Saturday, July 23, 2011

Lucian Freud farin


Kendi enski listamaðurin Lucian Freud er deyður 88 ára gamal. Hann var abbasonur Sigmund Freud, føddur í 1922. Hann var portrettmálari og málaði nógvar sjálvsmyndir, eins og hann ofta brúkti vinfólk og familju til at sita model fyri seg. Hansara portrettmyndir eru serligar, ofta tjúkt málaðar lýsingar av menniskjum, sum ikki á nakran hátt verða idealiserað. Í sambandi við portrettmyndir er tað eftirhondini rættiliga klichémerkt at siga, at málarin málar sálina heldur enn útsjóndina á avvarðandi model, men hetta duga í grundini bert nøkur fá listafólk og Sigmund Freud er ein teirra, sum eisini hevur sín heilt egna stíl við myndum, ið tykjast merkiliga óavgreiddar sum t.d. tann óvanliga lýsingin niðri undir av klassiska myndevninum málari og model.

Lucian Freud: Málari og model
 

Friday, July 22, 2011

Jim Morrison-endurvitjan


Fyrstu ferð eg hoyrdi "The Crystal Ship" hjá The Doors stóð alt stilt. Tað var um náttina og eg var saman við vinfólkum á veg inn í eini hús í Havn eina av hesum spontanu, stuttligu og sorgleysu løtunum, sum ungdómurin er so fullur av. Eg hoyrdi ta fyrstu strofuna og steðgaði fullkomiliga upp har í gongini, meðan alt suss og ljóð hvarv. Hjartað dukaði og eg hitnaði um kjálkarnar og visti meg uppliva okkurt marksetandi, tá eg hoyrdi ta djúpu, melankolsku røddina hjá Jim Morrison, sum tóktist mær so óendaliga syrgilig. - í ungum ivaloysi visti eg beinanvegin, at hetta var besti kærleikssangur, eg nakrantíð hevði hoyrt og soleiðis hevði eg tað nokkso leingi. Men síðan hoyrdi eg "In the warm room" hjá Kate Bush, "Perfect day" hjá Lou Reed, "Wild is the Wind" hjá David Bowie og so framvegis og víðari og tíðin fór og eg fór við og við árunum kølnaði forholdið til góða gamla Jim og tær gomlu vinylpláturnar  hjá The Doors eitt lítið sindur.

Nú eitt kvøldið gekk eg inn á gólvið í Mimir og upplivdi har av tilvild nakrar musikalskar garpar við flairi fyri Jim Morrison og Doorstónleikinum. Flóvin, Jón og Brandur (og Bjarki kom aftrat) sungu og spældu eina deiliga drúgva versión av Riders on the Storm, umframt tann herliga ovurhonds flipputa My wild love (-sum hann syngur væl, Flóvin). Her fyri vóru tað júst fjøruti ár síðani, Jim Morrison doyði og í hesum sambandi vitjaðu serliga ung fólk grøvina hjá honum. Tað er helst hesin sami romantiskt syrgiligi dámurin, sum rakti meg á sinni, ið fær ung fólk enn í dag at elska The Doors og karismatiska sangaran í bólkinum. The Crystal Ship kom út í 1967, árið fyri sum eg varð fødd og smá trý ár seinni funnu tey tann syrgiliga sangaran syrgiliga deyðan í einum baðikari í París.  Um likamið man vera nokkso upployst har tað liggur á Pére Lachaise kirkjugarðinum í París, hava fjøruti ár neyvan tann stóra týdningin, tá tú ert staddur on the other side í ævinleikanum. Hinvegin merkjast tey hesumegin, tey 27 árini, sum eru farin síðan, eg fyrstu ferð møtti Kristalskipinum í vindfanginum í einum húsum í Havn. Eri ikki longur uppá fornavn við harra Morrison og eg tími ikki longur at brúka eina nátt uppá at kjakast um innihaldið í "People are strange, when your´e a stranger...". Og eg veit tað væl. Tað er stórt spell fyri meg. Tá eg í dag hendinga ferð hoyri The Doors sum hetta kvøldið í Mimi ella eg lurti eftir hypnotisku røddini hjá Jim Morrison á gomlum plátum kann tað henda, at rúsandi ørvitiskenslan frá hini ungdómsnáttini aftur reisist seg við fullari styrki og tá eri eg fullkomiliga á einum máli við Jim, óansæð um hann syngur um løgin ella fremmand fólk, um at bíða eftir sólini, um at vísa veg til eina wiskeybarr, um sundurbrotnan ungdómskærleika, ella um sjálva endan: "Deliver me from reasons why. You'd rather cry, I'd rather fly..."





