Friday, September 9, 2011
Hvat hendir fríggjakvøldið tann 9. September klokkan hálvgum tíggju?
Fara grundirnar at skelva undir Havnini?Fer himmalin at skrædna og tuska køld æl av donskum fimmoyrum yvir Suðurstreym?Fer reynið yvir Kirkjubø at skjóta rygg og sláa Trøllhøvda um koll við labbanum? Fer løgmaður at valsa um vágirnar í lakkskóm og við drotningini í ørmunum? Fereitt reytt orkestur av grindahvalum at hangaupp yvir Sandagerði? Fara grindamenn at skera seg sjálvar á háls? Fer traðarmaðurin í túninum við ráðhúsið at missa steinin á tærnar á borgarstjóranum? Fer Nólsoyar-Pállat kunngera hvørjum hann lúrir eftir í Vágsbotni?Fara uttanjarðarverur av Viðareiði at ríða ljósini á Tórsvølli norður til Klaksvíkar? Fer ein fyrrverandi tingformaður sláa seg sjálvan til fyrsta riddara av fullveldinum?Fer verðin at endavendast? Fer Rasmus at søkka niður í Tinghúsvøllin?
Á, nei, nei vælsignað.
Men valstríð er.
Valstríð til fólkatingið og ikki tær at siga, góði lesari,er tað ein skarpræstnað tvørsøgn. Valstríð til fólkatingið. Ein svøvnkend messa. Valevni eftir valevni kemur í miðlarnar at lesa tær gomlu reksurnar av hálvum sannleikum, gabbi, fordómum og undanførslum. Veljarin situr og geispar við hús, leingist eftir Gekkinum við saltaðum ráka av nátum í munninum.
Men nú ætla vit í Tjóðveldi at fáa lív hesa stirðnaðu altargongdina aftur. Vit skipa fyri vertshúsagongd í miðbýnum í Havn við valevnum okkara, yrkjarum og tónleikarum.
Tiltakið byrjar fríggjakvøldið klokkan hálvgum tíggju á Café Natúr.
So ristið nú deyðadumsið av tykkum, góðu havnarfólk, setið nøs og høku upp úr teirri tokuni av líkasælu, sum heimastýrið sveipar so kjaftsvart um tykkum. Gevið sansum og skili høvi at nýggja upp í hjarta tykkara álitið á fullveldið og framtíðina.
Vertshúsagongdin byrjar sum sagt klokkan hálvgum tíggju (21.30) á Café Natúr og síðani verður gingið vertshús av vertshúsi fram til klokkan hálvgum eitt (t.e. 12.30).
Umframt valevnini luttaka: Carl Jóhan Jensen, Bárður Persson, Jóaness Nielsen, Oddfríður M. Rasmussen og ungir og mergjaðir tónleikarar.
Skrá:
Café Natúr 21.30 Bergtóra Høgnadóttir Upplestur og tónleikur
Café Casper 22.00 Ingolf Olsen Upplestur og tónleikur
Café Mica 22.30 Annita á Fríðriksmørk Upplestur og tónleikur
Cleopatra 23.00 Jógvan A Djurhuus
Margretha Nónklett Upplestur og Tónleikur
Hvonn 23.30 Gunnvør Balle
Heini Holm Upplestur og tónleikur
Sirkus 00.00 Bjørt Samulesen Upplestur og Tónleikur
Irish Pub 00.30 Óluva Klettskarð Upplestur og tónleikur
(CJJ)
Thursday, September 8, 2011
WEEKDAYS - Teitur, DR Pigekor, Tarira og Aldubáran
Mynd: Marianna Mørkøre
Nýggj verk verða frumframførd tann 16. okt. í Norðurlandahúsinum og í konserthúsinum hjá DR í Keypmannahavn tann 3. nov. Tað er Teitur Lassen, ið hevur skrivað “Weekdays”, og støðið undir verkinum eru teir sjey vikudagarnir. Verkið er fyri kór og orkestur og er í sjey pørtum. Íblásturin til tónaverkið hevur fram um alt verið einfeldnið og hugtøkan av tí minimala. Verkið verður framført í samstarvi við Danmarks Radios Pigekor, føroyska kórið Tarira og tónleikabólkin Aldubáran. Teitur er kendur sum sangskrivari við serligari dygd, og hansara sangir kennast um somu tíð bæði viðkvæmir og sterkir. Sangirnir festa seg í hugan, tí teir bæði skaldsliga og ljómliga standa sterkir. Vit síggja nú nýggjar og dyggar síður av stóru tónlistargávunum hjá Teiti. Áhuga fyri teimum klassisku ljóðførunum hevur Teitur havt leingi, men tað hava verið onnur tónaskøld, sum hava staðið fyri útsetingini av tónaverkunum hjá honum. Nú er tað Teitur sjálvur, sum hevur skrivað alt nótaritið.
Tað er eitt brot úr amerikanska skaldaverkinum Freedom eftir Jonathan Franzen, sum er tekstliga støðið undir verkinum "Nice Man's Anger", sum Tarira syngur. Ein av høvuðspersónunum, tann fitti Walter, er tilvitin um umhvørvið og sera góðviljaður, men mitt úti á motorvegnum flýgur illsinnið í hann. Tær ymsu kórrøddirnar hava leiklutin sum ávikavist ytra og innara frásøgufólk. Hetta verður flættað saman við beinleiðis talu næstan sum í einum songleiki, og samstundis sum bæði frásøgnin og tónleikurin eru merkt av álvara, er verkið á tremur við skemti.
Danmarks Radios Pigekor kemur á konsertferð til Føroya í heyst. Kórið hevur áður framført saman við Teiti, og í hesum sambandi verður konsertskráin økt við meira tónleiki. Tarira verður stjórnað av Sunleif Rasmussen. Hann man vera best kendur sum tónaskaldið, sum setti føroyskan samtíðartónleik á klassiska heimskortið, tá ið hann skrivaði fyrstu føroysku symfoniina. Hann hevur skrivað verkið "Jordpigernes drøm” fyri kór og percussion til Danmarks Radios Pigekor. Støðið eru brot úr skaldsøguni Tornið við heimsins enda eftir William Heinesen.
Tað er listakvinnan Marianna Mørkøre, ið hevur myndað konsertbúmerki og myndir.
Weekdays. Norðurlandahúsið 16.okt. kl 19.00 og DR Konserthus 3. nov. kl 19.30. Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum http://www.nlh.fo/ og heimasíðuni hjá Konserthuset www.dr.dk/konserthuset
Labels:
KP,
Tíðindaskriv,
Tónleikur
Wednesday, September 7, 2011
Danska mentanarpolitikkinum fattast visiónir, men hvar er tann føroyski mentanarpolitikkurin?
Danskur mentanarpolitikkur er stívnaður í konsensus metir Jørn Langsted leiklistarprofessari, sum heldur danskar politikarar eru samdir fyri at vera samdir og sakna dirvi til at raðfesta og broyta raðfestingar innan danskan mentanarpolitik. Um hetta snýr ein grein í Information seg um, sum eg seti inn her. Hundraðdollaraspurningurin, sum lesarin nú tað stundar til val kann grunda yvir, ljóðar soleiðis: Hvar er føroyskur mentanarpolitikkur, hevur hann nakað uppá seg og er tað yvirhøvur nakar, sum leggur nakað í føroyskan mentanarpolitikk?
