Wednesday, April 11, 2012

At ferðast við einum beini í grøvini og hinum í einum føroyskum hyli


At ferðast er at liva, segði  H.C. Andersen. Ævintýrforteljarin, stórfleygarin og listamaðurin, sum meira enn nakar annar er við til at skapa ta donsku sjálvsmyndina.  Bæði so og so. Tað er umráðandi at kenna egnan mentanararv og ikki legga seg skerflatan fyri  mentanarimperialismu. Eisini tá vit ferðast, skulu vit minnast hvaðani vit komu. Men kortini er tað ein amerikanari - yrkjarin og høvundurin Edgar Allan Poe - sum hevur sagt tað best fyri hesum skrivandi danskaranum:  At ferðast er at doyggja eitt lítið sindur.
Tá tú ferðast, er tú í eini fløkju av skilnaði, skal siga farvæl við menniskju, við støð og við partar av tær sjálvari. Á ferðini sleppa vit tí stóra týdninginum, sum vit hava í okkara egna gerandisdegi, og vit gerast pinkulítil í heiminum og í søguni.
Tá vit ferðast fáa - í hvussu so er summi av okkum - tann einfalda og narcissistiska tanka, at vit sum makaleysir einstaklingar -  uppliva okkurt fyri seinastu ferð. Eg eri so mikið sjálvsáhugað og so mikið ørkymlað um mín evarska lítla týdning í tí stóru myndini, at eg fái tankan, at hetta kanska er seinastu ferð eg eri á Musée d’Orsay frammanfyri teimum verkum, sum eg skrivaði sergrein um fyri 10 árum síðani og sum eru lunnarnir undir mínum ástøði.
At hetta kanska er seinastu ferð eg standi á Louvre. Á hesum heimslistasavni, sum er høvuðsímyndin fyri mínar tankar um, hvat eitt listasavn eigur at verða, tankar sum eg – ikki uttan skursl – havi stríðst fyri og vil stríðast fyri.
At ferðast er sjálvsagt eisini at liva, einamest tá børn eru við og vit saman kunnu uppliva nýggj støð og kend støð av nýggjum.
At hyggja eftir heiminum við nýggjum eygum, at føðast og endurføðast, at varnast og endurvarnast. Men samstundis støðugt at doyggja eitt lítið sindur, tí eg veit, at hetta er seinastu ferð eg leiði ein fýra ára gamlan Jens Brand í rullutrappuni í Centre Pompidou. Og lat meg siga beinanveg, at rullutrappurnar hugtóku drongin meiri enn listin.
Soleiðis stóð eg við murran í búkinum í Paris í farnu viku. Við øðrum fótinum í grøvini er kanska tikið í so dýran til, men hin fóturin stóð heilt víst í einum føroyskum hyli.  Hóast eg nokk mest eri skapt av H. C. Andersen og tí ástøði, sum var frammi, tá eg læs í Keypmannahavn, so er tað í Føroyum at havi virkað mest, og tað er føroyski veruleikin, sum eg beri við mær út í heim. “Herfra min verden gaar”, skrivaði hann eisini. H.C. meini eg.
Tað er ógjørligt at hyggja eftir eini framsýning uttan samstundis at hugsa, hvat kundu vit lært av hesum heima. Hvussu kunnu vit seta fram nýggj perspektiv, hvørji høpi kunnu vit seta listina í, hvønn týdning kunnu vit geva listini fyri okkara lív, okkara trivnað, okkara mentanarpolitik, okkara gransking, okkara sjálvsmynd. Møguleikarnir eru óendaligir.
At minnast fortíðina er heilt grundleggjandi fyri eitt ríkt listalív. Tíma vit ikki at læra um fortíðina, skilja vit ikki nútíðina og vit skilja ikki, at alt er nýtt og einki er nýtt. Nú hanga tekningarnar hjá da Vinci á Louvre, og tær eru ein framúrskarandi vegur til fortíðina. Tær eru so sterkar og sansaligar, at eg kenni meg næstan kropsliga knýtta til stað, har alt hevur sín uppruna. Teir týsku romantikararnir, sum eg sá í Køln og Hamburg á veg heim, knýta okkum til sjálvan kjarnin í føroyskari list, eins og týsku ekspressionistarnir knýta okkum til ta serstøku ond, sum føroysk list er sprottin úr. Nei, fortíðin skaðar ikki.
Kortini kenni eg, at tað er nútíðina vit skulu leggja okkum meiri eftir. Eg sá fleiri framsýningar við samtíðarlist, eitt nú eina við nútíðar arabiskar list – ein framsýning sum veruligt tók meg av bóli. Eisini eina ovurstóra framsýning við standmyndum. Eg má bara staðfesta, at vit mugu ferðast fyri at síggja framsýningar av hesum slagi – hon var so stór, at vit ongantíð fáa ráð til hetta slagi av framsýningum her. Tann, sum ferðast, má eisini temja sínar tankar. Eg vitjaði eisini aftur á fleiri listasøvn og mátti enn einaferð sanna, hvussu fullvís serliga pompidoufólki eru, tá tey keypa list – tann, sum ferðast kann væl droyma um at havt eitt slíkt starv.
Sjálvandi skal alt hugsast niður í stødd, men eg upplivi, hvussu nútíðin er til staðar í teimum stóru evropeisku býunum á ein heilt annan hátt enn her heima. Og tað haldi eg ikki, at vit eiga lata okkum lynda. Virðingin fyri mentanararvinum og fyri okkara fortíð, skal greipast við virðingina fyri tí sum er nú. Vit skulu leggja okkum nógv meiri eftir nútíðini, gera okkum ómak at granska nútíðina, sýna hana fram og miðla hana, annars missir eisini fortíðin sín týdning. At ferðast leiðir okkum inn í nútíðina, men her er eisini nógv nútíð. Tað ræður bert um at lofta henni. Helst nú.
Um tvær vikur skal eg aftur út at ferðast. Hesiferð til Keypmannhavnar, har eg skal halda røðu fyri seks ungum føroyskum listafólkum. Framsýningin eitur Fráflyting og er sostatt, eins og tað at ferðast, í ein fløkja av skilnaði og eina ørgrynnu av tvítýdningum. Tað er fantastiskt, at ung føroysk listafólk leita sær út í heim, koma til nýggjar sannkenningar og sýna fram sína list, men eg doyggi eisini eitt lítið sindur, tí tey eru burtur og tá eg hugsi um ta nútíð, sum vit missa í Føroyum. Tað er nú einaferð her vit liva.
(IS)