Before you slip into unconsciousness
I'd like to have another kiss
Another flashing chance at bliss
Another kiss, another kiss

The days are bright and filled with pain
Enclose me in your gentle rain
The time you ran was too insane
We'll meet again, we'll meet again

Oh tell me where your freedom lies
The streets are fields that never die
Deliver me from reasons why
You'd rather cry, I'd rather fly

The crystal ship is being filled
A thousand girls, a thousand thrills
A million ways to spend your time
When we get back, I'll drop a line

(KP)

Thursday, July 21, 2011

Grindalistin


Á heimasíðuni hjá Ekstrabladet eru tey so mikið væl informeraði, at tey hava fingið fatur á, at Paul Watson er komin til Føroya. Á listablogginum eru vit ikki enn heilt komnar yvir, at tað bara er skipið hjá Paul Watson, sum eitur Brigitte Bardot. Vit vóru so spentar og hildu fyri vist, at tað var hon sjálv, hin fyrr so undurvakra og nú so djórakæra frú Bardot, ið komin var at vitja okkum. Sambært Ekstrablaðnum er grindadráp ein skrekkilig hending, sum tó ikki kemur fyri meira enn júst eina ferð um árið : "Havet bliver farvet rødt af blod under det årlige drab på grinde-hvalerne på Færøerne…". Á listablogginum eru vit ikki so frægar, at vit hava hóming av nær árliga drápið byrjar, men tá nú høvið er til staðar, hava vit hug at sýna fram nøkur dømi uppá list, ið á ein ella annan hátt viðger grind og grindadráp. Eg havi ikki funnið heitini á øllum verkunum og tað er kanska spell, tí tey kunnu vera rættiliga sigandi. T.d. eitur fíni linoleumsskurðurin hjá Janusi Kamban, sum er nr 10 í røðini her "Hvalurin tann ediligi skapningur" (1986), meðan tann deiliga, appilsingula daman hjá Tóroddi Poulsen eitur "Birgitta 32 ár og grindamaðurin 53 og hini" (2005). Standmyndin hjá Janusi Kamban, har menn nokkso mansliga hvíla beinini oman á fonginum meðan teir práta og sum eg havi fotograferað úr bókini um Janus eitur "Prát eftir drápið" (1969). Úrvalið er yvirhøvur ikki fullfíggjað á nakran hátt, tað eru sera nógv verk, sum eg ikki finni, t.d. Uppskorin hvalur (1985) hjá Hans Paula Olsen osfr. Men er nakar av okkara lesarum, ið veit um og hevur myndir av grindalist, eru tit hjartans vælkomin at senda okkum tær til listinblog@gmail.com

Tóroddur Poulsen

Janus Kamban


Arnold Vegghamar


Frimod Joensen

Tróndur Patursson

Hans Pauli Olsen


Sámal Joensen Mikines

Mynd úr Vestmanna 1854

Tóroddur Poulsen


Mikines


Tann ediligi Janus Kamban


Mikines

Tóroddur


Mikines

Tróndur Patursson

Pernille Kløvedal Helweg

Tóroddur Poulsen gevur okkum her myndina av einum røttum nútíðarføroyingi, ið als ikki ætlar sær í grind


(KP)

Tríggjar stjørnur til Sekel

http://politiken.dk/kultur/boger/faglitteratur_boger/ECE1340679/faeroeerne-har-fint-tjek-paa-kunsten/



"Det kan godt være, at Færøerne ligger langt ude i Atlanterhavet, men de følger fint med i, hvad der foregår i resten af kunstverdenen."

