Eg hevði forsvorið, at tað kundi bera til at framsýna so stórar myndir í framsýningarhølinum hjá Steinprenti sum hesar hjá Tróndi Patursson á framsýning, sum læt upp í dag. Tað størsta verkið er 2,68 x 2 metrar. Eg kenni væl hølið og havi sjálv sett fleiri framsýningar upp har. Tess stuttligari er at staðfesta, at tað ikki bara ber til, men at tað í grundini riggar ómetaliga væl.
Monumentalu, abstraktu myndirnar koma veruliga til sín rætt í ljósu hølunum og tað er í roynd og veru ein fyrimunur, at tú sum áskoðari kemur tætt at myndunum, so tað kennist sum um, at tú verður fevnd og tikin av fótum av teirra endaleysa dýpi. Tann, sum væntar sær eina ultramarinbláa listauppliving frá Tróndi Patursson, verður kanska bilsin, tí myndirnar eru ávikavíst gráar, gular og grønar, størsta myndin er áhugaverd, grøn við gulum og bláum litfarrum undir asfaltssvørtu átekningini í einari heldur øðrvísi kompositión. -Far eisini uppá, tí har hongur eitt satt prakteksemplar av teimum klassisku bláu málningunum í trappuni. Hetta er ein óvanliga rein, avgjørd og heilskapað framsýning.
Fleiri hundrað fólk vóru til ferniseringina; tey mugu koma aftur, tí har sóust ikki málningar fyri fólkarúgvuni, mong nýttu høvið at ynskja Tróndi Patursson til lukku við 70 ára degnum og við Mentanarheiðurslønini, sum hann fekk fyri kortum. Framsýningin heldur fram til 19.apríl. Opið er í Steinprenti mán. - frí. 9 – 17 og ley. kl. 14 – 17.
Listamaðurin
Frá framsýningini áðrenn øll fólkini komu
Ein klassisk blá mynd hjá Tróndi Patursson
Ein gul kompositión
Inger Smærup Sørensen heldur røðu
Nógv fólk
Gestir
Jan Andersson beyð vælkomin
Gott ábit - turrur fiskur, turt tvøst og spik
Tróndur og Borgný Patursson
Brandur Patursson
Fólk lurta eftir røðuni
Rósur og tjógv og wiskey
Tvær gráar kompositiónir
Inger Smærup Sørensen, kurator og fyriskipari, heldur røðu, sum kann lesast her: