, so talan er ikki um skeiva týðing, men heldur um tulking, at endurgeva við egnum orðum og at raðfesta ljóð og samanhang fram um orðabókamerkingar, soleiðis sum ein týðari eftir mínari meining og meiningini hjá fleiri øðrum við mær, eigur at gera.

Tað at pilka orð sum ”opið,” ”mannleyst” og ”lava” burtur úr ”Ulalume” er láturliga smáligt. ”Opið” brúki eg bara einaferð, nevniliga tá tað skuldi ríma við ”oktobur.” Eg haldi sjálvur, eg eri komin rímiliga væl frá rímunum. Tað er ikki so, at eg konstant umseti ”sober” til ”opið.” ”Mannleyst” ljóðar sera væl og veitir døpur hugasambond og riggar tí sera væl at brúka í slíkari yrking.

Nú nevndi Hanus sjálvur svensku týðingina hjá Fröding, sum umsetir ”sober” til ”fräter,” ið merkir ”etjar” ella ”tærir.” Tað er skeiv týðing. Og ikki nokk við tí, tí Fröding sigur eisini:

”och himlen ett askhölje bär.”

”Hölje” merkir ”hylki,” so har kann Fröding kritiserast fyri at brúka eitt orð, sum ikki kemur fyri í amerikanska tekstinum sum ”capsule” ella okkurt sovorðið.

Tað er sjálvandi lætt at taka hvørt orð í einari týðing og umseta tað til okkurt annað mál. Men tað verður ongantíð til skaldskap, uttan til turrar, geldar yrkingar (tað, sum eg plagi at kalla ”akademiskar yrkingar”).

Til tess at stuðla upp undir hesa áskoðan á, hvussu ein góður týðari arbeiðir, skal eg vísa til týðingina hjá Janus Djurhuus av ”Gorpinum,” har Janus týðir regluna:

”Surely,” said I, ”surely that is something at my window lattice;

til:

”Ivaleyst ímóti glugga eitt man uttanfyri rugga, -

Her verður hugmyndin hjá Poe av onkrum gátuførum, sum pikkar upp á gluggan, til eina ordiliga serføroyska hugmynd av einari gamlari konu í sjáli, sum hevur raggað sær inn í túnið hjá høvuðspersóninum í yrkingini og vil sleppa at selja honum bundnar hosur ella klippfisk ella okkurt tílíkt.

Her kann sigast, at Janus hevur flutt yrkingina yvir í føroyskar umstøður.

Tað kann eisini sigast, at hann hevur oyðilagt myndina hjá Poe. Men gev mær eina týdda yrking, har ørindislag og orðamusikkur og allar myndir eru við. Tann týðingin eksisterar ikki og fer ongantíð at eksistera. Tíbetur, tí munur er á máli.

Nú veit eg ikki, hvat delfinin sigur til hetta aftursvarið?


Agnar Artúvertin