Wednesday, July 20, 2011

Himmalspegilin - myndabloggur

Í dag varð verkið hjá Guðrið Poulsen, Himmalspegilin, sum er framman fyri Fimi í Gundadali í Havn handaður kommununi. http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=2985 Vegna forfall vóru vit á Listablogginum ikki við til hátíðarhaldið, men vit hava verið ein túr í Gundadali og tikið myndir av nýggja verkinum:




















Jens Pauli Heinesen farin




EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐ

So verður sagt av monnum

at lívið er markleys neyð

eitt dýpi av gráum døgum

og børn, ið biða um breyð

Kanska er lívið sorgarlag

kanska er lívið gott

og kanska eg ein skínandi dag

beri kenslu av myrkari nátt

Í nátt er luftin so rein og klár

bládjúp og ísandi køld

foldin hvílir í hvítari tøgn

og norðlýsið reisir sær tjøld

Og vit mítt er fult av tonkum

á ferð út á víðan veg

at finna á miðleysu náttargongd

tann vísdóm, ið uggar meg

Men ongan vísdóm eg finni

ið sigur tey sonnu orð

Sum bløðandi fuglar falla tey

aftur at hvítari for

Tó eg veit at dýrgripir finnast

og fjalast við gráan eim

tá gentur og dreingir spenna

sum folar í dans og gleim

Tá barmur mín spentur av undran

av eydnu, av tungari trá

av iva og sorgarløgum

Eisini, eisini tá

:,: veit eg at lívið er gáva

eitt dýpi av dýrari tíð

sum øll skulu valla ígjøgnum

rekast og villast inní :,:

Orð: Jens Pauli Heinesen
Lag: Elin Brimheim Heinesen

Mong ár eru liðin síðan Jens Pauli Heinesen, 21 ára gamal og ólukkuliga forelskaður skrivaði hesa romantisku yrkingina, sum dóttir hansara, Elin seinni gjørdi lag til og sum í dag er ein av okkara best umtóktu felagssangum. Jens Pauli var 78 ára gamal nú hann legði árarnar inn og tað er ikki innan tað lyriska, men innan prosaskaldskapin, hann gjørdist serstakliga virkin høvundur. Hann var føddur í Sandavági í 1932 og gjørdist lærari, men gavst í 1970 við vælsignilsi frá konuni, Maud Brimheim, sum hann giftist við í 1956. Tey vóru bæði kend Havnafólk og búðu uppi á Stoffalág í Eysturbýnum í Havn. Saman við konuni átti Jens Pauli Heinesen døturnar Elin Brimheim Heinesen og Marionnu Heinesen og harumframt átti hann eisini dóttrina Beintu Jacobsen og sonin Janus á Húsagarði. Jens Pauli Heinesen skrivaði fleiri stuttsøgusøvn, skaldsøgur umframt sjónleikir og fleiri av søgunum eru rættiliga kendar millum fólk, m.a. tann satiriska, stuttliga "Lesarabrøv úr Krabbaurð" og "Rekamaðurin". Men tað er stóra verkið "Á ferð inn í eina óendaliga søgu", ið fevnir um fleiri samanhangandi bøkur, ið verður mett sum høvuðsverk í ritverkinum hjá Jens Paula Heinesen. Tematiskt snúgva bøkur hansara um leiklut listamansins sum uttanfyristandandi eygleiðari, men eisini um menniskjað sum heild og tess dáralæti, um barnsins upplivingar og um kærleika. Jens Pauli Heinesen varð heiðraður við fleiri heiðurslønum fyri hansara skaldskap; hann fekk fýra ferðir Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir og í 1999 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

(KP)