"Der er stort set konsensus blandt de politiske partier om de store linjer for dansk kunst og kultur. Politikerne jonglerer kun med et par hundrede millioner, og eksperter efterlyser politisk mod til at tage hul på diskussionen om fremtidens kulturpolitik. Om ikke andet bliver politikerne snart tvunget til at forholde sig til hårde prioriteringer på området, lyder det. I dag er det præcis 50 år siden, daværende statsminister Viggo Kampmann (S) grundlagde sit Ministerium for Kulturelle anliggender, og Julius Bomholt (S) som den første satte sig i ministerstolen. Men trods det seneste årtis ophedede debat om kulturkanon og smagsdommere er dansk kulturpolitik i dag mere end nogensinde en konsensuspræget affære, hvor ingen af de politiske partier for alvor tør tage hul på de grundlæggende kulturpolitiske spørgsmål. Det mener Jørn Langsted, leder af Kulturpolitisk Forskningscenter på Aarhus Universitet:
»Man kan selvfølgelig definere værdidebatten som kulturpolitik, og her er uenighederne tydelige. Men der er umiddelbart ikke den store uenighed, når det kommer til konkret kulturlovgivning, kulturstøtte osv. Det er derfor kulturpolitikken også er så fraværende i valgkampen for ingen tør påpege uenighederne.«
Roger Buch, lektor ved Danmarks Medie- og Journalisthøjskole er enig i, at dansk kulturpolitik er præget af en høj grad af enighed: »Der er en bred konsensus på kulturområdet, og langt de fleste af de beslutninger, der tages, tages i fællesskab.« Roger Buch påpeger, at der dog er kulturpolitiske områder, hvor der hersker en grundlæggende uenighed mest åbenlyst spørgsmålet om, hvorvidt TV2 skal sælges eller ej.
Peanuts
Ikke desto mindre fastholder Jørn Langsted, at ingen af de etablerede partier grundlæggende ønsker at ændre på eksempelvis den støttemodel, vi har i dag. »Ingen tør åbne debatten ved at sige: Lad os nedlægge eller gentænke støtten til Det Kongelige Teater eller Operaen. Og man kan slet ikke forestille sig en Christiansborg-politiker, der grundlæggende kommer med nogle nytænkende og anderledes initiativer,« siger han og fremhæver som eksempel, at de konkrete og ambitiøse kulturpolitiske initiativer i den igangværende valgkamp glimrer ved deres fravær. S-SF har ganske vist planer om at forøge det samlede kulturpolitiske budget med 100 millioner kroner om året, men det imponerer ikke Jørn Langsted: »Her snakker vi 100 millioner kroner ud af det samlede kulturpolitiske budget på 12 milliarder kroner. Det kan givetvis gøre godt nogle steder rundt om i landet, men det er jo peanuts i det store billede.«
Han understreger, at det ikke nødvendigvis blot er, fordi han råber på flere penge til kulturen.»Jeg efterlyser simpelthen bare nogle visioner fra vores politikere. Hvad skal dansk kultur kendetegnes ved fremover? Men hvis man foreslår bare det mindste opgør med etablerede dele af kulturlivet, er man bange for at blive stemplet som rindalist,« siger Jørn Langsted med henvisning til den bevægelse, der fra midten af 60’erne protesterede mod statsstøtte til kunst og kultur.
Hårde prioriteringer
Den konsensusprægede kulturpolitik vil snart blive afløst af en reel diskusion om fundamentale uenigheder, forudser Peter Duelund, kultursociolog fra Københavns Universitet.»Vi står foran et meget stort indholdsmæssigt og grundlæggende diskussionspunkt i de kommende år. Er formålet med kunsten og kulturen at være en øjenåbner i forhold til en forståelse af verden omkring os, eller skal den være fokuseret på vores nationale fællesskab? Kort sagt er spørgsmålet, om vi skal fremme den nationale eller den universelle og kosmopolitisk rettede dimension.« Peter Duelund spår, at denne diskussion er uundgåelig i en tid, hvor der ikke vil blive afsat markant flere penge til kulturen. »Man bliver nødt til at tage stilling til de indholdmæssige spørgsmål. Det kan simpelthen ikke undgås. Og det kommer til afspejle sig i alle aspekter af kulturpolitikken fra litteratur og kunst til teater og musik. Her vil partierne markere en klar uenighed mellem hinanden,« spår Peter Duelund. »Dansk Folkeparti vil betone det nationale, mens andre partier vil indtage det modsatte synspunkt.«
Også Jørn Langsted forudser, at man i de kommende år står over for store kulturpolitiske diskussioner: »Præmissen for kulturpolitikken vil på sigt være, at der grundlæggende ikke kommer flere penge. Samtidig vokser omkostningerne, institutionerne skriger på penge, og man kan ikke bare rationalisere sig til besparelser på kulturen, som man kan andre steder. På et tidspunkt må man spørge sig selv: Er salamimetoden, hvor man hele tiden skærer lidt fra overalt, virkelig holdbar? Og her vil man komme frem til den erkendelse, at man er nødt til at prioritere og fravælge noget, hvis dansk kultur skal holde sig i verdensklasse.« Jørn Langsted hilser en fremtidig kulturdebat velkommen og kalder den nødvendig.
»Så kan vi se frem til, at dansk kulturpolitik bliver andet og mere end lappeløsninger. Kulturen har brug for sådan en debat.«
Fakta: Kulturpolitiske mærkesager
Socialdemokraterne
- Statens kulturbudget øges med 100 mio. kr. årligt.
- Det Kongelige Teater skal spille flere forestillinger i provinsen.
- TV 2 skal ikke sælges.
SF
- Statens kulturbudget øges med 100 mio. kr. årligt.
- Licensen skal opkræves over skatten.
- Kunststøtten skal på sigt revideres, så der bliver flere muligheder for at søge støtte.
Dansk Folkeparti
- Statens bevillinger til kulturen skal ikke øges de kommende år.
- Øget fokus på den danske kulturarv.
- Sproget i dansk tv og radio skal forbedres, film og teater skal primært støttes, når dansk er det dominerende sprog.
Venstre
- Statens kulturbudget skal ikke øges.
- Øget støtte fra private fonde hilses velkommen.
- TV 2 skal sælges.
Konservative
- Statens kulturbudget skal ikke øges.
- Den danske kulturarv, heriblandt fortidsminder, skal prioriteres.
- Institustioner som Det Kongelige Teater skal fortsat støttes på det nuværende niveau.
- TV 2 skal sælges.
Radikale Venstre
- Fokus på design og styrkelse af kreative elementer, herunder skal der afsættes 200 mio. kr. årligt til at ’udvikle Danmark fra industrisamfund til designsamfund’.
Enhedslisten
- Kulturbudgettet øges med 1 mia. kr. årligt.
