Sunday, September 4, 2011

Hot spott Mimir


Vit høvdu frætt, at okkara kæra gamla vertshús skuldi vera karmur um einki minni enn eina heimspremieru og tað er ikki á hvørjum degi, ei heldur kvøldi. Sjálvandi troppaðu vit upp til hesa góðu premieru í Mimi leygarkvøldið og vit vóru so mikið tíðliga á veg, at vit náddu at uppliva undurfullu leygarkvøldsbroytingina frá gomlum, syrgiligum, slitnum, vertshúsi við holutum, skúmgummidesperatum  fullamannasofum frá síðsta ártúsund til herligt stað við lívi í og fínasta slag, fult av flennandi fólki og fýra musikalskum, polyesterglitrandi ungum monnum í pyjamasversiónini av Sergeant Pepper.

Lívið er sum ein konfekteskja, so segði hon, gløgga mamma Forest Gump, og teir eru altso ikki hvørjir sum helst, ið mynda hesa konfekteskju: Benjamin Petersen, Per I. Højgaard Petersen, Uni Árting og Mikael Blak eru framúrskarandi tónleikarar og kanska var tað júst av hesi orsøk, at undirritaða troyttaðist av konseptinum, sum annars var gjøgnumført polyester badtaste muzak kendar versiónir av sangum hjá t.d. Foreigner og Scorpions við hartil hóskandi dansibandarúmklangi. Ironiska konseptið var so mikið gjøgnumført, at tað fevndi um allir staklutir frá bókstavasniðinum í plakatini til ljóðføri og ljóð. Konfekt bjóðaðu áhoyrarunum upp at syngja karaoke og fleiri royndir og framúr góðir sangarar tóku av. Kinky kvøld og kitsch og skeg eina løtu til tað ikki var skeg meir. Eg fór heim, men álítandi keldur vilja vera við, at Konfekt bara gjørdist søtari og sangararnir betri sum kvøldið leið.







(KP)