í dag hava vit eina spildurnýggja stuttsøgu hjá Sámal Soll á skránni. Hon eitur Ring boð og stendur at lesa í nýggja Varðanum. Vit kunnu kanska siga, at hetta er ein sosialrealistisk paranoiabrævsøga við einum spenningsplotti, sum setur gongd á frásøgnina. Søgan um tann spinnandi óða mannin, sum ætlar at reinsa út eins og ein annar Taxi Driver, fær eina áhugaverda vend við lýsingini av føroyska nútíðarsamfelagnum og av politisku leiðslu tess.
Góði T,
Eg skrivi til tín fyri at
fortelja tær, at tú ert eitt helvitis mogghøvd.
Hetta
kemur uttan iva óvart á teg. Tað er ein sannroynd, at tey flestu helvitis
mogghøvdini spáka runt í býnum og halda, at tey eru púrasta vanlig fólk.
Kortini so er sannleikin tann, at tú ert eitt helvitis mogghøvd, og nú skalt tú
fáa at vita hví. Tað er endamálið við hesum brævi.
Hann leggur pennin
frá sær, og strýkur hondina ígjøgnum hárið, tykist at vera spentur ella
fjálturstungin. Veruleikin er heldur tann, at hann er íðin eftir at koma í
gongd við nakað, sum hevur ligið á láni ov leingi.
Hann fer upp úr
stólinum og gongur aftur og fram í køkinum. At enda steðgar hann á, og fer
eftir onkrum í køliskápinum.
Hann setur seg við
køksborðið aftur. Ølirnar, sum hann tók úr køliskápinum, setur hann í vindeygakarmin við síðuna av sær.
Hann tekur pennin úr
aftur stóra, gamla øskubikaranum, sum nú bert verður nýtt til ymiskt borðrusk.
Pappírsblokkurin liggur opin á borðinum framman fyri honum.
Alt
ov seint í lívinum lærdi eg nakað sera umráðandi. Nakað, sum, hevði eg dugað
tað sum yngri, hevði broytt mítt lív til tað betra. Nógv betri. Eg hevði verið
eitt betri menniskja fyri míni kæru. Men
fyrst og fremst fyri meg sjálvan!
Og
lærdómurin er: Lat ikki løtuna fara, miss ikki hasa dýrabæru løtuna, tá tað,
sum sigast skal, skal sigast. Ella sagt á hendan hátt: Minst til at fortelja
mogghøvdunum, at tey eru mogghøvd, og at tey ikki ráða yvir tær!
Minst til tað, hóast alt annað kann fara
til helvitis.
Hatta er vísdómur, sum ein kann læra
síni børn!
Eg veit ikki, um tú byrjar so smátt at
knýta endarnar saman nú. Ella kanska hevur tú enn ikki ánilsi av nøkrum sum
helst. Og tær nýtist ikki at skammast, um so er, tí tað er ein sannroynd, at
mogghøvd ikki eru greið yvir, at tey eru mogghøvd. Hví? Jú, oftast man tað
verða tí tey bara ikki eru von at fáa hetta at vita.
So nú ert tú eitt av teimum hepnu
mogghøvdunum í Føroyum. Tú skalt fáa tað at vita.
Stutt eftir, at eg kom at arbeiða fyri aðalráðið
– títt aðalráð (eg gloymi ongantíð, at tú segði tað) - høvdu vit eitt ball.
Minnist tú? Vit høvdu hasa har stóru verkætlanina, sum skuldi fyrireikast, so
tú kundi leggja hana fram.. “Tann størsta nakrantíð” tað var tað, sum tú segði
alla tíðina. “Tann størsta verkætlanin í Føroya søgu.”
Sannleikin (og tað veitst tú væl) er at
alt stóð í hálvum gekki, tá eg kom í ráðið.
Tit høvdu yvirhøvur ikki skil fyri
nøkrum sum helst, tá eg tók yvir,alt fleyt bara, og tú gjørdi bara alt verri og
verri, tí sannleikin er tann, at tú – umframt at vera eitt mogghøvd - ert ein ótrúliga
vánaligur og veikur leiðari.