- Public service-kanaler skal fortsat forpligtes til at spille dansk musik.
- Nej til kulturkanon.
Liberal Alliance
- Statens indflydelse på kulturlivet skal være mindre.
- Den nationale arv sikres gennem gennem støtte til bl.a. Nationalmuseet, Det Kongelige Bibliotek, Rigsarkivet og andre kulturbevarende institutioner.
Kristendemokraterne
- Dialog, tolerance og mangfoldighed er de vigtigste danske værdier , og de skal bevares og videreudvikles.
Kilder: Partiernes hjemmesider, interviews
(KP)
http://www.information.dk/278258
http://listinblog.blogspot.com/2010/07/mentanarhugsjonir-politisku-flokkanna_26.html
Labels:
KP,
list og samfelag
Tuesday, September 6, 2011
John Kørner í Arbejdermuseet

"Kvinnur til sølu" eitur nýggja framsýningin hjá John Kørner, sum er at síggja í Arbejdermuseet í Rømersgade inntil 29.desember 2011. Í verkunum viðger listamaðurin kvinnur, sum prostituera seg, eru offur fyri trafficking osfr. í myndum, sum hava tann moralska peikifingurin á lofti og sum eru merktar av vreiði yvir tað órættvísið, sum hesar kvinnar hava verið úti fyri. Framsýningarummælini eru ovurhonds positiv, í Politiken fær framsýningin 5 stjørnur og ummælarin Trine Ross skrivar m.a.: "John Kørners malerier af kvinder til salg er kunst med mandsmod og mening…". Tann annars so kritiski ummælarin í Informatión, Michael Jeppesen, sum á sinni fanst at John Kørner og framsýningini Naturligvis í Norðurlandahúsinum rósar nú Kørner fyri at mála fantastiska væl og letur somuleiðis framsýningini 5 stjørnur: "Det er det totale følelsesmaleri af en mand, der nægter at lade apatien tage over og i stedet sætter hele sit talent ind på at redde de stakler, han ser derude. Det er ligesom at se et containerskib lægge til kaj, eller en lastbil med anhænger bakke ind i en lille gyde. Det er ikke tankevirksomhed, men instinkt, der får det umulige til at lykkes: en voldsom indignation og store blokke af maling, der langsomt bliver mast hen over lærredet. Det er bestemt ikke naivt, men derimod udfordrende og vellykket…". Skulu vit taka framsýningina og tey bæði ummælini sum ábending, er vón um at høgravenda rákið er við at venda, men latið okkum nú síggja úrslitið av valinum. Ummælini kunnu lesast í síni heild her:
http://ibyen.dk/kunst/anmeldelser/ECE1380454/noegne-mishandlede-kvinder-er-kunst-af-hoejeste-kvalitet/
http://www.information.dk/277795
http://www.information.dk/170365
John Kørner var eitt skifti í Steinprenti fyri nøkrum árum síðani og fekk nøkur frálík verk burturúr uppihaldinum. Tá skrivaði eg hesa greinina:
Gulur veruleiki
Gløðandi, cadmiumgula myndin hjá John Kørner hitar betri enn nakar hitaovnur, nú ein hvirla aftrat minnir á, at heldur ikki summarið er endaleyst. Sama er galdandi fyri áhugaverdu, (nokk so) nógv umrøddu summarframsýningina í Norðurlandahúsinum, sum lat aftur í síðstu viku, men sum ikki er farin heilt í søguna allíkavæl. Í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið hjá Norðurlandahúsinum, verður hon nevniliga framsýnd í ymiskum norðurlondum komandi ár. Listafólkini, sum eru við á hesi framsýning eru rættiliga ymisk, hvat viðvíkur listarligum úttrykki og royndum og framsýningin er sostatt sera ymislig ikki minst í mun til hvussu tað rættiliga breiða framsýningaruppleggið undir heitinum [natúrligvís] verður fatað. Danski listamaðurin John Kørner nýtti framsýningaruppleggið sum høvi til at koma við einari viðmerking til kjakið, ið tók seg upp í sambandi við viðgerðina av grein 266 b. Í hansara hálvabstrakta, flótandi akrylmálningi hómast tvær at síggja til mannligar verur dansa saman á eini blágrønari bakgrund, ið bæði gevur hugasamband til leiktjaldið á einum sjónleikarapalli og til eitt landslag. Huglagið er lætt, eins og boðskapurin kundi líkst einum argandi mótmæli móti tí ónátúrliga, avnoktandi hugburðinum, summi her heima hava mótvegis homoseksualiteti. London - Tórshavn John Kørner (f.1967) kom á triðjaplássi, nú Carnegie Art Award vóru tillutaðar, hóast mong og helst eisini hann sjálvur høvdu væntað, at hann fór at fáa fyrstu heiðurslønina. Í staðin fekk tann væl eldri svenski listamaðurin Torsten Andersson (f.1926) 1. virðisløn fyri sítt konseptuella og sera persónliga málarí, sum m.a. fevnir um avmyndan av standmyndum. Kørner hevur annars verið fyri nógvum viðburði seinastu árini, bæði heima í Danmark, men eisini í altjóða høpi, har hann t.d. er umboðaður á høgt metta gallarínum Victoria Miro í London. Skipasmiðjan í Havn er langt frá London, men tað var harúti í Listahøllini á framsýning hjá Føroya Grafiska Verkstaði, at undirritaða sá og gjørdist fullkomiliga skotin í nøkrum gulum steinprentum hjá John Kørner. Myndirnar eru allar figurativar við kliché- ella postkortkendum, føroyskum myndevnum sum t.d. av einum pari í tjóðbúna, útsýni yvir Tindhólmi, føroyskum húsum við flagtaki osfr. Myndlist er samskifti Gulu steinprentini vórðu gjørd á Grafiska Verkstaðnum og tað var eisini har, eg hitti listamannin til eitt stutt viðtal í summar. John Kørner hevur seinni árini arbeitt við ymiskum tøkni frá málarí til installatión, veggmálarí osfr. og sigur sín fremsta áhuga liggja í sjálvum dialoginum við áskoðaran, hvørs uppliving er við til at avgera listaverki: “Eg eri sera upptikin av áskoðaranum, hvussu hann fatar og skrásetir mítt úttrykk. Fyri meg er myndlist samskifti og tí er tað umráðandi, at eg royni at seta meg inn í hvussu tað, eg skapi verður uppfatað av móttakaranum”. Í áðurnevndu postkortkendu myndum tykist listamaðurin spæla við tær konnotatiónir, sum eru í einum traditionellum myndevni. Hóast minni mát, er hugskotið í grundini ikki ólíkt hugskotinum, sum bulgarski listamaðurin Christo hevði, tá hann í 1995 pakkaði ríkisdagin í Berlin inn í hvítt klæði. Kørner setur í sínum lítla steinprenti Tinganes á gula bakgrund og hetta gevur myndini ein stuttligan og óhátíðarligan dám, ið spælir saman við fatanini, áskoðarin longu hevur av tí, sum avmyndað er. Patos Saman við tí einfaldaða, flata úttrykkinum og teimum ljósareyðu blettunum og slettinum, brýtur guli liturin alla naturalistiska illusión í myndunum. Men úttrykkið í gulu myndunum er fleirtýðugt. Aftrat øllum tí hugsaða, er okkurt sansandi og ekspressivt, ið ávirkar áskoðaran kensluliga. Saman við tí greinandi speiseminum, sveimar ein eftir øllum at døma ósamsvarandi patos yvir hesum myndum, sum eisini eru dekorativar við eini lættari og artistiskari striku. Hetta sæst t.d. á lýsingini av einum gongumanni, ið sæst aftanífrá við listamannahári og -skeggi í dekorativum andarisi. Eg spyrji listamannin hvørt tað gula skal fatast konseptuelt, ironiskt, men skilji á andlitsbragdinum, at eg nú havi spurt fýrkantað og býtt. Teinkipausa og so hulisligt svar: “Eg brúki gult í staðin fyri t.d. hvítt. Gult umboðar ein annan veruleika enn hvítt...”. Listaummælarin nikkar, tó at hon ikki heilt skilir, men nú er tíðin farin, eisini hjá teimum við gulum bandi, tí listamaðurin skal túr við Norðlýsinum. Í staðin vendi eg aftur til gulu myndirnar eftir svari...
