Tá tú setir ymsar skapandi listagreinar saman, kann
tað mest óvæntaða henda. Tá tú skrivar, spælir tú tær við orð, setir tey saman
á ymiskan hátt, og fært tey at siga nógv meira, enn tað einstaka orðið ger.
Hetta hendir eisini, tá tú spælir tær við litir, skap og tilfar. Saman geva tey
nógv meira, enn einstaka økið ger í sjálvum sær.
Hvat hendir so, um tú sleppur at seta orð saman við
litum og verður biðin at skapa trívíddarskap burturúr hesum, uttan at hava
annað enn pappír at arbeiða við?
Hetta hava 65 børn úr 5. til 7. flokki á
Meginskúlanum á Sandi, Frískúlanum við Hoyvíkstjørn og úr Skúlanum við
Ósánna í Klaksvík gjørt, nú verkstovan “Orð & litir” hjá Katrinu
í Geil, sniðgeva og Rakel Helsmdal, rithøvunda, hevur ferðast kring landið við Listaleypinum.
Úrslitini verða sýnd fram í Mentamálaráðnum, og
almenn fernisering av framsýningini verður mikudagin
26. mars kl. 15.00. Framsýningin verður fram til 1. juni.
Birita Poulsen og Jósef Zachariassen frá Musikkskúla
Miðnámi fara at framføra nakrar sangir og okkurt leskiligt verður boðið
afturvið. Øll eru vælkomin.