Tuesday, April 10, 2012

Hvat er natúrligt?


27.juli, ið summi nevna "lítlu ólavsøkuaftan" verður Faroe Pride skrúðgongan gjøgnum miðbýin í Havn, har vit øll hava høvið at fylkjast og stuðla við LGBT á odda, sum er felag fyri samkyndum, tvíkyndum og transpersónum. Faroe Pride er árligt tiltak har samkynd, tvíkynd og transpersónar hava møguleikan at gera vart við, at eisini tey eru partar av føroyska samfelagnum og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt afturvendandi tiltak, ið heiðrar ymiskleikan hjá øllum føroyingum og setur fram ynski um líkarætt fyri allar borgarar í Føroyum. 

Felagið hevur søkt stuðul til eina lista- og vísundaframsýning við heitinum "Hvat er natúrligt?", og í morgun hoyrdust frá Nordisk Kulturfond tey gleðiboð, at tey hava valt at stuðla tiltakinum við 100.000 krónum. Enska yvirheitið á verkætlanini er "Diversity of the North" http://www.nordiskkulturfond.org/~/media/C16C7FABFD124207953DA14D7FDDD74A.ashx 
Eiler Fagraklett, sum er nevndarlimur í LGBT greiðir frá, at felagið hevur sent fyrispurning til rættiliga nógv føroysk listafólk um at koma við íkasti til framsýningina. Fyrispurningurin ljóðar: "Fyri at framsýningin ”Hvat er natúrligt?” skal gerast veruleiki, hava vit tørv á listfólkum, sum á sín egna listarliga hátt tolka sam- og/ella tvíkyndleikan hjá djórum í Útnorðri. Tað hevði verið okkum ein dyggur stuðul um tú sum listafólkum, hevði vilja skapt og latið eitt listaverk um hetta evnið til framsýningina hjá LGBT Føroyar í summar...". 