(KP)
Monday, September 5, 2011
Myndaquiz
Vit halda okkum ikki vera ov fínar til eina lítla quiz av og á. Komið og gitið við og vitið hvussu nógv av hesum føroysku høvuðsverkinum, tit kenna aftur. Myndirnir niðanfyri eru pettir av verkunum.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
Sunday, September 4, 2011
Hot spott Mimir

Vit høvdu frætt, at okkara kæra gamla vertshús skuldi vera karmur um einki minni enn eina heimspremieru og tað er ikki á hvørjum degi, ei heldur kvøldi. Sjálvandi troppaðu vit upp til hesa góðu premieru í Mimi leygarkvøldið og vit vóru so mikið tíðliga á veg, at vit náddu at uppliva undurfullu leygarkvøldsbroytingina frá gomlum, syrgiligum, slitnum, vertshúsi við holutum, skúmgummidesperatum fullamannasofum frá síðsta ártúsund til herligt stað við lívi í og fínasta slag, fult av flennandi fólki og fýra musikalskum, polyesterglitrandi ungum monnum í pyjamasversiónini av Sergeant Pepper.
Lívið er sum ein konfekteskja, so segði hon, gløgga mamma Forest Gump, og teir eru altso ikki hvørjir sum helst, ið mynda hesa konfekteskju: Benjamin Petersen, Per I. Højgaard Petersen, Uni Árting og Mikael Blak eru framúrskarandi tónleikarar og kanska var tað júst av hesi orsøk, at undirritaða troyttaðist av konseptinum, sum annars var gjøgnumført polyester badtaste muzak kendar versiónir av sangum hjá t.d. Foreigner og Scorpions við hartil hóskandi dansibandarúmklangi. Ironiska konseptið var so mikið gjøgnumført, at tað fevndi um allir staklutir frá bókstavasniðinum í plakatini til ljóðføri og ljóð. Konfekt bjóðaðu áhoyrarunum upp at syngja karaoke og fleiri royndir og framúr góðir sangarar tóku av. Kinky kvøld og kitsch og skeg eina løtu til tað ikki var skeg meir. Eg fór heim, men álítandi keldur vilja vera við, at Konfekt bara gjørdist søtari og sangararnir betri sum kvøldið leið.
Saturday, September 3, 2011
Málhøvd release party Bøssehuset, Christiania 3.sept 2011. - kl. 20
Í kvøld, 3. september kemur nýggja fløgan hjá mær út. Fløgan eitur "DENNIS AGERBLAD sings Tóroddur Poulsen - Hetta er ein dupultfløga, har "Málhøvd" er heiti á tí Føroysku versiónini, meðan "Sproghoved" er Danska versiónin. - Tað er 12 yrkingar hjá Tóroddi Poulsen ið eg havi gjørt løg til og sungið inn. So ein velur fyrst sítt mál áðrenn ein setur fløguna á.
Yrkingarnar eru hesar og úr hesum 5 bókunum:
III = Morgunbókin
I = Svövnlendingur rættar kumpass
IIII = Hvat Hevði Munch Verið Uttan Dupultkvarttetina Í Ebenezer
II = Eygu á bliki
II = Villur
1. Vælkomin / Velkommen - Villur - síða 33
2. Flaggið /Flaget - Morgunbókin - síða 7
3. Dun / Larm - Eygu á Bliki - síða 40
4. Tað Sama Sum Eg / Det Samme Som Mig - Eygu a Bliki - síða 16
5. Málhøvd / Sproghoved - Villur - síða 67
6. Blómur / Blomster - Hvat Hevði Munch Verið Uttan Dupultkvartetina Í Ebenezer - síða 31
7. Hipp Og Hopp / Hip Og Hop - Hvat Hevði Munch Verið Uttan Dupultkvartetina Í Ebenezer - síða 22
8. Tit Sum Duga At Floyta / Jer som kan fløjte - Svövnlendingur rættar kumpass - síða 40
9. Lending / Landing - Hvat Hevði Munch Verið Uttan Dupultkvarttetina Í Ebenezer - síða 50
10. Ást / Kærlighed - Morgunbókin - síða 85
11. Góðan Morgun / God Morgen - Hvat Hevði Munch Verið Uttan Dupultkvartetina Í Ebenezer - síða 46
12. Vón / Håb - Morgunbókin - síða 87
- Mær dámar sera væl yrkingarnar hjá Tóroddur Poulsen og havi fleiri ferðir lisið upp og umsett fyri vinum. Eg havi eisini verið úti á Litteratur cafeum og lisið Tóroddur Poulsen upp. Við effektum á røddini. Eg valdi at útgeva fløguna bæði á føroyskum og donskum, tí eg haldi eisini, at danir skula sleppa inn í hansara undarligu verð, ið hóskar sera væl til mín.
- Tá eg hevði umsett yrkingarnar, var eg noyddur at fara heim til Tórodd. Tí tað var eitt vers eg ikki dugdi at umseta. Men tað dugdi hann heldur ikki sjálvur. Men so fann hann bara uppá nakað nýtt. Uppá henda mátan sikraði eg eisini at alt var umsett rætt og góðkent.
- Eg havi síðani sitið saman við produsaranum Mathuresh og arbeitt viðari við hvørjum lagi. Og til síðst eru løgini meistrað av Jan Eliasson ið eisini meistrar: Nic & Jay, Nephew, Tommas Troelsen, Hej Matematik, Peter Sommer & Turboweekend.
- Eg ætli at gera 4 sjónbond til hesa fløguna. Men skal eg gera eina føroyska OG ein danska versión? Ella bara velja EITT mál? Fyrsta sjónbandi "Flaggið" valdi eg at taka niðurlagið frá tí donsku versiónini og versini frá tí føroysku. og so við dansk-tekstaðari umseting av versunum. So øll kundu skilja. Næsta sjónband "Dun" er bert gjørt á føroyskum. Eg veit ikki hvussu eg geri við hinar enn.
