Ullstandmyndina omanfyri gjørdi Judith Scott. Tvíburðasystrarnar Judith og Joyce Scott vórðu føddar í 1943 í Ohio, Judith Scott varð fødd við Downs syndrom og orsakað av, at mamman hevði havt skarlaksfepur, varð hon eisini fødd uttan hoyrn og taliførleika, hetta varð ikki uppdagað, tey hildu hana vera býtta. Hennara intelligensur varð royndur við, at hon var spurd ymiskt, sum hon ikki hoyrdi og tá hon ikki svaraði, hildu tey, at hann var so lágur, at hon onga undirvísing kunnu fáa. Tvíburðarnir vóru sum eitt, men tá teir vóru sjey ár avgjørdu foreldini við ráðum frá lækna at senda Judith á stovn - tað gjørdi mann tá í tíðini, og har var hon í 35 ár - so mikið avbyrgd, at systir hennara í mong ár helt hana vera deyða. Í 1980´unum fann hon systrina aftur og fekk hana inn á Creative Growth Art Center í Carlifornia. Tað var her, at Judith Scott byrjaði at gera sínar serstøku spunahylkiskendu ullastandmyndir, sum hon gjørdi við at balla og binda funnar lutir inn í tógv í ymsum litum. Standmyndirnar eru organiskar í formi, nógvar eru antropomorfar og onkur ummælari hevur nevnt, at tað tykist sum um listakvinnan í fleiri førum skapar sína tvíburðasystir. Judith Scott doyði í 2005, men hennara standmyndir eru eftir, her eru nakrar.
“ONE OF THE MOST IMPORTANT ARTISTS
OF THE TWENTIETH CENTURY, NOT ONLY IN
ART BRUT, BUT ALSO IN THE CONTEXT
OF CONTEMPORARY ART.”
— Dr Johann Feilacher
Director, Museum Gugging
“MAKING SOMETHING OUT OF NOTHING,
OR PRECISELY, LURING SOMETHING FROM
THE UNCONSCIOUS AND GIVING IT MATERIAL
FORM IS THE CLOSEST THING TO REAL MAGIC
THERE IS IN THIS WORLD.”
— Michael Bonesteel
Art Critic
“ONE OF THE MOST IMPORTANT BODIES
OF WORK—‘INSIDER’ OR ‘OUTSIDER’—
PRODUCED ANYWHERE, AND UNDER ANY
CIRCUMSTANCES, IN THE PAST TWENTY YEARS.”
— Matthew Higgs
Director, White Columns
"...PERHAPS THE FINEST ESSAY, THE MOST
EXQUISITELY WRITTEN IN OUR MUSEUM'S
SIXTEEN YEAR HISTORY, WAS THAT OF WRITER,
JOYCE SCOTT, TWIN SISTER TO THE WORLD
FAMOUS OUTSIDER ARTIST WHO TRANSCENDED
LIMITATIONS OF DEAFNESS AND
DOWNS SYNDROME, JUDITH SCOTT.”
— Rebecca Alban Hoffberger
Director, American Visionary Museum
(KP)
(KP)