Nú fór eg knappliga at ljóða sum onkur
beiskur fani, sum bara skal rakka alt niður, tú veitst “alt er galið við øllum
øðrum enn mær.” Eg vildi nettupp halda hetta sakligt og vera meira beinleiðis
við mínum boðskapi.
Lat okkum venda aftur til endamálið við hesum.
Tú ert eitt mogghøvd, tí tú niðurgjørdi meg framman fyri øllum fólkunum
har. Í sjálvari takkarrøðuni, har tú framhevjaði einstaklingunum, sum høvdu
gjørt ein serligan innsats fyri verkætlanina. Tú valdi, at knýta mítt navn til
óhepnar hendingingar, sum eg einki hevði við at gera. Minnist tú tað, títt
helvitis mogghøvd?
Beint tá, eg... Eg valdi einki at gera. Eg valdi at gera... einki! Men
veitst tú hvat? Eg valdi skeivt.
Eg átti at havt lopið yvirum hatta borðið við einari knústari fløsku í
hondini og so trýst hana inn í hatta helvitis sjimpansuandlitið á tær. Eg átti
at havt reist meg upp og langa nevan niður í høvdið á tær, og so drigið teg út
á gólvið og sorlað teg sundur. Og so skitið á, um tað hevði kostað mær starvið.
Men eg valdi einki at gera.
Men eg valdi EINKI at gera.
Áh, sum tað kann vera læruríkt... Áhh halleluja! Áhhh fucking
halleluja!
Síðani tann dag eri eg komin fram á ein absaluttan sannleika í lívinum.
Og hetta er nakað, sum tú hevur vitað alla tíðina. Tú ert í veruleikanum ein
lítil – um ikki heimsmeistari, so - føroyameistari í hesum sannleika: at allar
støður millum menniskju verða avgjørdar við valdi og hóttanini um harðskap.
Eg fái hug at endurtaka hetta: ALLAR støður millum menniskju verða
avgjørdar við valdi og hóttanini um harðskap.
Eg tosi sjálvandi um harðskap og vald í breiðasta týdningi. At hava
vald á starvi og lønarinntøku hjá einum øðrum menniskja er eisini eitt slag av
harðskapshóttan, heldur tú ikki?
Tað er tað! Hóttanin er: “Ger eftir mínum boðum, annars hevur tú ikki
nokk av pengum at gjalda fyri tíni hús næsta mánað. Og so verður tú tveittur á
gøtuna.”
Eg veit ikki, um tað bara eri eg, men eg kenni á mær, at harðskapurin
kókar í Føroyum nú. Er tað bara eg, sum er farin at skilja, at allar støður
millum menniskju avgerast við harðskapi? Neyvan. Lurta eftir tíðindunum. Er
meira ella minni at hoyra um harðskap nú enn fyrr? Tú hevur oyru.
Eg hoyrdi i tíðindunum ein dagin, at onkur hevði sett eld á eini
handilshøli í Havn, tí hann var blivin snýttur av eigaranum fyri løn.
Herverk er ein heilt serligur føroyskur harðskapur. Harðskapur ímóti
ognum og lutum hjá øðrum.
Áh, vit elska herverk. Fuck ja! Smildra lortið, ha?
Visti tú, at Føroyar er tað landið í heiminum, sum hevur flest
herverkstilburðir sæð í mun til fólkatalið? Hvat, trýrt tú mær ikki? Hvussu
ofta sært ikki vegaskeltir, sum eru skotin sundur og saman við byrsum ella stór
hol í veggjunum á bussskýlum kring landið.
Hvør koyrir runt við byrsu í bilinum? Liggjandi fjald undir einum teppi
í bagasjurúminum? Jú, tú veitst forbannað væl hvør!
Fólk eru so ill. So forbannað ill.
Tú ert faktiskt ein lítil fiskur í øllum hesum her, trúgv mær. Tú hevur
ongan kjans ímóti teimum ordiligu.
