Sunday, March 16, 2014

1-0 til (country)poppin


Mær dámar væl uppleggið hjá FMA, sum er at fagna tónleikinum, tí tað hava tónleikararnir uppiborið. Eg haldi eisini, at tað, eg hoyrdi gjøgnum teldu og útvarp í gjár gav kensluna av einum góðum showi, har stórur dentur varð lagdur á rúmligheit, at inkludera t.d. klassiskan tónleik og kórsang. Teir báðir vertirnir, Eyðfinn Jensen og Barbara Holm riggaðu og dugdu væl, ljóðið var framúr, tað eg hoyrdi (tann útmerkaða stroymingin frysti viðhvørt) og framførslurnar vóru sum heild serstakliga góðar, ikki minst vóru áskoðararnir hugtiknir av endanum, tá Simme varð heiðraður, og Hanus G.Johansen og Cantabile framførdu.  

FMA er í útgangsstøði ein bastardur, ein poppkapping, sum eisini í kraft av, at hon verður hildin í Norðurlandahúsinum og við plássi fyri kórsangi, klassiskum tónleiki fær størri tign, og tað er gott og ein styrki, tí at tá verður rúm fyri listarliga áhugaverdum innleggum, sum vit upplivdu í gjár. Men næstu ferð mugu vit ansa eftur, at listin ikki í eins stóran mun verður við undirlutan. Um vit skulu seta tað eitt sindur fýrkantað upp, kunnu vit siga, at tað serliga var (country)poppur og fólksligi tónleikurin, ið var við yvirlutan í gjárkvøldið, klassiski parturin var bara eitt slag av prýði, jazzurin var als ikki til staðar, og tað er fullkomiliga absurd, at Teitur og ein útgáva sum Story Music ongan heiður vann, sama er galdandi fyri Kára Sverrison og Bendar Spónir. Næstu ferð má FMA skipast eitt sindur øðrvísi, so at bæði fólksins sms-rødd og listarliga góðskan verða tryggjað við uppibornum heiðurslønum. 






(KP)