Tuesday, July 19, 2011

Verkið hjá Guðrið Poulsen liðugt

Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu verður alment hátíðarhald við fimleikahøllina FIMI í Gundadali mikudagin 20. juli kl 16 í sambandi við, at listaverkið hjá Guðrið Poulsen, Himmalspegilin, er liðugt. Hetta er sostatt feskasta úrslitið av góðu avgerðini hjá Tórshavnar Kommunu at brúka 1,5 % av byggikostnaðinum av øllum nýbygningum hjá kommununi til list. Í sambandi við útbjóðingina at gera listaverk á økinum uttan fyri FIMI, komu 14 uppskot inn. Listabólkurin valdi ímillum innkomnu verkini verkið Himmalspegilin, sum listakvinnan Guðrið Poulsen hevur gjørt. Her á blogginum hildu vit, at uppskotið hjá Bjørn Nørgaard átti at vunnið og nakað av kjaki stóðst av hesum. M.a. høvdu Ole Wich og Malan Marnersdóttir ávíkavist eitt kjakinnlegg og eitt ummæli í Sosialinum. Ole Wich staðfesti m.a.: "Når Kinna kalder forslaget fra Bjørn Nørgaard et mesterværk, så er det et udtryk for blindt snobberi. Jeg kan godt forstå, at Kinna får våde drømme af Bjørn Nørgaards strunke monument..." og bara at lesa eins egna navn í einum tílíkum setningi, tað er ikki bara sum at siga tað. Men eg haldi í grundini ikki, at Malan Marnersdóttir var nógv frægari, tá hon í ummælinum skrivar, at "..kongligi hovlistamaðurin Bjørn Nørgaard háðar føroyingar, tá hann lýsir teir sum menniskjaligar verur, sum hava veðra- ella tjaldurshøvd. Við øðrum orðum føroyingar ella í minsta lagi ítróttarfólk hava veðra- ella tjaldurshøvd..". Umframt at vera rættiliga malsjønskt í mun til listamannin Bjørn Nørgaard, býr í útsøgnini ein óvanliga fýrkantað tulking av einum listarverki.

Men gott er. Eg havi ikki og havi ongantíð havt nakað í móti verkinum hjá Guðrið Poulsen, eg helt bara, at nú vit høvdu henda heldur óvanliga kjansin fyri at ogna okkum eina frálíka standmynd í heimsflokki hjá Bjørn Nørgaard, so áttu vit at tikið av. Hesi hugsjón standi eg við. Frá í morgin av hava vit verkið Himmalspegilin at taka støðu til og at fegnast um, tí eftir myndunum at døma, sum eg havi sæð á facebook, riggar tað sera væl uttan fyri Fimi í Gundadali.

Á heimasíðuni verða verkið og listakvinnan lýst: Listaverkið er eitt horisontalt verk, umleið 8 m. í tvørmát, úr hondgjørdum svørtum sementflísum, har keramiskir formar eru stoyptir niðurí, í høvuðsheitum kringlutir í skapi, í ymiskum litum og frábrigdum. Í ávísum flísum er ljós lagt niðurí. Um dagin virka ljósini sum partur av ornamentikkinum, og um kvøldið lýsir túnið sum himmalspegil av smáum veikum vetrarstjørnum. Listaverkið er við til at skapa og samansjóða virksemið og umhvørvið hjá teimum, ið ferðast har um leiðir. Endurtiknu kringlutu skapini, sum eru niðurfeld í listaverkið, skapa ein forvitnisligan dynamikk, og verkið bjóðar bæði til hvíld og rørslu. Himmalspegilin vendir sær til tey virknu og bjóðar til interaktión, sum í sjálvum sær í symbolum snýr seg um rørslu og gleði við at íðka og njóta fimi. Guðrið Poulsen er útbúgvin keramikari og hevur nomið sær úbúgving í Finlandi og Íslandi árini 1982-86, umframt at hon hevur verið námsferðir í øðrum londum. Guðrið hevur tikið lut í nógvum felags framsýningum innan- og uttanlands og hevur sýnt fram á einstaklingaframsýningum í Føroyum. Á listablogginum gleða vit okkum at síggja verkið og vóna at koma við myndum og umrøðu í næstum.


