Tað er heyst. Danska valfleskið sjóðar, ambitiónirnar um ein sess á danatingi loga og skilaloysið flýgur aftur frítt gjøgnum luftina.
Nei, neyvan er tað stuttligt at vera floksleiðari í hesum døgum. At vera noyddur til at møta sunnudagsklæddur í sjónvarpinum fyri at greiða føroyska fólkinum frá, at tú satt at siga ikki hevur ætlað tær nakran politikk ella yvirhøvur at hava eina meining um nakað sum helst. At tú ætlar at lata tíni hjartamál verða verandi heima fyri í staðin at sita so stillisliga í tingstólinum sum til ber og líkjast einum embætismanni tað besta tú dugir. Tað kann neyvan vera stuttligt at vita sær, at man í besta føri er við til at gera eina dýra og trupla veljarakanning ella at tekna eina deprimerandi mynd av teimum brekum, sum ríkisfelagsskapurin er føddur við. Og tað er í øllum førum ikki stuttligt fyri okkum, sum tó at vit væl skilja meiningsloysið, sum merkir floksformennirnir í løtuni, hava ilt við at venja okkum av við at atkvøða eftir politiskari sannføring fyri heldur at atkvøða fyri teimum, sum best duga at halda sínar hugsanir fyri seg sjálvan.
Heilt stuttligt er tað heldur ikki at vera dani í hesum døgum. Mongdin av klichémerktum tvætli í donsku fjølmiðlunum er endaleys og so skulu danir finna seg í, at teirra val eftir øllum at døma snýr seg um húsaeigararnar og sambært Piu Kjærsgaard gudsdoyð eisini um mentanarstríð.
Hugtakið mentanarstríð hevur einki við list at gera. Tíverri. Tað mundi verða brúkt á fyrsta sinni um stríðið hjá Bismarck mótvegis teirri katólsku kirkjuni í 1870´unum og seinni stakk tað seg upp í Danmark, tá kulturradikalistarnir í millumstríðsárunum skipaðu seg móti nazismuni. Seinni kom ein maður, nevndur Anders Fogh Rasmussen til maktina í Danmark. Hann ynskti sær ein minimalstat, men tað gekk ikki so væl og tí funnu hann og hansara mentamálaráðharri uppá at seta gongd á eitt mentanarstríð. Brian Mikkelsen varð so øgiliga illa happaður av vinstrahallum hippium, tá hann var lítil, so hesa ferð varð mentanarstríðið ikki vent móti katólsku kirkjuni ella nazismuni, men móti betrivitandi studentaskúlalæraratypum. Eftir hetta bar til at brúka orðið um eina og hvørja persónliga fobi og sostatt hevur Pia Kjærsgaard í bebbaræðslu fyri muslimum, byrjað eitt mentanarstríð, har alt gott og danskt, tryggleikaskapandi fleskasvørður, hugnaligur sósakulørur og sovorðið verða brúkt til at berjast móti øllum fremmandum, ótryggum og óhugnaligum.
Tað góða er, at tað skjótt verður val her á landi. Eitt ordiligt val. Løgtingsval. Eitt val, ið snýr seg um sjónarmið júst sum val skulu. Tað ordiliga góða er, at vit í grundini sjálvi avgera, hvat valið skal snúgva seg um. Vit kunnu sjálvi avgera, hvørji evni verða sett á valdagsskránna og tað man ikki vera nøkur loyna, at vit her á listablogginum fegnar vildu sæð mentan sum eitt týdningarmikið evni. Ikki mentanarstríð, men bara mentan. Vit ynskja, at okkara mentanarstovnar, okkara mentanarstuðul, okkara museumslóg, okkara íløgur í mentan og nógv annað verða partar av valkjakinum. Tí krepputíðir eru mentanartíðir. Tað er nú vit eiga at satsa ella forferst mentanin og harvið samfelagið. So latið mentanarstríðið hvíla og inn í stríðið um mentanina. Gott val!
(IS)
GG: http://listinblog.blogspot.com/2011/06/mentanarval-2011.html