Endmálið við framsýningini er at upplýsa almenningin og at víðka um ta trongskygdu uppfatan, mong hava av, hvat normalur kynsligur samleiki er. Samstundis er endamálið at økja um tolsemi og stuðulin til samkynd og tvíkynd í Føroyum. Umframt framsýningina verður skipað fyri kunnandi kvøldum í nýumvældu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Fleiri fyrilestrar verða um evnið, sum hava samband við framsýningina Millum annað fer Turið Sigurðardóttir at at røða um samkynd í føroyskari bókmentasøgu. Kinna Poulsen fer at lýsa evnið: Samkynd og samkyndleiki í føroyskari list, og amerikanski professarin Mariah Schug fer at siga frá síni gransking við føroyingum og okkara tilveruliga virðisgrundarlagi.

(KP)

Hugsa um børnini í Afrika og et epli, listafólk!


14. mars var eg ein túr í tinginum, tí mentan var á skránni.  Málið, sum var á skránni var eitt uppskot frá Tjódveldi um ymsar umleggingar av Mentanargrunni Landsins. Eg havi funnist at hesum uppskotinum áður, tí eg haldi tað líkist einari fyribilsloysn. Eg haldi heldur, at andstøðuflokkarnar skuldu brúkt teirra orku uppá saman at gera nøkur seriøs uppskot til umleggingar, sum eru fullkomiliga skottrygg og sum, um ikki annað, kunnu verða gjøgnumførd, tá andstøðuflokkarnir sjálvir koma í samgongu.

Men eg fór í tingið allíkavæl, tí tað vælmeinta og sympatiska uppskotið skuldi sjálvandi stuðlast og sjálvt um eingin (ei heldur Tjóðveldi) trýr uppá nakað úrslit av uppskotinum, haldi eg, at tað hóast alt er herligt og neyðugt, at kjak er um mentan og at mentan er á skránni í løgtinginum. Tað fyrsta tú sum lærari leggur til merkis er tann heilt ófatiligi mangulin uppá disiplin í tinginum, har tingfólk uttan tamarhald spasera runt, práta, flenna og ringja í heilum. Men ókey, talan er um vaksin fólk, eg skal ikki blanda meg og mong teirra høvdu eisini teldur við, sum tey sótu stillisliga og hugnaðu sær við. Eg sá bara skíggjan á einari teldu frá har sum eg sat á áskoðaraplássunum, og á tí skíggjanum sá eg listinblog.blogspot.com, sum haraftrat var sligin upp á einum bloggi, sum eg sjálv havi skrivað um mentanarpolitikk og so kann man jú ikki lata vera við at vera positivt sinnað. Og nógvar vóru grundirnar til at eg kundi vera jalig, tí limir frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn høvdu fín upplegg, sum eg næstan hoyrdi óhindrað, sjálvt um nógvur gangur var allatíðina. Men eg bleiv allíkavæl ørkymlað, tá Gunvør Balle frá Tjóðveldi setti Jónu Mortensen, sum er limur í mentanarnevndini fyri Sambandsflokkin ein spurning. Tað var okkurt við hvussu hon ímyndaði sær, at listastuðulin skuldi síggja út - ein fløktur og stórur spurningur, men tó eitt evni, sum ein limur í mentanarnevndini má roknast við at hava umhugsað. Jóna Mortensen svaraði okkurt við, at nú var hon altso heilt nýggj og hevði ikki havt tíð at seta seg inn í málið, og tað er jú ikki so ørkymlandi, men so tosaði hon eisini um hvat er hvat og tað er ikki til at vita og skúli og mentan er í einum og vissi hon skuldi raðfesta, ja so vildi hon heldur miðsavna seg um skúlagongd til tey forsømdu børnini. Eg veit ikki hvørji tey forsømdu børnini eru, men eg vóni sanniliga, at vit longu veita børnunum skúlagongd, tí annars er tað ein ordans gøla. Eg gangi bara út frá, at øll børn fáa tilboð um skúlagongd í Føroyum, sjálvt um tað væl kann vera, at tilboðini eiga at vera betri. Men so kom eg í tankar um tey smáu, svongu børnini í Afrika, var tað kanska tey hon tosaði um? Í hesum føri haldi eg, at hon  hevur rætt, eg haldi so avgjørt, at vit skulu stuðla menningarlondunum og eg síggi ikki nakað er til hindurs fyri, at taka flatskattalættan aftur og koyra peningin í ein stóran posa, sum skal sendast til tey ið eru verri fyri enn vit. Tað hevði verið eitt sindur av stíli yvir eini tílíkari gerð. 