- TUTL útgevur fløguna, meðan http://www.tungamusik.dk/ gevur út download av tónleikinum. Tunga musiK er mítt egna plátufelag.
Dennis Agerblad
(KP)
Labels:
Skaldskapur,
Tónleikur
Kringvarp Føroya sleppur mentanini upp á fjall
Hetta er m.a. galdandi fyri ta raðfesting, sum Listin bar fyrstu tíðindi um í gjár. Nevnliga avgerðin um at taka mentanarsendingina Refleksjón av skránni uttan at nøkur nýggj mentanarsending verður sett í staðin. Hetta er eitt eklatant brot uppá public service sáttmálan, sum hevur mentanina sum aðalmál (sí brot niðanfyri). Hetta má eisini sigast at vera afturlítandi í eini tíð, har aðrar sjónvarpsrásir í heiminum leggja størri dent á mentanini við at gera beinleiðis mentanarrásir. Hetta má fatast sum ein lifran fyri lægsta felagsnevnara, sjálvt um, at hyggjaratøl hava víst, at lægsti felagsnevnari als ikki er til staðar og um hann er, so hyggur hann allíkavæl at mentanarsendingum. Hetta er at svíkja okkara rættindi til sjónvarp, ið gevur okkum høvið at reflektera, fáa avbjóðingar, skapa samleika og fáa innlit í tær hugsanir, sum liggja aftan fyri listina. Hetta er ein avmarking av okkara evni til at fata henda heimin. Hetta er at lækka okkara lívsvirði. Hetta er for galið!
Vit hava enn In mente, sum er ein frálík útvarpssending. Men sendingin er eyðsýniliga farin í endaleysa summarfrítíð og hon er heldur ikki í sær sjálvum nóg mikið. Mentan má vera í sjónvarpinum ”í hvussu so er við einari mentunarsending um vikuna, annars verda vit øll so skítbýtt, klikkaði og einoygd...” sum ein klókur facebookvinur skrivaði í gjár.
Vit hava vent okkum til leiðsluna í Kringvarpi Føroya og til nevndina og hava sjálvsagt eisini hugsað okkum at venda okkum til mentamálaráðið.
Svar frá Rúna Heinesen, formaður fyri Kringvarpsstýrið
Eg skal við hesum royna at svara uppá spurningin, um tað er rímuligt at ein mentunarsending sum Reflektión verður tikin av komandi vetrarskrá. Frágreiðingin til, at Kringvarpið ger broytingar í vetrarskránni er, at í fjørheyst skrivaðu Mentamálaráðið og Kringvarpið undir ein Public Service-sáttmála. Kringvarpið hevur nú skyldu til at náa fjølbroyttum málunum, sum eru útgreinað í hesum sáttmálanum. Avleiðingin er, at nú skal Kringvarpið bæði í summar- og vetrarskránni raðfesta ymsar tættir. Um stovnurin hevði rúmari fíggjarkarm, so vóru møguleikar fyri at Reflektión ella líknandi mentunarsending kundi hildið fram. Sendingin Reflektión hevur verið á sjónvarpsskránni í tveir vetrar – aðruhvørja viku. Enn er ikki kunngjørt hvat í kemur ístaðin, men ætlanin er, at mentan í breiðum týdningi skal hava sína rímuligu rúmd í útvarps- og sjónvarpsskránni í tíðarskeiðnum upp hesi 3 sáttmálaárini.
Vit í stýrinum hava okkara næsta fund um 2 vikur og sjálvandi verður tykkara sjónarmið eisini umrøtt á tí fundinum.
Brot úr public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið
ENDAMÁLIÐ VIÐ PUBLIC SERVICE:
STYRKJA ÁHUGA BORGARANS AT VIRKA Í EINUM FÓLKARÆÐISLIGUM SAMFELAG
MENNA FØROYSKA MÁLIÐ OG SAMLEIKA FØROYINGA
STIMBRA MENTAN OG SKAPANAREVNI
STIMBRA VITAN OG FATAN
Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut sum miðlari og skapari av føroyskari mentan.
Kringvarp Føroya skal framleiða og senda dygdargott tilfar, og á henda hátt virka fyri, at allir føroyingar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt. Hetta merkir, at stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri alt Føroya fólk umvegis sjónvarp, útvarp, alnet og líknandi miðlar. Sendingarnar skulu m.a. fevna um tíðindaflutning, upplýsing, mentan og undirhald, her undir eisini sendingar til børn og ung.
Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga
Í viðmerkingunum verður víst á, at public service-hugtakið er so breitt, at tað er trupult at røkja allar hugsandi skyldur í senn. Tí verður mett skilagott, at landsstýrismaðurin, sum umboð fyri løgtingið og fólkið, kann raðfesta og tryggja ávísar nærri allýstar public service-skyldur í einum tíðaravmarkaðum sáttmála. Sum dømi verða nevnd ávís mentanarøki, føroyskt mál, sendingar fyri børn og ung, og at sendingar til ávísan aldursbólk skulu verða týddar til føroyskt.
Tað er av størsta týdningi, at stovnurin megnar at røkja tær uppgávur, ið eru tilskilaðar í sáttmálanum, og hevur fyrilit fyri fólkaræðisligum, samfelagsligum og mentanarligum viðurskiftum, sum viðkoma øllum føroyingum.
Tænastan skal taka støði í samfelagnum og skal endurspegla margfeldi, mentan, ymiskar lívsáskoðanir og livihættir.
Kringvarp Føroya skal leggja dent á at vera í fremstu røð sum miðlari av mentan, list og mentanararvi. Kringvarp Føroya skal ríka føroyskt mentanarlív við at gera sendingar, ið eru nýskapandi, avbjóðandi og elva til kjak
Kringvarp Føroya skal eisini stimbra áhugan fyri okkara alsamt meir altjóðagjørdu verð og harvið vera við til at skapa eina størri fatan og størri tolsemi mótvegis øðrum mentanum og áskoðanum. Kringvarp Føroya skal tí eisini miðla og viðgera mentan, søgu og samfeagsviðurskifti úr ymsum londum í heiminum.
Heimasíðan skal innihalda allar sendingar, ið verða framleiddar til stovnin. Hon skal fevna um tíðindi og aktuelt, mentan, tilfar til børn og ung, undirvísing og annað viðkomandi. Heimasíðan røkkur sum miðil bæði brúkarum í Føroyum og uttanlands.
Kringvarp Føroya skal gera sendingar, sum skjalprógva samtíð okkara, og sum kunnu standa sum varandi virði fyri framtíðina. Í skránni skal Kringvarp Føroya endurspegla gerandisdagin og veruleikan hjá føroyingum í øllum sínum fjølbroytni, eitt nú innan átrúnað, livihátt, frítíð, arbeiðs- og familjulív. Miðast skal ímóti at framleiða og varpa sendingar um serføroysk viðurskifti innan náttúru og mentan, eitt nú føroyskan dans, føroyskt handverk og føroyskt djóra- og plantulív.
