Livandi og flatar kaninir, fotoframsýning, e-bøkur og aðrar nýggjar nettænastur. Hetta verður nakað av tí, sum tú kanst uppliva á Býarbókasavninum týsdagin 1. apríl, tá ið bókasavnið hátíðarheldur sín 45 ára stovningardag.
Býarbókasavnið fer týsdagin 1. apríl at hátíðarhalda sín 45 ára stovningardag. Tað verður gjørt við tiltøkum av ymsum slag fyri bæði børn, ung og vaksin. Ein fullfíggjað skrá er at finna á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum,www.bbs.fo.
Men her eru nakrir brellbitar.
Kanindagur á Barnabókasavninum
Barnabókasavnið hevur allan dagin kanindag, og fyrrapartin verða bæði kaninsøgur og kaninsangir á skránni fyri børn undir skúlaaldur. Eisini verður ein livandi kanin at hitta! Hetta tiltak er partur av barna- og ungdómsfestivalinum “Kom og les”, sum verður hildin í somu viku.
Fotoframsýning í blaðkaféini
Í blaðkaféini á veghæddini verður ein fotoframsýning við fotomyndunum, sum komu inn til fotokappingina, ið hevur verið fyriskipað í sambandi við hátíðardagin. Vinnararnir verða kosnir klokkan 13, og aftaná, heilt til Býarbókasavnið letur aftur kokkan 18, verður ókeypis føðingardagslagkøka og kaffi at fáa.
Nýggjar nettænastur hjá Býarbókasavninum
Klokkan 15 verður almenn framløga av og kunning um fleiri nýggjar nettænastur, sum Býarbókasavnið frá 1. apríl fer at bjóða lánarum sínum. Talan er um e-bøkur, netljóðbøkur og netfilmar. Framløgan verður endurtikin klokkan 16.30.
Philippe Carré listaframsýning
Philippe Carré hevur listaframsýning á veghæddini. Framsýningin er ein rannsókn inn í samanrenningina av náttúru og menniskjaskaptum verkum og tankum, ein kanningarferð aftur til upprunan til tekn og stavir, og í samspælinum millum innandura og uttandura rúm. Framsýningin heldur fram til 1. mai
‘Merkisdagar’ í útláninum
Í útláninum á 2. hædd á Býarbókasavninum verður sett upp ein bókaframsýning við bókum og øðrum tilfari, sum á einhvønn hátt hava við merkisdagar at gera. Kom og forvitnast!
45 ár við menning
Býarbókasavnið hevur øll 45 árini hildið til í Niels Finsens gøtu 7 í gongugøtuni í Havn.
Bæði vídd og virksemi eru hesi ár so líðandi økt í samsvari við vøksturin í fólkatalinum hjá Tórshavnar kommunu og krøvini frá borgarunum. Býarbókasavnið er í dag í vídd umleið dupult so stórt sum tað var, tá ið tað varð sett á stovn 1. apríl 1969.
Eitt ‘nýtt’ Býarbókasavn í eygsjón
Í dag er virksemið hjá Býarbókasavninum sera fjølbroytt, og krøvini frá borgarunum eru stór.
Tí hevur Tórshavnar býráð júst samtykt at játta pengar til at fara undir eina heildarætlan fyri Býarbókasavnið til tess at nútímansgera bókasavnið og bøta um umstøður og møguleikar fyri bæði verandi og nýtt virksemi.
Komið við hugskotum!
Í hesum sambandi heitir Býarbókasavnið á øll, sum hava hug, at koma við hugskotum um, hvussu tey kundu hugsað sær, at framtíðar Býarbókasavnið skal síggja út.
Á tiltakinum týsdagin verður ein hugskotskassi settur fram, har til ber at útfylla ein lepa við hugskotum og leggja í kassan. Tað ber eisini til at senda inn hugskot við telduposti til bbs@bbs.fo.