Eg dugi bara ikki at síggja hví hesin grandiosi tanki skal hava nakað við mentanarpolitikk at gera. Nakrar túsund krónur tiknar frá mentanini til tey fátøku høvdu sjálvandi gjørt mun hjá teimum fátøku, men hví taka frá tí mest útpínda økinum, tá vit kunnu fáa til vega nógv meira pening á øðrvísi hátt, og hví skal tað altíð vera mentan, sum fær okkum til at raðfesta. Politikarar og fjølmiðlar hava eina margháttliga felagshugsan um, at raðfesting hevur okkurt við mentan og list at gera. Tað er eins og eru orðini límaði saman. Løgið. 

(IS)

Monday, April 9, 2012

Tað sum sigast má



Rættiligt rumbul hevur staðist av eini yrking, sum týsk/pólski rithøvundurin (f.1927 í Gdansk) og nobelheiðurslønarmóttakarin, Günther Grass almannakunngjørdi herfyri og nú er hann vorðin persona non grata í Ísrael, haðani hann hevur fingið innferðarforboð. Vit hava lænt týðingina av yrkingini, sum Carl Jóhan Jensen hevur gjørt. Á hansara facebooksíðu er eisini kjak um yrkingina, fleirtalið heldur, at hon fyrst og fremst er ógvuliga vánalig (altso upprunayrkingin og ikki týðingin). Sjálv haldi eg tað vera áhugavert, at Grass hevur valt at skriva eina tílíka prosayrking í staðin fyri at orða eitt lesararbræv. Kanska hevur hann hildið, at hansara meiningar um Ísrael fóru at verða listnar við mildari eygum, um tær stóðu í eini yrking? Men so var ikki. Reaktiónirnar eru í øllum førum rættiliga ógvusligar og rithøvundurin fær skotið í skógvarnar, at hann á ungum árum var limur í Waffen SS, og at hann er antisemittur, reaktiónir sum hann sambært yrkingini roknaði við at fáa. Onkur heldur, at einasta grundin til, at yrkingin hevur fingið so nógv uppmerksemi er, at høvundurin hevur fingið nobelheiðurslønina og sjálv má eg viðganga, at maðurin handan Blikktrummuna hevur mína ævigu virðing og áhuga. Men hetta er so dømi uppá hvat nobelheiðurslønin kann brúkast til, tí ikki er tað ofta, at ein yrking er ovast á breddanum í tíðindameldrinum.



Tað sum sigast má

Günther Grass

Hví havi eg tagt og dult so leingi
tað sum er opinbert og aftur
og aftur vant í krígsspölum, har vit,
um vit yvirliva, í besta lagi enda 
sum ein ill undirgrein.

Tað er hesin sonevndi rætturin til fyribyrgjandi álop,
ið saktans kann beina fyri iranum, hesum kjaftbreiða kúgaða 
og í fyriskipaðum fagnaði niðurbundna
fólkinum, nú gitingar eru frammi um
at kjarnorkuvápn verða smíðað í teirra umveldi. 

Men hví aftri eg meg so í, meðni,
at nevna onnur lond við navni
sum gud viti hvussu leingi – um enn í loyndum- 
hava havt eina vaksandi kjarnorkutilbúgving,
men uttan eftirlit, uttan nakrar kanningar sum helst?

At soleiðis verður hult yvir hesi viðurskifti,
hetta at tøgn mín legnar seg eftir teirri almennu tögnini,
kenni eg sum eina tyngjandi lygn,
sum eitt bann, ið rópar eftir revsing um tað ikki verður virt;
“gýðinga-hatur” eitur dómurin javnan. 

Íðan hvat, nú land mítt,
sum av og á noyðist at taka í egnan barm
og standa til svars fyri óbótalig brotsverk,
enn eina ferð sum var tað ein avgreiðsluspurningur bara,
um enn íðuliga við dámi av iðranargerð,
ætlar at lata Ísrael ein kavbát afturat
serliga útgjørdan til at beina
altoyðandi spreingiløðingar hagar,
ið eingin við vissu veit um ein einasta kjarnorkubumba finst,
men kortini illgruni vil roknast fyri sannprógv,
tí sigi eg tað, sum má sigast. 