Kringvarp Føroya skal endurspegla og viðgera føroyska list í øllum sínum fjølbroytni og listagreinum.
Kringvarp Føroya skal virka fyri at menna og senda útvarps- og sjónvarpsdramatikk. Stovnurin skal eisini stuðla uppundir, at okkara skrivandi fólk verða eggjað til at skriva dramatikk til útvarp og sjónvarp. Kringvarp Føroya samstarvar við avvarðandi partar um framleiðslu av sjónvarpsdramatikki.
Kringvarp Føroya skal miða ímóti at viðgera og skifta orð um alt slag av bókmentum og miðla føroyskar eins og aðrar bókmentir út til lurtaran/hyggjaran. Kringvarp Føroya skal, har tað ber til, brúka okkara yrkislærdu sjónleikarar sum upplesarar.
Kringvarp Føroya skal sum mentanarstovnur miðla tónleik og skapa áhuga fyri og eggja til framleiðslu av føroyskum tónleiki. Kringvarp Føroya skal eggja til, taka stig til og/ella leggja til rættis føroysk tónleikatiltøk, sum menna tónlistarmentanina, bæði tá talan er um føroyskan sang og dans og føroysk kvæði, klassiskan tónleik, kórtónleik, populertónleik o.a.
Kringvarp Føroya skal senda og endurvarpa sendingar, sum mugu metast at hava varandi undirvísingar- og upplýsingarvirði, eitt nú sendingar um mál, list, søgu og mentan heima og heiman. Kringvarp Føroya kann taka upp samstarv við viðkomandi undirvísingar- og mentanarstovnar í sambandi við innihald, framleiðslu og útbreiðslu av omanfyri nevnda undirvísingartilfari. Kringvarp Føroya skal regluliga varpa ljós á tað, sum hendir í øllum Føroyum og eisini varpa ljós á vinnu- og mentanarlívið kring landið. Gjøgnum sendingar úti um alt landið verða staðbundin fyribrigdi og sermerki lýst.
Friday, September 2, 2011
Uha KVF
"Vit eru ikki súrar, men kritiskar" plaga vit at siga. Men nú eru vit altso súrar. Refleksjón, einasta mentanarsending í sjónvarpinum er sambært álítandi keldum spard burtur. Vit hava ikki fingið fatur á nøkrum á programmdeildini, har tey ikki taka telefonina. Men kemur ikki ein onnur mentanarsending í staðin fyri Refleksjón og tað alt fyri eitt, er avgerðin langt úti. Vantandi raðfestingin av mentan í kringvarpinum brýtur ikki bert við góðan public service stíl, tað er samfelagsniðurbrótandi, tí tað hevur við sær, at sjónvarpshyggjarin verður býttari.
Skilir Kringvarp Føroya ikki týdningin av mentanartilfari, skilja tey ikki týdningin av teirra egna eksistensi.
PS: Tíðindini um mentanarfallittina í sjónvarpinum eru nú tíanverri váttaði, vit kanna málið og venda aftur sum skjótast!
Viva Italia í Blundadali
Ferðalag við fólkatónleikarum og ungum dansarum vitja í Føroyum í døgunum 30. august til 5. september, og skipað verður fyri tiltøkum ymsastaðni í Føroyum. Tey koma úr italsku bygdini Riolunato, sum liggur í Modena landspartinum í Norðuritalia. Fleiri teirra hava vitjað í Føroyum áður; tað var í 2007, tá ið Føroyar og Italia dystaðust í Føroyum í undankappingini til heimsmeistaraheitið. Nú vitja tey aftur í sambandi við undandystin til EM millum Føroyar og Italia, sum verður 2. september á Tórsvølli. Serstakt tiltak verður í hesum sambandi í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 1. september, tá ið italsku tónleikararnir Suonabanda úr Riolunato saman við dansarum fara at føra fram. Tónleikurin og dansurin eru av siðbundnum upprunaligum italskum slag, ið m.a. er knýtt at maihátíðarhaldinum, sum verður hildið síðst í apríl og fyrst í mai mánaði í bygdini Riolunato. Saman við italsku gestunum fara føroyskir tónleikabólkar og kór at framføra. Talan er um bólkar av tónleikarum, sum hava vitjað í Riolunato og havt framførslur har. Tað snýr seg um Kára Sverrison og Yggdrasil, Kórið Sólarmagn við Fróða Sandoy sum leiðara, Kvonn og Budam,.
Í gjárkvøldið var sonevnd føroysk-italsk upphiting í Norðurlandahúsinum. Og lat meg beinanvegin siga tykkum, at einasta grundin til, at undirritaða var til staðar til eitt so mikið fótbóltsinspirerað tiltak var, at eg skuldi taka lut í eini kórframførslu. Haldi meg vanliga langt burtur frá fótbólti-og-øllum-gerningum-hans og veit tessvegna lítið um hesa ítrótt, sum er so mikið populer millum fólk, at hon fyllir tað mesta í ítróttarsektiónum og sendingum, sum fylla allar miðlar og sum eg stríðist mítt vónleysa stríð fyri at sleppa undan. Tað er eisini so flóvisligt við hasum liðinum, sum altíð berjist sum úlvur á skóg við órímiligari mótstøðu og sum tessvegna næstan altíð tapur, og so allir hesir romantisku X-faktor-prepareraðu tápulingarnir, sum eyðsýniliga hava sæð Pretty Woman og dystin millum Føroyar og Eysturríki ov ofta og sum halda, at umbroytingin hjá tiltikna ljóta dunnuunganum er sjálvsagdur lutur ein heilt almindiligan illveðursfríggjadag í Havn. "Í fótbólti kann alt henda" nikka menninir spentir. Harragud sum tað er naivt og nú kann tapandi liðið heldur ikki so frægt sum goyma seg nakra staðni í Gundadali. Eg veit ikki hvussu støðan er í plantasjuni, tá hasar yvirdimensioneraðu tannlæknalampurnar eru tendraðar, men eg ivist alvorliga í, at tað er fríggingarmyrkt í Blundadali, tá landsdystur er. Ófatiligt at hatta skuldi bera til, men tað prógvar helst, at Heðin borgarstjóri er førur fyri øllum, sum hann setir sær fyri at gera. Spell, at listin ikki fyllir meir ella gevur meira prestisju í dagsins samfelag, tí eg ivist ikki í, at vit tá høvdu eitt spildurnýtt tónleikahús ella eitt Louisiana í Havn uppá eitt eygablikk.
Aja, men har situr man so eitt hóskvøld og lúnast í Norðurlandahúsinum og ljósmaðurin er kreativur og kreerar eitt italskt flagg á palltjaldið (guðsdoyð um fótbóltsfólkið nú eisini hevur yvirtikið Norðurlandahúsið, hrmpf). Frásøgumaðurin, Árni Gregersen dugir væl at siga frá og nýtir høvið at reklamera fyri dystinum og tí nógv umrødda lux aeterna spetaklinum í Gundadali, sum eyðsýniliga er betri og ljósari enn á øðrum útlendskum stadionum. Tá tær sterku perurnar verða tendraðar, verður tað sum á alljósum dagi um kvøldið, greiðir hann frá og hann sigur eisini okkurt stuttligt um ein harðan hund av einum linjuverja og fólk flenna og eru í góðum lag. Tá tónleikurin byrjar gloymi eisini eg at gronast um fótbólt.
