Í dag letur framsýning upp í
Norðurlandahúsinum, har øll eru boðin at framsýna teirra yndislistaverk.
Her er nøkur dømi úr
framsýningin, sum er opin til 28. mars. - fleiri dømi er í mentanarblaðnum í Sosialinum, sum er í handlunum í dag.
Amariel
Norðoy:
Kalsoyarfjørður. 1969
Á mínum
arbeiðsplássi,
sum eg var á í 38½ ár,
hekk henda myndin, sum eg dagliga sá fyri mínum
eygum, og sum mær, sum tíðin
gekk, dámdi betur og betur.
Tá ið eg sum
pensjónistur fór
úr starvi, fekk eg peningagávu
frá
mínum arbeiðsgevara,
og hartil stóð mær í boði
at keypa henda málning, sum
mær dámdi
so væl. Glaður
var eg fyri møguleikan
at ogna mær málningin.
Motivið er
Kalsoyarfjørður
og er málað i 1969 av
einum tá
24-ára gomlum
manni. Í
1977 fór hesin maður
á
Det Kongelige Danske Kunstakademi og var har til 1983.
Myndin
var ikki signerað. Eg setti
meg tí
í
samband við málaran, og
tað
var leyst og liðugt
beinanvegin. Tá ið hann sá myndina,
kendi hann hana beinanvegin aftur og spurdi, um hann ikki kundi fáa
hana aftur í býti við onkran nýggjari
málning; hetta endurtók
hann seinri í prátinum.
Málningurin
er nú
signeraður á baksíðuni
við
árstølunum
(19)69 og (20)12.
Tað,
sum serliga hugtekur meg, eru litirnir og dýpdin
í
myndini.
Jonhard
Mouritsen
Bent Restorff:
Uttan heiti. 1953
Hví mær dámar myndina?
Tí at tá ið hetta lagið er:
her kólnar lot og fýkur leyv
um kenslur tún og føtur
og gráin gjøgnum veggir fer
hitt ljósa niðurballað er
í skýming stillar løtur
ja, so gerist eg
í góðum lag av at
hyggja at hasi myndini, har sólin altíð skínur.
Sólrún Michelsen
Silja Strøm: We Changed. 2009.
Mín
mynd er ein lítil mynd í vavi, bert 15x12 cm. Og tó er hetta eitt stórt
listaverk. Myndaevnið spreingir rammuna og vil út. Myndin er spøkilsiskend
og undarlig. Tað
er sum eitt spøkilsi úr ókendari
tíð, ið gongur aftur ella kanska ikki hevur
verið
enn? Og eg elski hetta lítla listaverkið.
Tað er ein av hesum málningunum,
ið fær meg at hugsa og fyllast við undran og ikki sørt
av eyðmýkt og takksemi fyri listina, ið er so stór og gevandi, sjálvt í allarminsta formati.
Eg kann sita og hyggja at myndini
leingi, og hvørja ferð skapar hon ymiskar, nýggjar
myndir, søgur og tankar.
Gyðja
Hjalmarsdóttir Didriksen
Anker Mortensen: Vindurin blæsur hagar hann vil.
Málningurin er barsilsgáva og er keyptur í Norðurlandahúsinum á summarframsýningini í 2002. Eg átti seint í mai, og mentanarnáttina – 2 vikur seinni - fóru vit øll í býin í allarfagrasta veðri. Fyrr um dagin høvdu vit valt ein málning í Norðurlandahúsinum, men vit vóru í iva. Á veg heim koyrdu vit niðan í Norðurlandahúsið, og beint áðrenn húsið stongdi, rann eg inn, meðan maður og børn bíðaðu í bilinum, og broytti málningin til hendan.
Málningurin er barsilsgáva og er keyptur í Norðurlandahúsinum á summarframsýningini í 2002. Eg átti seint í mai, og mentanarnáttina – 2 vikur seinni - fóru vit øll í býin í allarfagrasta veðri. Fyrr um dagin høvdu vit valt ein málning í Norðurlandahúsinum, men vit vóru í iva. Á veg heim koyrdu vit niðan í Norðurlandahúsið, og beint áðrenn húsið stongdi, rann eg inn, meðan maður og børn bíðaðu í bilinum, og broytti málningin til hendan.
Málningurin hongur í køkinum, so vit síggja hann
alla tíðina. Eg blívi veruliga
ikki troytt av at hyggja at honum, hann ger meg í góðum lag, har hann lýsir upp við sínum føgru, bláu litum, og
eg kann altíð finna okkurt nýtt, tá eg hyggi at
honum.
Súsanna Sørensen
Súsanna Sørensen