Thursday, March 20, 2014

Listin og tann vinarliga fascismukameleónin



 

Javnan verður tikið til, at tað er frá børnum og fullum monnum, vit skulu hoyra sannleikan. Og sjálvt um eg ivist, ikki minst í tí seinna uppáhaldinum, kenni eg meg hepna at starvast á einum arbeiðsplássi sum mínum, einum skúla við nógvum ungum menniskjum, har mangt eitt sannleikans - ella í øllum førum erligt orðið, verður talað. 

Men sannleikin er sum kunnugt ofta illa lýddur. Eg toldi hann í hvussu so er nokk so illa, tá tað mánamorgunin gekk upp fyri mær, at fleiri næmingar í einum fyrsta flokki dámdu betri tekningarnar hjá Adolf Hitler og Hitlersa yndislist enn tær ekspressionistisku myndirnar, sum eg vísti teimum til samanberingar, tvs. m.a. myndirnar hjá m.a. Kirchner og Nolde, sum Hitler sjálvur hevði so nógv ímóti. Tær eftir mínum tykki undrunarverdu hugsanirnar hjá næmingunum komu væl at merkja aftaná eitt upplýsandi (helt eg sjálv) læraraupplegg og eina framúr sjónvarpssending um eyðmýkjandi og primitivu framsýningina av degenereraðari list, sonevndari Entartete Kunst, sum nazistarnir skipaðu fyri. Nú er tað sjálvandi møguligt, at næmingarnir henda mánamorgunin vóru ov móðir til at hugsa, men upplivingin hevur spøkt í mínum tonkum nakrar dagar, hon var eitt sindur óhugnalig, ikki minst tí eg í skelkinum yvir óvæntaðu reaktiónina frá næmingunum sjálv brádliga fann meg í ótýdliga leiklutinum sum ein indoktrinerandi lærara: "Jamen tað kunnu tit ikki MEINA, at tykkum dámar HITLERSA MYNDIR!!!??". Tað er annars ein av teimum ordiliga stuttligu uppgávunum, eg havi sum myndlistalærari, nevniliga at læra næmingarnar um estetikk og hvussu estetikkur og hugburður hoyra saman  - og í mínum føri er føroyska týðingin av hugtakinum "fagurfrøði" als ikki brúkilig, tí estetikkur fevnir víðari enn tað fagra. 

Ungdómurin er ofta so befríandi reinsaður fyri vanligt snobbarí og baksýni, sum ávirkar vanligu opiniónina, - tey siga hvat tey meina, og tað er herligt. Sjálvandi eru tey hvørki rein ella óavvirkað og tí má orðatakið um sannleiksorð frá børnum eisini takast við fyrivarni. Sálarfrøðingar, námsfrøðingar og sosiologar lýsa børn eins og svampar, smá menniskju, sum súgva í seg meiningar og hugsanir hjá foreldrum og umhvørvi. Júst av teirri orsøk eru tey ungu okkara bestu peilimerki fyri hvussu nærmasta framtíð fer at vera. Við einari LGBT-orðing kunnu vit siga, at framtíðin sær bjørt út, hugsa vit um líkarætt fyri samkyndar borgarar í Føroyum. Og tað er er gott og upp á tíðina. Men fevnir tann skilagóða humanisman og tollyndið eisini um aðrar minnilutabólkar í samfelagnum? Hvussu er við útlendskum sjómonnum í Føroyum ella teimum, sum eru við føroyskum skipum, hvør tekur sær av teimum? Eg havi varhugan av, at hugburðurin yvirhøvur mótvegis útlendingum ikki er eins opin og vinarligur, sum hann eigur at vera í einum landi, har meginparturin hevur tað so gott sum í Føroyum, og har vit reint faktist mangla fólk. Og hvussu fara vit við okkara eldru medborgarum? Hvat raðfesta vit fyrst og fremst, menniskjalig virði ella fíggjarlig? Um vit kunnu ganga út frá, at børnini og tey ungu súgva alt í seg, hvat er tað so, okkara samfelag í løtuni lærir tey? Eg haldi t.d. ikki, at solidaritetur tykist nakað serliga frammarlaga raðfestur, um vit t.d. hugsa um føroysku flatskattaskipanina, sum fer best við teimum, ið vinna mest.

Grundin til, at eg gjørdist ørkymlað av mínum fitta fyrstaflokki er helst tann, at list ongantíð bara er list, hon hongur saman við øllum øðrum pørtum av samfelagnum, og so ein keðiligur varhugi av, at vit hugsjónarliga eru á skeivari leið í løtuni. Sjálvandi er opinleiki altíð ein styrki, og eg taki altíð hattin av fyri antiautoriterum næmingum, sum eru nóg djarvir til at fyrihalda seg kritiskt til lærarans útsagnir. Soleiðis sæð kann mann siga, at at tað er flott, at tey ungu tora og megna at fyrihalda seg "objektivt" til myndirnar hjá Adolf Hitler. - Hetta royni eg at ugga meg við, tó uttan heilt at trúgva tí sjálv. - Hann hevur helst gjørt sær ómak, tann ungi Adolf, og eg ivist ikki í, at vit eru mong, sum høvdu ynskt, at hann slapp á akademiið við sínum elendigu tekningunum. Hevði hann hildið seg frá politikki, høvdu umleið 11 milliónir menniskju; jødar, samkynd, romafólk, medmenniskju við serligum avbjóðingum o.o., kanska ikki verið dripin undir Holocaust - Nei, tað er ikki til at vita hvat hevði hent, um Hitler slapp inn á kunstakademiið. Men tann óndskapur, sum hann stendur fyri, er so fullkomiliga ómótsigandi og ítøkiligur, at tann beri tankin um hann eigur at fylla hvør einstakt menniskja við andstygd.

