Stóra høllin í Norðurlandahúsinum var næstan fullsett í kvøld í sambandi við finaluna í Stella Polaris Tónleikakappingini fyri ungar klassiskar tónleikarar og húsið var á tremur í góðum tónleiki. Longu áðrenn finaluna og í steðginum spældu nakrir dugnaligir ungir menn jazz, teir ganga í Musikkskúla Miðnám á rútmiskari deild, tað var ein fragd at hoyra, spell at vit ikki lurtaðu betri, men tað verður eina aðru ferð. Fólk høvdu nokk so ilt við at tiga, vit vóru rættiliga spent í steðginum og prátið gekk dúgliga um hvør mundi fara at vinna. Støðið var tornhøgt og øll vóru samd um, at tað var gott mann ikki sat í dómsnevndini og skuldi taka dagar ímillum tey ómetaliga dugnaligu ungu fólkini. Allir finalistarnir vóru fínir; Alvi Joensen, Marta T. Johannesen, Mattias Kapnas, Heiðrun Petersen, Birita Poulsen og Ernst Remmel. Eg helt sjálv, at guitarspælarin, Alvi Joensen, var nakað heilt serstakt, tí at hann aftrat virtuosa spælinum, eisini hevði eitt úttrykk, sum um somu tíð tóktist leikandi lætt fult av yvirskoti og sum samstundis rørdi meg sum áskoðara. Men hann gjørdist eisini nummar tvey. Trý fingu eitt deilt fjórða pláss; Marta Torkilsdóttir Johannesen, Birita Poulsen og Ernst Remmel. Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel vunnu kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár og Vár Iversen Lindenskov var nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár. Dómarapanelið gjørdi eitt gott arbeiði, eg haldi í hvussu so er avgjørt, at tey røttu vunnu. Nummar trý varð tann dugnaliga Heiðrun Petersen, violin, meðan tann suvereni pianisturin, Mattias Kapnas við tí sjálvstøðuga, coola stílinum og ditto tónleikavalinum (Bach og Blak) sannførdi dómararnar og vann. Vit ynskja honum og hinum hjartaliga til lukku við Stella Polaris virðislønini. Eisini ynskja vit okkum øllum hjartaliga til lukku við Musikkskúlanum. Tiltakið varð fyrimyndarliga væl fyriskipað allan vegin í gjøgnum, gott at allir 27 luttakarar fingu rósur og at fleiri virðislønir vóru, eisini til yngru luttakararnar. Vit gleða okkum og bíleggja longu atgongumerki til kappingina næsta ár.
(KP)