Tí eru vit aftaliga á styrkilistanum hjá FIFA, eru vit heilt frammaliga, tá tað snýr seg um samtíðarlist. Vit eiga nøkur framúrskarandi listafólk her í okkara lítla landi, hvørs avmarkaði marknaður noyðir nógv dugnalig og roynd listafólk at uppihalda sær av øðrum arbeiði enn av listini. Tað var sum altíð ein stór uppliving at hoyra tann gjøgnunmusikalska Kára Sverrison syngja og Yggdrasil við Kristiani Blak, sum altíð finnur okkurt gott, tá hann rótar runt niðri í flyglinum. Kim Kristensen er fínur tónleikari, sum vit skulu vera glað fyri og tað skulu vit eisini vera fyri tann praktfult groundaða og originala Búa Dam (sum eg allíkavæl ræðist eitt sindur, tí halt kipp hann er sjónleikaraligur og eg havi altíð verið bangin fyri John Malkovich) og fólkatónleikin hjá Kvonn og føroyskt-italskt vinarlag kunnu vit eisini fegnast um, italska ostin ikki um at tala. Italsku fólkatónleikararnir bjóðaðu framúrskarandi ost og vóru sum heild hugnaligir, eins og teirra dansandi unglingar vóru fittir og stuttligir, men listarliga átti føroyska liðið munin í gjárkvøldið. Hetta sigi eg kanska av tí, at eg sjálv var kórlinjuverji á føroyska liðnum, men fyri tað mesta sat eg altso á beinkinum og lat meg hugtaka av mínum egna liði. Um ikki ruskuta føroyska veðrið ger av við italsku fótbóltsspælararnar og vit sum væntað tapa 5-0 í kvøld, kunnu vit kanska ugga okkum við, at vit áttu munin í gjárkvøldið. Listin tolir lux, latið okkum raðfesta skilabetri. Annars: Góðan dyst, Viva Italia!
Í gjárkvøldið var sonevnd føroysk-italsk upphiting í Norðurlandahúsinum. Og lat meg beinanvegin siga tykkum, at einasta grundin til, at undirritaða var til staðar til eitt so mikið fótbóltsinspirerað tiltak var, at eg skuldi taka lut í eini kórframførslu. Haldi meg vanliga langt burtur frá fótbólti-og-øllum-gerningum-hans og veit tessvegna lítið um hesa ítrótt, sum er so mikið populer millum fólk, at hon fyllir tað mesta í ítróttarsektiónum og sendingum, sum fylla allar miðlar og sum eg stríðist mítt vónleysa stríð fyri at sleppa undan. Tað er eisini so flóvisligt við hasum liðinum, sum altíð berjist sum úlvur á skóg við órímiligari mótstøðu og sum tessvegna næstan altíð tapur, og so allir hesir romantisku X-faktor-prepareraðu tápulingarnir, sum eyðsýniliga hava sæð Pretty Woman og dystin millum Føroyar og Eysturríki ov ofta og sum halda, at umbroytingin hjá tiltikna ljóta dunnuunganum er sjálvsagdur lutur ein heilt almindiligan illveðursfríggjadag í Havn. "Í fótbólti kann alt henda" nikka menninir spentir. Harragud sum tað er naivt og nú kann tapandi liðið heldur ikki so frægt sum goyma seg nakra staðni í Gundadali. Eg veit ikki hvussu støðan er í plantasjuni, tá hasar yvirdimensioneraðu tannlæknalampurnar eru tendraðar, men eg ivist alvorliga í, at tað er fríggingarmyrkt í Blundadali, tá landsdystur er. Ófatiligt at hatta skuldi bera til, men tað prógvar helst, at Heðin borgarstjóri er førur fyri øllum, sum hann setir sær fyri at gera. Spell, at listin ikki fyllir meir ella gevur meira prestisju í dagsins samfelag, tí eg ivist ikki í, at vit tá høvdu eitt spildurnýtt tónleikahús ella eitt Louisiana í Havn uppá eitt eygablikk.
Aja, men har situr man so eitt hóskvøld og lúnast í Norðurlandahúsinum og ljósmaðurin er kreativur og kreerar eitt italskt flagg á palltjaldið (guðsdoyð um fótbóltsfólkið nú eisini hevur yvirtikið Norðurlandahúsið, hrmpf). Frásøgumaðurin, Árni Gregersen dugir væl at siga frá og nýtir høvið at reklamera fyri dystinum og tí nógv umrødda lux aeterna spetaklinum í Gundadali, sum eyðsýniliga er betri og ljósari enn á øðrum útlendskum stadionum. Tá tær sterku perurnar verða tendraðar, verður tað sum á alljósum dagi um kvøldið, greiðir hann frá og hann sigur eisini okkurt stuttligt um ein harðan hund av einum linjuverja og fólk flenna og eru í góðum lag. Tá tónleikurin byrjar gloymi eisini eg at gronast um fótbólt.
Tí eru vit aftaliga á styrkilistanum hjá FIFA, eru vit heilt frammaliga, tá tað snýr seg um samtíðarlist. Vit eiga nøkur framúrskarandi listafólk her í okkara lítla landi, hvørs avmarkaði marknaður noyðir nógv dugnalig og roynd listafólk at uppihalda sær av øðrum arbeiði enn av listini. Tað var sum altíð ein stór uppliving at hoyra tann gjøgnunmusikalska Kára Sverrison syngja og Yggdrasil við Kristiani Blak, sum altíð finnur okkurt gott, tá hann rótar runt niðri í flyglinum. Kim Kristensen er fínur tónleikari, sum vit skulu vera glað fyri og tað skulu vit eisini vera fyri tann praktfult groundaða og originala Búa Dam (sum eg allíkavæl ræðist eitt sindur, tí halt kipp hann er sjónleikaraligur og eg havi altíð verið bangin fyri John Malkovich) og fólkatónleikin hjá Kvonn og føroyskt-italskt vinarlag kunnu vit eisini fegnast um, italska ostin ikki um at tala. Italsku fólkatónleikararnir bjóðaðu framúrskarandi ost og vóru sum heild hugnaligir, eins og teirra dansandi unglingar vóru fittir og stuttligir, men listarliga átti føroyska liðið munin í gjárkvøldið. Hetta sigi eg kanska av tí, at eg sjálv var kórlinjuverji á føroyska liðnum, men fyri tað mesta sat eg altso á beinkinum og lat meg hugtaka av mínum egna liði. Um ikki ruskuta føroyska veðrið ger av við italsku fótbóltsspælararnar og vit sum væntað tapa 5-0 í kvøld, kunnu vit kanska ugga okkum við, at vit áttu munin í gjárkvøldið. Listin tolir lux, latið okkum raðfesta skilabetri. Annars: Góðan dyst, Viva Italia!