Umráðandi er, at ungdómurin fær innlit í fascismunnar retorikk og estetikk, so at hann fær gjøgnumskoða hennara hennara bíligu snildir, sum síggjast í fullum blóma í myndunum hjá eysturríkska málaranum Ivo Saliger (1894-1987). Hann málaði til dømis rómversku veiðigudinnuna Dianu eftir klassiskari fyrimynd í 1940 sambært ynskjum hjá Hitler og hansara definitiónum av góðari list, hvørs myndevni ikki sjáldan fevndi um naknar kvinnur, hundar og hjørtir. Myndin av naknu kvinnunum, sum sæst longur niðri her á blogginum, sýnist kanska brávøkur, men hyggur tú nágreiniliga sæst hvussu steinrunnin og næstan pornografisk kitschut hon er. Ovurrealistiski málihátturin kennist steindeyður afturímóti tí meistaraligu modernaðu, abstraktu, rørandi primitivu altarmyndini hjá Emil Nolde av einum gulgrønum útpíndum Jesusi millum ránsmenninar á krossinum. 

Eg eri sannførd um, at vit til allar tíðir mugu vera á varðhaldi og ansa eftir fascistiskum tendensum, sum ikki minst kunnu vaksa seg stórar og feitar í tíðarskeiðum, tá tey flestu eru sær sjálvum nokk og fyrst og fremst hava seg og síni í huganum. Nútíðin leggur upp til ekstremt sjálvsøkni, fólk gerast alt meira individualistisk og hugsa fyrst og fremst um at nøkta sín egna tørv. Vit skulu ansa eftir nationalismuni, tí hon er eitt fascismueyðkenni, sum í stóran mun merkir føroyingar, ei undur í tí, um hugsað verður um okkara ríkisrættarligu óstøðu og okkara einsamallu staðseting í norðuratlantshavi. Eg haldi sjálvandi ikki, at nakað er galið við at mann er góð við sítt land, og eg fari fegin í føroysk klæði á ólavsøku, men tað er umráðandi alla tíðina ansa eftir ljótu baksíðuni av nationalismumedaljuni, sum er illviljin móti øðrum fólkasløgum við hópin av generaliseringum og fordómum ella arroganta lyndinum til sjálvvalda avbyrging í mun til útheimin, sum ein partur av makrelretorikkinum bar brá av. Eitt annað fascismubrá er lyndið til at ignorera serfrøðina, hetta hava vit sæð í ríkiligt mát frá politiskari síðu undir verandi samgongu. Yvirdrivin kroppsdyrkan sæst í fascistiskum samfelagum, fólkið rennur og trenar sín kropp, altímeðan ondin viknar, akademikarar og intellektuell tiga og fólkið flýggjar til krimibókmentirnar. Vit eiga at hugsa um mannarættindi, bæði hjá okkum sjálvum og okkara minnilutabólkum, umframt at stuðla arbeiðinum fyri mannarættindum í útlondum. Tøgnin í tinginum, tá málið um samkynt hjúnarlag var av antidemokratiskum slag og tað sama kann sigast um kynsmismunin í samgonguni tykist, ið avgjørt ikki er eitt gott fyridømi hjá okkara ungdómi. At fakfelagsrørslan tykist veik uttan reelt samanhald og styrki í mun til maktina er eisini vandamikil tekin, sama er galdandi fyri veikar fjølmiðlar, ið alsamt vikna uttan nakran góðan í samgonguni. Í fascistiskum stýrum sæst eitt lyndi til at verja stórar privatar fyritøkur, sum fáa fyrimunir og ein maktelita verður bygd á eitt sínámillum gagnligum sambandi millum ídnað og stjórn. Vinatænastur og korruptión vaksa og blóma, heimildirnar hjá løgregluni gerast alsamt størri, løgreglan sleppur at hava eftirlit við okkum í heimsins minst kriminella landi samstundis sum eftirlitsmøguleikin hjá fjølmiðlum og borgarum verður munandi skerdur. 

Er ikki okkurt í lýsingini, sum minnir lesaran á verandi umstøður í føroyska samfelagnum? Hvat hugsar lesarin nú, at hatta við antidemokratiskum tendensum og fascismu ikki liggur til slagið? - Jú men tað løgna við fascismu er, at hon í grundini er ósjónlig hjá teimum, sum útinna hana. Tað snýr seg ikki endiliga um eitt tilvitað val, sum fevnir um nýnazismu og svastikakrossar og ótangagerðir. Tann farliga fascisman er tann demokratiska vinarliga, kameleónin, sum tekur lit eftir umhvørvinum, ein hugburður, sum ómerkjandi kemur sníkjandi og sum verður staðfestur, tá okkara børn taka upp aftur okkara hugsunarhátt og gerðir.
















(KP)