
Í kvøld klokkan 19.00 verður
finalan í Stella Polaris 2014 tónleikakappingini í Norðurlandahúsinum. Tey seks ungu, sum hava vunnið heiðurin at kappast í
finaluni í tónleikakappingini eru: Alvi Joensen, guitar -
Marta T Johannesen, floyta - Mattias Kapnas, klaver - Heiðrun Petersen, violin -
Birita Poulsen, sang - og Ernst Remmel, trompet. Dómarar í kappingini eru: John Wallace, Michala Petri, Bo Isholm, Bernharður Wilkinson og Anna Sofía Restorff.
(KP)