Men hví havi eg higartil tagt?
Av tí at eg helt uppruna mín,
ósvitaliga dálkaðan,
bannað mær at nevna hesi viðurskifti
sum ein greiðan sannleika um Ísrael,
eitt land, ið eg eri og altíð fari
at verða knýttur at.

Men hví sigi eg hetta nústani,
aldraður og við seinasta blekkdropanum:
Kjarnorkuveldið Ísrael hóttir
ein framundan viðbreknan heimsfrið?
Eg sigi tað tí at tað, sum má sigast
kann longu í morgin verða ov seint;
Og tí at vit – illgitnu týskarar – 
kunnu gerast partur í einum brotsverki
sum er fyrisigiligt og samsekt okkara
tískil ikki fjalast við teimum vanligu undanførslunum.

Nei, illanstíð tigi eg longur.
Hyklið í vesturheiminum
er mær ovboðið; harumframt vóni eg,
at onnur evna at loysa seg undan tögnini eisini
og fara at skora tey, sum eru atvoldin í hesum vanda,
til ikki at brúka vápnamegi
og somuleiðis krevja 
at ein altjóðastovnur, 
sum bæði londini hvørt sær viðurkenna
fær óavmarkað og varandi eftirlit 
við ísraelskari kjarnorku
og iranskum kjarnorkuverkum.

Bert soleiðis ber til at hjálpa 
ikki bert Ísraelum og Palestinum,
men eisini öllum grannafíggindum, 
har um vegir, í hesum londunum,
sum eru hertikin av yvirsjónum,
og tá ið av tornar eisini okkum sjálvum.

Sunday, April 8, 2012

Gul kviss - listafólkini eru:

Við hesum meira og minni gulu og meir og minni páskaligu samtíðarlistaverkunum ynskja vit okkara lesarum gleðiligar páskir. Tit eru vælkomin at gita hvørji listafólkini eru. Vit seta nøvnini inn í morgin.


Tal R

Torbjørn Olsen


Zacharias Heinesen

Dennis Agerblad

Arnold Vegghamar


Tummas Jákup Thomsen


Anna Seppälä


Hansina Iversen

Andreas Schulenburg 

Cathrine Raben Davidsen

Hanni Bjartalíð


Morten Schelde

Peter Bonde

Zven Balslev


Rannvá Kunoy

Saturday, April 7, 2012

Langafríggjadag í Sarajevo



Í gjár var hátíðarhald í Sarajevo í sambandi við, at 20 ár eru liðin síðani kríggið. Hildnar vóru konsertir, framsýningar og performance um allan býin tjúgu ár eftir, at kríggið byrjaði 6.apríl í 1992. Eitt av teimum ógvuliga rørandi og ítøkiligu minnistiltøkunum er ein installatión av 11.541 reyðum stólum, sum er talið av teimum, ið doyði í Sarajevo undir krígnum. Fleiri hundrað stólar eru smáir til tess at gera vart við, at eisini børn doyði í ræðuliga stríðnum.




http://video.plasa.msn.com/watch/video/empty-chairs-mark-20-years-bosnia-war/yrkdkco3

http://www.dailymail.co.uk/news/article-2126117/Bosnia-remembers-11-541-chairs-laid-Sarajevo-memory-dead-20-years-bloody-conflict-began.html

http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-17636907


Friday, April 6, 2012

Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir CPH: DOX


Tey, sum eru stødd í Keypmannahavn kunnu í dag fáa eina serliga uppliving um tey fara í Cintemateket í Gothersgade. Har verða stuttfilmarnir há Rannvá Káradóttir og Marionnu Mørkøre sýndir, sum hava vunnið virðisløn og hava verið mikið heiðraðir á stuttfilmsstevnum kring heimin. Vit hava fingið tíðindaskriv og seta tað inn her umframt umrøðu av einum av filmunum her á blogginum: http://listinblog.blogspot.com/2011/01/froyar-hava-fingi-eina-filmslist.html

Tær báðar listakvinnurnar hava valt filmin The color of Pomegranates frá 1968 hjá Sergei Parajanov, ið tær vísa á sum eina umráðandi inspiratiónskeldu.

http://archive.org/details/ColorOfPomegranates-SayatNova1968


ARTIST TALK OG FÆRØSKE FANTOMBILLEDER FREDAG 6. APRIL!

