Fara grundirnar at skelva undir Havnini?Fer himmalin at skrædna og tuska køld æl av donskum fimmoyrum yvir Suðurstreym?Fer reynið yvir Kirkjubø at skjóta rygg og sláa Trøllhøvda um koll við labbanum? Fer løgmaður at valsa um vágirnar í lakkskóm og við drotningini í ørmunum? Fereitt reytt orkestur av grindahvalum at hangaupp yvir Sandagerði? Fara grindamenn at skera seg sjálvar á háls? Fer traðarmaðurin í túninum við ráðhúsið at missa steinin á tærnar á borgarstjóranum? Fer Nólsoyar-Pállat kunngera hvørjum hann lúrir eftir í Vágsbotni?Fara uttanjarðarverur av Viðareiði at ríða ljósini á Tórsvølli norður til Klaksvíkar? Fer ein fyrrverandi tingformaður sláa seg sjálvan til fyrsta riddara av fullveldinum?Fer verðin at endavendast? Fer Rasmus at søkka niður í Tinghúsvøllin?
Á, nei, nei vælsignað.
Men valstríð er.
Valstríð til fólkatingið og ikki tær at siga, góði lesari,er tað ein skarpræstnað tvørsøgn. Valstríð til fólkatingið. Ein svøvnkend messa. Valevni eftir valevni kemur í miðlarnar at lesa tær gomlu reksurnar av hálvum sannleikum, gabbi, fordómum og undanførslum. Veljarin situr og geispar við hús, leingist eftir Gekkinum við saltaðum ráka av nátum í munninum.
Men nú ætla vit í Tjóðveldi at fáa lív hesa stirðnaðu altargongdina aftur. Vit skipa fyri vertshúsagongd í miðbýnum í Havn við valevnum okkara, yrkjarum og tónleikarum.
Tiltakið byrjar fríggjakvøldið klokkan hálvgum tíggju á Café Natúr.
So ristið nú deyðadumsið av tykkum, góðu havnarfólk, setið nøs og høku upp úr teirri tokuni av líkasælu, sum heimastýrið sveipar so kjaftsvart um tykkum. Gevið sansum og skili høvi at nýggja upp í hjarta tykkara álitið á fullveldið og framtíðina.
Vertshúsagongdin byrjar sum sagt klokkan hálvgum tíggju (21.30) á Café Natúr og síðani verður gingið vertshús av vertshúsi fram til klokkan hálvgum eitt (t.e. 12.30).
Umframt valevnini luttaka: Carl Jóhan Jensen, Bárður Persson, Jóaness Nielsen, Oddfríður M. Rasmussen og ungir og mergjaðir tónleikarar.
Skrá:
Café Natúr 21.30 Bergtóra Høgnadóttir Upplestur og tónleikur
Café Casper 22.00 Ingolf Olsen Upplestur og tónleikur
Café Mica 22.30 Annita á Fríðriksmørk Upplestur og tónleikur
Cleopatra 23.00 Jógvan A Djurhuus
Margretha Nónklett Upplestur og Tónleikur
Hvonn 23.30 Gunnvør Balle
Heini Holm Upplestur og tónleikur
Sirkus 00.00 Bjørt Samulesen Upplestur og Tónleikur
Irish Pub 00.30 Óluva Klettskarð Upplestur og tónleikur
(CJJ)