(KP)

Monday, July 18, 2011

SUMMARLISTIN 3 - sólin hjá Munch

Hetta er triðji bloggur í eini røð, sum vit kalla Summarlistin og sum heilt einfalt snýr seg um nøkur framúrskarandi verk, sum á ein ella annan hátt minna um sól og summar. Í dag fagna vit sjálvari sólini við eini atypiskt ljósari mynd hjá Edvardi Munch. Hann er annars mest kendur fyri tær tungu, ofta dapru, symbolsku og ekspressivu myndirnar, sum hann byrjaði uppá í 1890´unum og sum gjørdust íblástur hjá nógvum listafólkum, m.a. Mikines. Hendan sólmyndin er partur av eini stórari prýðing, sum Munch gjørdi á universitetinum í Oslo. Myndin er frá 1912 og hon er einføld, dekorativ og innihaldsliga í familju við vitalistiska rákið, har sólin verður dyrkað sum lívgevandi.

Sunday, July 17, 2011

Stríðið um mentanarstuðulin

Tað er sanniliga ikki bara í Føroyum, at rok er í kjalarvørrinum av árliga mentanarstuðlinum. Kendi danski høvundurin Jens Christian Grøndahl fekk avslag uppá sína umsókn og er so fratørur um hetta, at hann hevur søkt um innlit í stuðulshandaninar. Í brævi skrivar Grøndahl: "Forfattere, som jeg tillader mig at anse for mine ligemænd, hvad angår vægt og betydning, har nu i adskillige år i træk modtaget arbejdslegater. Det gælder eksempelvis Helle Helle, Pia Juul, Thomas Boberg og Pia Tafdrup. Denne automatik kan der i sig selv sættes et kulturpolitisk spørgsmålstegn ved... ". Jens Christian Grøndahl hevur fingið eitt yvirlit yvir tey, sum hava fingið avslag síðan 2005 og hevur almannakunngjørt hetta yvirlitið saman við einum illsinnaglepsi av eini viðmerking um, at tað eru tey somu sum fáa stuðul ár eftir ár, meðan royndir høvundar sum hann sjálvur fáa avslag ár eftir ár. Danska rithøvundafelagið hevur mótmælt og hevur roynt at forða Grøndahl í at fáa yvirlitið. Rithøvundafelagið heldur, at eitt avslag uppá listastuðul eigur av verða merkt av sama anonymitetskravi sum tá søkt verður um starv. Forkvinnan fyri rithøvundafelagið, Lotte Garbers sigur: »Derfor har vi klaget over det. Og undersøgt, hvad vores reelle muligheder er for at forhindre, at en masse navne bliver udleveret. Men vi har fået at vide, at vores indsigelse ikke har opsættende virkning, og at listerne er udleveret. Hvis vi kunne have forhindret den aktindsigt, så havde vi gjort det. Men nu har vi i stedet sendt et brev til vores medlemmer og oplyst dem om, at der har fundet aktindsigt sted, for rigtig mange af vores medlemmer har fået afslag og har jo troet, at det ikke ville blive offentliggjort«. Forkvinnan fyri bókmentanevndina hjá Kunstfonden, Ida Jessen, sigur, at teimum dámdi einki at útlevera nøvnini: »Der kan være nogen, der af forskellige grunde ikke ønsker, at det kommer frem. For mange er det jo livsgrundlaget, og et afslag, som så oven i købet bliver udbasuneret, er ikke rart at få«. Ida Jessen leggur aftrat: »Vi har selvfølgelig givet til dem, vi synes er de bedste. Men det hører med til billedet, at det forrige litteraturudvalg sidste år tildelte Jens Christian Grøndahl kunstfondens livsvarige ydelse, der er en meget stor hædersbevisning«. Tað tykist sum um Grøndahl stendur meir ella minni einsamallur við sínum atfinningum av Statens Kunstfond. Hansara reaktión verður kallað fyri "øvundarálopið hjá Grøndahl" osfr. og onkur hevur eitt sindur speiskliga nýtt høvið at skjóta upp at víðka ævistuðulsjáttanina, so hon verður til at liva av. Men hetta er neyvan nógv meira realistiskt, tíverri, enn káta og sympatiska úttalilsið á Varmakeldu frá Fritz Johannesen, ið skjeyt upp, at føroyska mentanarjáttanin varð víðkað til 500 milliónir.