Oplev de smukkeste billeder man kan forestille sig at se i biografen, når den færøske kunstduo Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir fredag den 6. april præsenterer deres film i Cinemateket - efterfulgt af en Artist Talk og en kurateret visning af et sjældent mesterværk.
Færøernes barske og storslåede natur danner baggrund for de to unge kunstnere Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttirs overjordisk smukke, sort/hvide billeddigt i foreløbigt fire dele på i alt ca. 20 minutter. Efter visningen vil de to filmskabere give en Artist Talk i salen, fulgt af en visning af Sergei Paradjanovs The color of Pomegranates (1968, 79 min.). Filmen er kurateret af Mørkøre og Káradóttir som kreativ inspiration for deres eget arbejde, og vises i en sjælden 35mm filmkopi. Aftenen starter kl. 18:30 i Cinemateket, Gothersgade. Billetter kan bestilles på tel. 33743412 eller her!

Om Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir:

Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttirs filmværk toner frem i gådefulde tableaux som skygger af en anden verden. Den luminøse himmel, de forrevne klipper og græsklædte vidder er en storslået scene, hvor sortklædte skikkelser med blege måneansigter udfører et hemmelighedsfuldt ritual og hvor en lille pige i en kjole danser i en luminøs tåge af lys. Der er elementer af både mytologi og science fiction i det unge pars visionære værk, der er planlagt som en cyklus i otte dele, hvoraf vi her viser de fire første.

Med en fælles baggrund i dans, performance, modestudier, og ikke mindst fotografi og film, er der ikke overraskende tale om et visuelt begavet studie i bevægelse og kropslighed. Udtrykket er umiskendeligt nordisk, og meget moderne, når de spøgelsesagtige landskaber svæver over lærredet til et underspillet ambient/drone-score.

Vi viser de fire, korte film: Magma, Amohr, Irra og Marran. Efter parrets Artist Talk rundes aftenen af med Sergei ParadjanovsThe Color of Pomegranates (1968) - et billedligt mesterværk uden sidestykke, valgt af Mørkøre og Káradóttir. På gensyn til en uforglemmelig aften i biografen!

CPH:DOX



Thursday, April 5, 2012

Vár við lýggjari samtíðarlist 5



Býur úr deyðssynd


Hvat er synd?
Spurdi tú.
Mánin skrálaði fram við okkum.
Knappliga sá eg teg.
Slepp bara syndini og far.
Svartur sum vindurin yvir skógunum.





Mynd: Halldis Olsen
Yrking: Anne Carson, týðing Oddfríður Rasmussen. Vencil nr.6





Wednesday, April 4, 2012

Tarira 10 ára jubileumskonsertir í Havn og í Fuglafirði

.
Liðin eru tíggju ár síðan eldhugaðir og royndir kórsangarar tóku seg saman at stovna kórið Tarira og hava tað verið tíggju ár við nógvum og ymiskum avbjóðingum, ið røkka av hægstu tindum í Tibet til roykstovuna í Kirkjubø. Av teimum mongu framførslunum, sum kórið hevur havt kring oyggjarnar, kunnu nevnast konsertir í Húsavíkar kirkju, Gøtu kirkju, Fuglafjarðar kirkju, Sandavágs kirkju, Christianskirkjuni í Klaksvík og mangt annað forvitnisligt, t.d. radiooperain hjá Kristiani Blak "Arnhild og Eyðstein" saman við Eivør m.o. og oratoriið "Judas Iskariot", sum kórið framførdi í Sjóvar kirkju. Kórið hevur luttikið á fleiri fløguútgávum, t.d. "Maimynd", "Døgg" og "Flóðir av ljósi". Tarira heldur til í Havn og tað er eisini í Havnini, kórið hevur havt flestar konsertir í Müllers Pakkhús, Dómkirkjuni Vesturkirkjuni og í Norðurlandahúsinum, sum var karmur um bæði "Sing to be loved" framførsluna og "Weekdays", sum í báðum førum fevndi um samstarv við Teitur. Síðstnevnda varð eisini framførd í DR konserthúsinum í Keypmannahavn, har kórið hevur havt fleiri konsertir, umframt aðrastaðni í norðurlondum. Í sambandi við jubileumsárið hevur kórið ætlanir um konsertferð uttanlands, umframt at fara í holtur við nýggja fløguútgávu í næstum.

