Í mínum næsta lívi ætli eg mær at vera maður (kanska er tað eitt sindur politiskt ókorrekt ynski ein tílíkan kvinnudag). Men tað kundi verið stuttligt at roynt tað mannliga sjónarmiðið eina tíð, eisini av tí, at eg á tann hátt møguliga hevði verið forskánað fyri at snakka so nógv um mat sum eg geri. Tað er satt at siga útlúgvandi alt hetta mat- og fitness-snakkið og nú var tað fruktirnar, sum mann skal ansa sær fyri. - "Jú, tú", sigur ein kløn, yndislig kvinna í døguratímanum við ákærandi eygum, - "mann skal vara seg fyri frukt, hon er skítfull í sukri". Eg hyggi eitt sindur forskammað niður á mína appilsin, sum inntil hesa stund hevði lýst sum ein appilsingul sól av góðum vilja, ein fyrijáttan um c-vitaminir og alt møguligt kekkað og gott. Nú geri eg eina jánkasliga roynd at krógva hana burtur í troyggjuermuni. - Men eg veit tað í grundini ikki. Altso um menn snakka um mat. Men teir renna. Og teir snakka um mat, sjálvandi,men eg haldi ikki, at teir tosa líka andektigt um mat sum konurnar. Eg havi ongantíð hoyrt ein mann bekymra seg stórvegis um appilsinhúð. Kann ikki ímynda mær menn, ið við somu dedikatión sum vit deila kostráð og tips, sum væl at merkja ganga út uppá eitt og tað er at eta minni, missa, blíva klænari ella í hvussu so er ikki at blíva tjúkkar. Og vit sum longu eru farin yvir um øll skilagóð BMI mørk og sum altíð spáka spakuliga yvirum har sum garðurin er lægstur ella gjarna taka elevator og taxa yvirum, ja, vit taka eisini lut í matsnakkinum og notera okkum nøkur hissini góð ráð, meðan vit í tí stilla hugsa, at góðu kostráðini hóskandi kunnu eksekverast onkran mánadag, sum liggur passaliga langt frammi í framtíðini. Málningarnir á dagsins 8.mars bloggi vísa allir kvinnuna úr einum mannligum sjónarhorni og tað er ikki tí eg taki undir við sexobjektivisering av kvinnukroppinum, als ikki, men tað er líka við at eg fyritrekki hetta perspektivið framum klænkikostráðini og matsnakki hjá mínum kynsfelagum. Altjóða kvinnudagur er í dag og kring alt landið verður dagurin hildin við skilagóðum røðum, sangi og skemti, kvinnurørslan hevur havt og hevur enn stóran týdning, tí enn er kvinnan við undirlutan á fleiri økjum, og enn gongur trafficking og harðskapur fyri seg. Eg eri sjálv heppin, at hetta ikki er partur av mínum gerandisdegi, men eg kenni nógvar praktfullar konur, sum eru alt ov frustreraðar og ónøgdar av appilsinhúð og dellum, tjúkkum armum og lørum og tað haldi eg vera ordiligt spell at brúka so nógva orku uppá fullkomiliga normalar, frískar kroppar. Í DR2 søgdu tey fyrr í vikuni frá einari kanning, sum vísti, at danskar kvinnur millum 16 og 24 eru væl betri fyri heilsuliga nú enn tær hava verið, men at tær allíkavæl eru verri fyri mentalt. Mentala heilsan hjá stórum parti av ungu kvinnunum er í roynd og veru vánalig og hetta er orsakað av krøvunum, sum tær føla, verða settar teimum og teirra kroppum. Mín vón hendan kvinnudag skal vera, at vit í størri mun royna at fokusera uppá tað mentala, uppá andalig og mentanarlig virði og minnast til at gleðast ta stuttu tíð, vit eru her á foldum. Lesið her eina áhugaverda grein, har ein ung føroysk kvinna, Ingilín D.Strøm greiðir frá hvussu hon hevur upplivað pressið uppá sín egna kropp:
http://storeretainrecall.tumblr.com/post/78876896690/international-womens-day
http://storeretainrecall.tumblr.com/post/78876896690/international-womens-day
(KP)