Friday, September 2, 2011

Viva Italia í Blundadali

Ferðalag við fólkatónleikarum og ungum dansarum vitja í Føroyum í døgunum 30. august til 5. september, og skipað verður fyri tiltøkum ymsastaðni í Føroyum. Tey koma úr italsku bygdini Riolunato, sum liggur í Modena landspartinum í Norðuritalia. Fleiri teirra hava vitjað í Føroyum áður; tað var í 2007, tá ið Føroyar og Italia dystaðust í Føroyum í undankappingini til heimsmeistaraheitið. Nú vitja tey aftur í sambandi við undandystin til EM millum Føroyar og Italia, sum verður 2. september á Tórsvølli. Serstakt tiltak verður í hesum sambandi í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 1. september, tá ið italsku tónleikararnir Suonabanda úr Riolunato saman við dansarum fara at føra fram. Tónleikurin og dansurin eru av siðbundnum upprunaligum italskum slag, ið m.a. er knýtt at maihátíðarhaldinum, sum verður hildið síðst í apríl og fyrst í mai mánaði í bygdini Riolunato. Saman við italsku gestunum fara føroyskir tónleikabólkar og kór at framføra. Talan er um bólkar av tónleikarum, sum hava vitjað í Riolunato og havt framførslur har. Tað snýr seg um  Kára Sverrison og Yggdrasil, Kórið Sólarmagn við Fróða Sandoy sum leiðara, Kvonn og Budam,.





Í gjárkvøldið var sonevnd føroysk-italsk upphiting í Norðurlandahúsinum. Og lat meg beinanvegin siga tykkum, at einasta grundin til, at undirritaða var til staðar til eitt so mikið fótbóltsinspirerað tiltak var, at eg skuldi taka lut í eini kórframførslu. Haldi meg vanliga langt burtur frá fótbólti-og-øllum-gerningum-hans og veit tessvegna lítið um hesa ítrótt, sum er so mikið populer millum fólk, at hon fyllir tað mesta í ítróttarsektiónum og sendingum, sum fylla allar miðlar og sum eg stríðist mítt vónleysa stríð fyri at sleppa undan. Tað er eisini so flóvisligt við hasum liðinum, sum altíð berjist sum úlvur á skóg við órímiligari mótstøðu og sum tessvegna næstan altíð tapur, og so allir hesir romantisku X-faktor-prepareraðu tápulingarnir, sum eyðsýniliga hava sæð Pretty Woman og dystin millum Føroyar og Eysturríki ov ofta og sum halda, at umbroytingin hjá tiltikna ljóta dunnuunganum er sjálvsagdur lutur ein heilt almindiligan illveðursfríggjadag í Havn. "Í fótbólti kann alt henda" nikka menninir spentir. Harragud sum tað er naivt og nú kann tapandi liðið heldur ikki so frægt sum goyma seg nakra staðni í Gundadali. Eg veit ikki hvussu støðan er í plantasjuni, tá hasar yvirdimensioneraðu tannlæknalampurnar eru tendraðar, men eg ivist alvorliga í, at tað er fríggingarmyrkt í Blundadali, tá landsdystur er. Ófatiligt at hatta skuldi bera til, men tað prógvar helst, at Heðin borgarstjóri er førur fyri øllum, sum hann setir sær fyri at gera. Spell, at listin ikki fyllir meir ella gevur meira prestisju í dagsins samfelag, tí eg ivist ikki í, at vit tá høvdu eitt spildurnýtt tónleikahús ella eitt Louisiana í Havn uppá eitt eygablikk.

Aja, men har situr man so eitt hóskvøld og lúnast í Norðurlandahúsinum og ljósmaðurin er kreativur og kreerar eitt italskt flagg á palltjaldið (guðsdoyð um fótbóltsfólkið nú eisini hevur yvirtikið Norðurlandahúsið, hrmpf). Frásøgumaðurin, Árni Gregersen dugir væl at siga frá og nýtir høvið at reklamera fyri dystinum og tí nógv umrødda lux aeterna spetaklinum í Gundadali, sum eyðsýniliga er betri og ljósari enn á øðrum útlendskum stadionum. Tá tær sterku perurnar verða tendraðar, verður tað sum á alljósum dagi um kvøldið, greiðir hann frá og hann sigur eisini okkurt stuttligt um ein harðan hund av einum linjuverja og fólk flenna og eru í góðum lag. Tá tónleikurin byrjar gloymi eisini eg at gronast um fótbólt.

Tí eru vit aftaliga á styrkilistanum hjá FIFA, eru vit heilt frammaliga, tá tað snýr seg um samtíðarlist. Vit eiga nøkur framúrskarandi listafólk her í okkara lítla landi, hvørs avmarkaði marknaður noyðir nógv dugnalig og roynd listafólk at uppihalda sær av øðrum arbeiði enn av listini. Tað var sum altíð ein stór uppliving at hoyra tann gjøgnunmusikalska Kára Sverrison syngja og Yggdrasil við Kristiani Blak, sum altíð finnur okkurt gott, tá hann rótar runt niðri í flyglinum. Kim Kristensen er fínur tónleikari, sum vit skulu vera glað fyri og tað skulu vit eisini vera fyri tann praktfult groundaða og originala Búa Dam (sum eg allíkavæl ræðist eitt sindur, tí halt kipp hann er sjónleikaraligur og eg havi altíð verið bangin fyri John Malkovich) og fólkatónleikin hjá Kvonn og føroyskt-italskt vinarlag kunnu vit eisini fegnast um, italska ostin ikki um at tala. Italsku fólkatónleikararnir bjóðaðu framúrskarandi ost og vóru sum heild hugnaligir, eins og teirra dansandi unglingar vóru fittir og stuttligir, men listarliga átti føroyska liðið munin í gjárkvøldið. Hetta sigi eg kanska av tí, at eg sjálv var kórlinjuverji á føroyska liðnum, men fyri tað mesta sat eg altso á beinkinum og lat meg hugtaka av mínum egna liði. Um ikki ruskuta føroyska veðrið ger av við italsku fótbóltsspælararnar og vit sum væntað tapa 5-0 í kvøld, kunnu vit kanska ugga okkum við, at vit áttu munin í gjárkvøldið. Listin tolir lux, latið okkum raðfesta skilabetri. Annars: Góðan dyst, Viva Italia!

Michael, Kári og Heðin í Yggdrasil. Brandur við trummurnar


Maestro Kristian Blak spældi við Yggdrasil og Kvonn

Kórið Sólarmagn

Angelika, Sharon og Ívar

Budam


Suonabanda úr Riolunato

Italskur fólkatónleikur og kanska ein nýggjur ungur Pavarotti?