Jubileumskonsertirnar hjá Tarira verða ávikavíst í Listahøllini á Skipasmiðjuni í Havn og í kirkjuni í Fuglafirði og áhoyrarar kunnu gleða seg. Eitt er, at tónleikaliga støðið er høgt, men hesa ferð eru umframt føstu kórmanningina eisini fyrrverandi kórlimir bodnir við og tessvegna verður tað eitt rættiliga stórt jubileumskór, sum fer at framføra nøkur av yndisverkunum hjá kórinum. Hjá áhoyrarunum skuldu líkindini verið góð fyri heilum herðindum av gásarholdi m.a. tá kórið framførir hugtakandi verkið Sleep hjá amerikanska samtíðartónaskaldinum Eric Whitacre ella Lamentations hjá enska renesansutónaskaldinum Thomas Tallis. Kórið hevur líka síðan byrjanina satsað uppá samtíðar- og renesansutónleik. Eitt spildurnýtt verk er eisini á skránni, tað er verkið "Við tína vøggu", ið Sunleif Rasmussen skrivaði til yrking hjá Karsteni Hoydal, sum fyri kortum hevði fyllt hundrað ár. Sunleif Rasmussen hevur verið kórleiðari í Tarira síðan kórið byrjaði og tað er enn sum áður hann, sum stýrir bæði yndisligum og ógvisligum tónum í áhugaverda tónleikinum, sum eru á skránni hjá t.d. Unn Patursson, Paula í Sandagerði, Paula Hansen og Kára Bæk.

Langa fríggjadag 6. apríl kl. 16.00 í Listahøllini á Skipasmiðjuni í Havn. Atgongumerki verða seld við dyrnar. Leygardagin 7. apríl kl. 16.00 í kirkjuni í Fuglafirði



Tuesday, April 3, 2012

Vár við lýggjari samtíðarlist 4



Inni í kjarnanum á tí stóra
fjallinum
skal sál mín búgva.
Úr fjallinum rennur áin,
sálin.
Jú longur oman hon rennur,
størri gerst hon, og stóra
djúpa havið bíðar, har
stórhvalur svimur í tí myrka,
dulda dýpinum.
Umskapast til fuglin, sum við
sterkum veingjum alsamt
flýgur og sær

flýgur og sær.

Mynd: Anker Mortensen
Yrking: Øssur Johannesen

Monday, April 2, 2012

Andreas Schulenburg í Steinprenti

Tað er altíð áhugavert at fara inn á gólvið í Steinprenti á Skálatrøð. Í løtuni hongur ein ljós og frísk framsýning við vatnlitamyndum hjá Bárði Jákupsson niðri undir í gallarínum og í erva hevur týsk/danski listamaðurin Andreas Schulenburg (f.1975) arbeitt, hann fór heim aftur síðsta sunnudag. Á vegginum har avrikið hongur sæst, at væl er fingið burturúr. Andreas Schulenburg hevur gjørt tvey prent, sum ímynda ávikavíst ein búff á ljóst olivengrønari bakgrund og ein brotnan fløskuháls á reydligari bakgrund.





Hetta er fyrstu ferð, Andreas Schulenburg hevur arbeitt við steinprenti. Hann hevur annars arbeitt við sera nógvum tøknum so sum vatnlitamyndum, teknifilmi, leirlist, standmyndum og seinastu árini hevur hann arbeitt nógv við tóvirkismyndum og -standmyndum. Á framsýning hjá honum, sum eg sá í Specta í Keypmannahavn í fjør vóru fleiri filtstandmyndir, sum næstan tóktust 70´arakendar, merktar sum tær vóru av samfelagsatfinnandi boðskapi. Men tað var bara næstan, tí besnissaða blandingin av góðvarni og speisemi er alt ov sofistikerað til bara at vera politisk og tað vísur seg eisini sum, at hendan listin er væl meira kompleks og fleirtýðug enn tann meira politiskt frelsta og eintýðuga listin frá sjeytiárunum. Her eru myndir frá hesari framsýningini m.a. http://listinblog.blogspot.com/2011/10/listrundfer-i-keypmannahavn.html


Hyggja vit at nýggja steinprentinum, ið ímyndar ein brotnan fløskuháls, tykist myndevnið ikki hava stóran týdning sum so. Tó er tað sum um, at mátin fløskuhálsurin er teknaður vakurt við dekorativt bylgjandi umhvarvsstrikuni og við nærlagni settur niðarlaga í myndaflatanum gevur honum monumentalan týdning og kraft. Lýsingin tykist merkiliga lagnutung, samstundis sum hon av sonnum eisini er merkt av humor og av poesi. Jan Andersson tók fotomyndirnar.






