Tað regnar
Tað regnar við kvinnurøddum sum vóru tær deyðar sjálvt í minninum. Eisini tú regnar
framúrskarandi løtur í mínum lívi. O, smáu dropar. Hesi skýggj, ið reisast á afturbeinini, byrja at gneggja ein heilan heim av ljóðum, lurta um tað regnar, meðan illvilji og vanvirðing gráta elligamlan tónleik. Lurta eftir meðan bondini detta av, sum halda tær í erva og í neðra.