Sanniliga sigi eg tær, at harðskapurin hevur funnið eitt heim í hesum
landi. Onkur verður dripin og burturbeindur fyri eini sethús, fleiri líða undir
harðskapi í heimum frá sínum kæru. Vinmenn fara til hendurs og annar stingur
hin við knívi. Pápar og mammur sláa og buka síni børn, og konur og menn leggja
eftir makum sínum. Hvussu mong teirra munnu gera hetta heima hjá sær sjálvum,
ímóti teimum, sum elska tey, nettupp tí tey ikki hava torað at sagt við stjóran
hjá sær, at hann er eitt helvitis mogghøvd...?
Landsins leiðarar (hint, hint! That means you!) eru korruptir og gølur
eftir gølur verða avdúkaðar, men einki hendir.
Vit velja einki at gera.
Vit velja at gera einki.
Eg havi ofta hugsað um, hvussu nógv munnu føroyingar fara at finna seg
í, áðrenn tað er nokk?
Forbannað nógv, tykist at vera svarið. Áðrenn yvir flýtur. Var hetta í
Italia, Spania ella okkurt av hasum londunum, so høvdu vit langt síðani farið
út á gøturnar at berjast við politiið og sett eld á bilar á Vaglinum.
Hví gera vit ikki tað? Og hvar fer øll handan innistongda vreiðin so
ístaðin? Øll frustratiónin? Eg haldi, at eg veit...
Nú kom eg aftur burtur frá mínum
endamáli. Fyri at venda aftur til tað, sum eg segði í byrjanini, so er tað
umráðandi fyri meg, at tú skilir, at tú ert eitt helvitis mogghøvd, og tað er
einki pláss fyri sovorðnum sum tær í Føroyum í dag. Ikki í mínum Føroyum.
Eg skal fáa nógv í rætt lag aftur. Og eg
eri akkurát byrjaður.
Lat meg koma beinleiðis til niðurstøðuna:
Fyri trimum tímum síðani fór dóttir tín
avstað í skúla. Mamma hennara smurdi henni matpakka, og tú kókaði henni
havragreyt soleiðis, sum tit plaga. Hon fór til gongu oman til busssteðgistaðið
á Vegnum Langa. Men sannleikin er tann, at hon kom ikki fram til nakað
bussskýli, og hon er ikki í skúlanum nú. Eg havi hana beint her. Tað var ikki
serliga trupult at taka hana.
Vald og harðskapur.
Hugsa um, hvat tú hevur gjørt.
LMS
Hann skrivar sínar
bókstavir undir og situr eina løtu og hyggur niður í borðið. Hann reisist ikki.
Hann ger ikki annað enn at skræða
pappírið av blokkinum og leggur tað á bunkan saman við hinum pappírunum, sum
hann hevur skrætt av frammanundan.
“Øll hasi mogghøvdini,”
sigur hann.
Ølirnar, sum hann hevði
fingið sær, eru allar tómar nú. Hann fer aftur í køliskápið at hyggja, men
eingin øl er eftir. Á borðinum eru tær allar tómar.
Tað er alt tómt nú, so
hann leggur seg á sofuna at blunda og at vóna, at hann fær sovið fyri larminum
í høvdinum.
Men sum so ofta áður, er
eingin friður at finna. Hann fer aftur á føtur og stendur har mitt í myrku
stovuni. Hann hyggur út ígjøgnum vindeygað at býnum, sum livir sítt lív sum um
einki er hent, og síðani hyggur hann inn í køkin, har hann sær køksborðið við
pappírsbunkanum og penninum omaná.
Hann fer innaftur í køkin
við nýggjari orku. Hann merkir hana byrja niðri í hondunum og arbeiða seg
uppeftir ørmunum heilt upp í herðarnar áðrenn hon floymir yvir allan kroppin:
Vreiðin.
Har er kanska ein aftrat, sum enn ikki hevur fatað boðskapin....
Góði F,
Eg skrivi til tín fyri at fortelja tær, at tú ert eitt
helvitis mogghøvd.
Hetta kemur uttan iva óvart á teg. Tað er ein
sannroynd, at tey flestu helvitis mogghøvdini spáka runt í býnum og halda, at
tey eru púrasta vanlig fólk. Kortini so er sannleiki tann, at tú ert eitt
helvitis mogghøvd, og nú skalt tú fáa at vita hví. Tað er endamálið við hesum
brævi.
(KP)