(KP)

Sunday, April 1, 2012

Tíðindaskriv: Nýggjar mentanarheiðurslønir latnar Tóroddi Poulsen og Carl Jóhan Jensen



Í sambandi við, at 75 ár eru liðin síðan bókaverkið Barbara kom út, og 60 ár eru liðin síðan bókaverkið Móðir Sjeystjørna kom út, hevur Mentamálaráðið avgjørt at seta á stovn tvær nýggjar mentanarheiðurslønir uppá tilsamans eina hálva millión krónur. Heiðurslønirnar hava fingið heitini Ársins Barbara og Ársins Móðir Sjeystjørna.
 

Mentamálaráðið umsitur fleiri mentanarligar stuðulsskipanir. Hesar skipanir eru umlagdar og savnaðar í tveimum nýggjum stórum heiðurslønum, sum nú eru tær størstu føroysku mentanarheiðurslønirnar. Heiðurslønirnar verða latnar við heimild í løgtingslóg, har ásett er, at nevnd ger tilmæli til landsstýrismannin um móttakarar av Ársins Móðir Sjeystjørnu og Ársins Barbaru. Sambært viðtøkunum skulu heiðurslønirnar latast listafólkum, sum í teirra virksemi hava skarað framúr og sýnt serliga góð listarlig evni. Í viðtøkunum verður mælt til, at heiðurslønirnar í fyrsta lagi verða latnar listakvinnum, ella listafólkum, sum á onkran hátt hava ruddað slóð fyri listakvinnum. Landsstýrismaðurin hevur sett nevnd at gera tilmæli um báðar heiðurslønirnar. Í nevndini sita Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen. 

 “Eg eri fegin um at kunna handa nøkrum av fremstu listafólkum okkara hesar báðar virðislønir á 250.000 krónur hvør fyri stóra avrik teirra. Vit eiga í Føroyum úrmælingar á so nógvum økjum innan mentan og list, og tað er av týdningi, at vit áhaldandi varpa ljós á skapandi virðini, ið hava so ómetaliga stóran týdning fyri okkara samfelag,” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
 

Í grundgevingum sínum sigur dómsnevndin millum annað: “Ársins Móðir Sjeystjørna verður í ár latin Carl Jóhan Jensen fyri ríkidømið og listarliga fjølbroytnið, sum merkir alt, sum hesin listamaður nertir við. Nýggjasta dømi um nýskapandi margfeldið í verkum hansara er ment gjøgnum talgilda miðilin, har hansara listarliga alter ego tvinnar saman fleiri ræsur av modernaðum tilviti um nakað higartil ósæð, hetta eru listaverk, ið spreingja higartil kendar allýsingar fyri hvat eitt listaverk er."
 

"Ársins Barbara verður í ár latin Tóroddi Poulsen hvørs neistarok av flogvitugum og stórmerkiligum yrkingasøvnum og andríkari myndlist hava ríkað mál og fólk í mong ár. Við sínum meistarligu kompositiónum letur listamaðurin upp nýggjar dimensiónir í listini, og spreingir áhaldandi rammurnar fyri føroyskari list, sum hann hevur endurnýggjað og flutt fram í samtíðina."
"Tað er okkara vón, at hesar báðar heiðurslønirnar verða báðum listamonnum til kveikjan, stimbran og stuðlan".

Heiðurslønarmóttakararnir, Carl Jóhan Jensen og Tóroddur Poulsen eru í dag fyrsta apríl kunnaðir um stóra heiðurin. Heiðurslønarhandanin er almenn og verður hildin við røðum, tónleiki og upplestri í nýumvældu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn á føðingardegi listablogsins fríggjadagin 6. Juli 2012 kl. 20. 





(IS)