Michael, Kári og Heðin í Yggdrasil. Brandur við trummurnar
Maestro Kristian Blak spældi við Yggdrasil og Kvonn
Kórið Sólarmagn
Angelika, Sharon og Ívar
Budam
Suonabanda úr Riolunato
Italskur fólkatónleikur og kanska ein nýggjur ungur Pavarotti?
Thursday, September 1, 2011
Fólkating, mentanarstríð og annað møsn
Tað er heyst. Danska valfleskið sjóðar, ambitiónirnar um ein sess á danatingi loga og skilaloysið flýgur aftur frítt gjøgnum luftina.
Nei, neyvan er tað stuttligt at vera floksleiðari í hesum døgum. At vera noyddur til at møta sunnudagsklæddur í sjónvarpinum fyri at greiða føroyska fólkinum frá, at tú satt at siga ikki hevur ætlað tær nakran politikk ella yvirhøvur at hava eina meining um nakað sum helst. At tú ætlar at lata tíni hjartamál verða verandi heima fyri í staðin at sita so stillisliga í tingstólinum sum til ber og líkjast einum embætismanni tað besta tú dugir. Tað kann neyvan vera stuttligt at vita sær, at man í besta føri er við til at gera eina dýra og trupla veljarakanning ella at tekna eina deprimerandi mynd av teimum brekum, sum ríkisfelagsskapurin er føddur við. Og tað er í øllum førum ikki stuttligt fyri okkum, sum tó at vit væl skilja meiningsloysið, sum merkir floksformennirnir í løtuni, hava ilt við at venja okkum av við at atkvøða eftir politiskari sannføring fyri heldur at atkvøða fyri teimum, sum best duga at halda sínar hugsanir fyri seg sjálvan.
Heilt stuttligt er tað heldur ikki at vera dani í hesum døgum. Mongdin av klichémerktum tvætli í donsku fjølmiðlunum er endaleys og so skulu danir finna seg í, at teirra val eftir øllum at døma snýr seg um húsaeigararnar og sambært Piu Kjærsgaard gudsdoyð eisini um mentanarstríð.
Hugtakið mentanarstríð hevur einki við list at gera. Tíverri. Tað mundi verða brúkt á fyrsta sinni um stríðið hjá Bismarck mótvegis teirri katólsku kirkjuni í 1870´unum og seinni stakk tað seg upp í Danmark, tá kulturradikalistarnir í millumstríðsárunum skipaðu seg móti nazismuni. Seinni kom ein maður, nevndur Anders Fogh Rasmussen til maktina í Danmark. Hann ynskti sær ein minimalstat, men tað gekk ikki so væl og tí funnu hann og hansara mentamálaráðharri uppá at seta gongd á eitt mentanarstríð. Brian Mikkelsen varð so øgiliga illa happaður av vinstrahallum hippium, tá hann var lítil, so hesa ferð varð mentanarstríðið ikki vent móti katólsku kirkjuni ella nazismuni, men móti betrivitandi studentaskúlalæraratypum. Eftir hetta bar til at brúka orðið um eina og hvørja persónliga fobi og sostatt hevur Pia Kjærsgaard í bebbaræðslu fyri muslimum, byrjað eitt mentanarstríð, har alt gott og danskt, tryggleikaskapandi fleskasvørður, hugnaligur sósakulørur og sovorðið verða brúkt til at berjast móti øllum fremmandum, ótryggum og óhugnaligum.
Tað góða er, at tað skjótt verður val her á landi. Eitt ordiligt val. Løgtingsval. Eitt val, ið snýr seg um sjónarmið júst sum val skulu. Tað ordiliga góða er, at vit í grundini sjálvi avgera, hvat valið skal snúgva seg um. Vit kunnu sjálvi avgera, hvørji evni verða sett á valdagsskránna og tað man ikki vera nøkur loyna, at vit her á listablogginum fegnar vildu sæð mentan sum eitt týdningarmikið evni. Ikki mentanarstríð, men bara mentan. Vit ynskja, at okkara mentanarstovnar, okkara mentanarstuðul, okkara museumslóg, okkara íløgur í mentan og nógv annað verða partar av valkjakinum. Tí krepputíðir eru mentanartíðir. Tað er nú vit eiga at satsa ella forferst mentanin og harvið samfelagið. So latið mentanarstríðið hvíla og inn í stríðið um mentanina. Gott val!
(IS)
GG: http://listinblog.blogspot.com/2011/06/mentanarval-2011.html
Labels:
IS,
list og samfelag
Wednesday, August 31, 2011
Supersnati
Sunnudagin vóru børn og hugdu at leikinum Snati, sum snýr seg ein risa, trý trøll, ein drong, eina prinsessu, ein kong, eina mammu, ein pápa, ein kolmeistara, ein prins og ein heilt serligan hund. Snati er eitt gamalt føroyskt ævintýr, sum Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð og Kristina S. Hansen skrivaðu um til leik og framførdu í 1994. Hesuferð eru tað sjónleikararnir Barbara Christophersen og Gunnvá Zachariasen, sum hava endurtulkað ævintýrið saman við Súsonnu Tórgarð, leikstjóra og tað gera tær væl.
Leikurin inniheldur eitt hóskandi bland av tí poetiska og tí klikkaða, tí ævintýrliga og satiriska. Har er bæði okkurt fyri børn og vaksin at hyggja at og sjálvt um leikurin sjálvandi hevur einfaldan bygnað, ber til at fata leikin á fleiri støðum. Undirritaða vaksna ætlar ikki at brúka orku uppá at greina hesi ymsu støði og tað er eingin orsøk til at gera leikin djúpari enn hann er, tí Snati er júst so djúpur sum tílíkt eigur at vera. Harafturímóti vil eg fegin brúka orku uppá at vísa mítt takksemi bæði sum heild fyri, at onkur er, sum tímir at veita okkara børnum mentanarliga góðsk, men eisini fyri, at leikararnir smábannaðu á pallinum
Tá Gunnvá Zachariasen bannaði á fyrsta sinni, gjørdist eg satt at siga ómetaliga fegin. Ja, ikki skal so nógv til. Men hvat er tað ikki befríandi við einum sindri av villskapi í okkara heilagu og yvirpedagogisku tíð. Mín fýra ára gamli drongur mundi ikki leggja merki til, at tey bannaðu eitt sindur, men hann var sera hugtikin av leikinum, sum hann nú hevur sæð tvær ferðir orsakað av, at Gunnvá og Barbara eisini spæla fyri barnagørðum og skúlum. Sostatt hevði hann eisini lagt til merkis, at Tjóðpallur Føroya hevur ávísar bústaðartrupulleikar og spurdi meg, tá vit vóru á veg inn at hyggja at Snata, um tað var harinni "har sum tey spæla, at tey hava eitt leikhús". Mammusa drongur. Men tað er ein onnur søga. Í øllum førum fekk Tjóðpallur Føroya eina góða byrjan uppá leiklistarliga heystið, eins og børnini við leikinum Snati fingu eina góða byrjan uppá leiklistarlívið
(IS)
Subscribe to:
Posts (Atom)




