Teir 10 donsku høvundarnir, sum í tíðarskeiðinum 2006-2011 hava fingið mestan pening frá Statens Kunstfond eru:
Pia Juul: 650.000 kr.
Ursula Andkjær Olsen: 625.000 kr.
Helle Helle: 600.000 kr.
Søren Ulrik Thomsen: 600.000 kr.
Kirsten Hammann: 550.000 kr.
Pia Tafdrup: 550.000 kr.
Katrine Marie Guldager: 525.000 kr.
Peter Poulsen: 525.000 kr.
Martin Glaz Serup: 517.000 kr.
Thomas Boberg: 508.000 kr.

Hvørt ár fáa meira enn 200 rithøvundar avslag uppá teirra umsókn um arbeiðslegat frá Statens Kunstfond. Millum høvundar, sum hava fingið avslag frá 2006-2011 eru:

Jens Christian Grøndahl
Stig Dalager
Anna Grue
Pablo Henrik Llambías
Martin Hall
Iselin C. Hermann
Christian Mørk
Susanne Staun
Benn Q. Holm
Michael Larsen
Birgithe Kosovic
Jens-Martin Eriksen
Jokum Rohde
Sven Holm
Leonora Christina Skov
Kristian Leth
Asger Schnack
F.P. Jac

Kelda: Greinir í Politiken: http://politiken.dk/kultur/boger/ECE1318273/groendahl-staar-naesten-alene-med-kritik-af-kunstfond/
http://politiken.dk/kultur/boger/ECE1337999/groendahl-forfatterstoetten-skal-laegges-om/

(KP)

Saturday, July 16, 2011

SUMMARLISTIN 2 - Hans Andrias Djurhuus og Per Kirkeby


Nú hitar sólin bjarta land og hav,
í urtagarði fagrar blómur anga,
firvaldar flagsa, ongan mást tú fanga.
Týn ei tað lív, sum sólin veingir gav!

Vilt tú sum eg, í hond vit taka stav
og burt frá bygdum langar leiðir ganga;
vit dvølja millum heygar løtu manga,
tá vaknar mangt, sum fyrr í barmi svav.

Í sólarbrandi glógva fjøll og sker, -
og varrar mynnast, veist tú nakað betur?
Kring heyg og túgvu heiðafuglur letur
frá morgunstund, til sól til viða fer.

H. A. Djurhuus. Prentað í Tingakrossi í 1908. Myndirnar tók eg, tá vit ein frálíkan summardag vóru sunnudagsbiltúr uppi á oyggj m.a.
























"Færøerne er byzantinske klippestumper i Nordatlanten.
Hellige mænd har revet ikonernes trinbjerge ud af billederne og smidt dem ud i det vilde hav.
For at have et sted at drømme om som forladthedens sted.
Formerne er så dramatisk billedmæssigt udformet, at der må have været virkelig gode malere på spil. Som samtidig har været ført af hellig indsigt. Se Store og Lille Dimon.
Det er former skabt for søjlehelgener. Og overalt er der trapper mod himlen."
Per Kirkeby í hugtakandi bókini Rejsen til Færøerne, ið snýr seg um ferðina hjá Kirkeby í mai 2000, tá hann arbeiddi í Steinprenti og fekk heili 77 framúr prent burturúr.



(KP)