Klokkan trý korter til sjey í kvøld gekk eg upp trappurnar til ovaru hæddina í Víkingahúsinum í Sarpugerði í Norðragøtu og trein inn í tað enn ólidna stóra hølið, sum er eyðkent av betongi og ráum tilfari. Stólar vóru settir upp eftir longdini og við endan var eitt timburskapilsi – tann smíðaði pallurin, sum skuldi bera sangleikin Oliver hesar báðar tímarnar, sum innkomna fjøldin hevði sett av til at...ferðast í annan heim.
Ljós og ljóðútgerð var hongd upp og býarnavn og býarmyndir málað á gráa veggin at skapa staðsetingina og á allan hátt sást, at her treivst áhugaleikur fyri leiksins skuld!
Fyrst trinu tónleikararnir á pall – í kollum og enskum dreingjaligum búna og restina av leiktíðini vóru teir týdningarmikil drívmegi og styrki undir sangi og leiki.
Vit vistu, at nógv børn spældu við, men tað gjørdist ikki veruligt, fyrr enn tey sum tey fyrstu komu á pallin og leikandi sungu langtandi sangin hjá svongum barnaheimsbørnum um mat. Og Oliver traðkaði nú fram í trúverdum figuri og so fylgdu vit øll.
Nógvir spennandi, lovandi og góðir leikarar og sangarar spældu fyri mestsum fult settum høli og drógu okkum gjøgnum vanlagnu, sorg, órættvísi, gleði og skemt. Sonurin hevði á orði, nú vit komu heim, at tað var synd í Martini, tí tað var so ringt hjá Oliver. Og eg skilji hetta so, at hann eins og eg hevði fingið høvi at seta seg inn í og dvølja eina løtu við eina mannalagnu úr klassiska bokmentaheiminum – so einfalt og tó so djúpt. Martin er vinmaður hansara, men í kvøld var hann Oliver. Alvi er granni okkara, men í kvøld var hann Fagin, og soleiðis kann eg halda fram: tey eru 4. og 5.floks børn í m.a. Gøtu skúla, men í kvøld vóru tey svong børn ella tjóvar í London Town, tey eru studentaskúlanæmingar á Kambsdali, men í kvøld vóru tey skálkar, politistar og onnur leikfólk.
Tað løgna er, at leikurin hevði sett okkum stevnu, og øll fóru vit úr okkara hami og dvaldust eina stund millum rætt og órætt, gott og ónt, í tíðarlumma, har kreativu evnini hjá einum lutfalsliga stórum parti av bygdar- og oyggjafólki, samvirkaði á bókmentaligum grundarlagi, í felagsligari drívmegi og við persónligum sereyðkenni og íløgum. Við Losjuni í Gøtu, Riu Torgarð, Elsu Mariu, John, Alva, Tobba, Noomi, Tóka og Martini á odda fóru vit eftir lívsgóðsi aftur til tíðliga í 19. øld – vit fóru til London í kvøld.
Hanna Jensen