Tað er ikki bara uttanlands, at kendir politikarar springa út sum listafólk.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn hevur fleiri ferðir framsýnt sínar málningar
á ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club, sum á hvørjum ári verður hildin í Müllers Pakkhúsi,
og í skrivandi stund er eitt verk hjá Torbirni Jacobsen, fyrrverandi mentamálaráðharra
við á eini framsýning í Norðurlandahúsinum.
Men tann higartil størsta framsýningin við politikaralist
her á landi letur upp fríggjadagin klokkan 16 í Listasavni Føroya, og tá er tað
eingin minni enn Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum sýnir fram egin verk. Í
tíðindaskrivi frá løgmansskrivstovuni stendur, at Kaj Leo Holm Johannesen altíð hevur málað, men at hann ikki hevur havt tíð at dyrka sína listapassión fyrr
enn hesi tvey seinastu árini. Umframt eina myndarøð við hundum, sum sæst á
myndini, hevur Kaj Leo Holm Johannesen eisini málað portrettmyndir av kendum
danskarum, eitt nú eru bæði Medina og Peter Smeichel millum tey portretteraðu .Somuleiðis verður ein long røð av málningum at síggja av norðuramerikanska upprunafólkinum
og tað er eftir hesum málningunum, framsýningin í Listasavninum hevur fingið sítt serstaka heiti: "Eg eri
bara ein einsamallur indiáni".
-Tað er sera týdningarmikið at gera íløgur í
kreativu vinnuna í hesum árum, heldur Kaj Leo Holm Johannesen: - Alt tað kreativa
fremur vøkstur og innovatión og skapar dynamikk í samfelagnum, tað meti eg
avgjørt. Tað snýr seg jú eisini um at branda Føroyar og har haldi eg, at tað er
hóskandi, at eg sum liðskipari taki stig til at gúppa bóltin og brúki mína egnu
list til at branda Føroyar við. Eg kann longu avdúka, at ítøkiligar ætlanir eru settar í kortið fyri fleiri føroyskum mentanartiltøkum uttanlands hetta komandi árið.
Grunnurin hjá Margretu drottning og Heindriki
prinsi og Mentanargrunnur Landsins hava stuðlað framsýningini við 250.000 krónum
hvør. Heindrikur prinsur, sum sjálvur er listamaður og sum ger erotiskar
standmyndir, ið síðsta ár vórðu framsýndar í danska listasavninum Aros, hevur
samtykt at skriva katalogtekstin til framsýningina "Eg eri bara ein einsamallur
indiáni".
(IS)