Saturday, March 29, 2014

Onkuntíð má mann gera nakað nýtt



- Onkuntíð er gott at gera nakað nýtt. Tann tankin stakk seg upp niðri í Keypsamtøkuni, har eg stóð í eitt minutt og 47 sekund og bíðaði at sleppa at rinda fyri rugbreyð, ost, tomatir, chili og juice. Uttan nógv annað fjas og uttan at eg heilt var greið yvir hvat eg gjørdi, tveitti eg lívsstílsblaðið Prei á svarta rullibandið og lat sum um tað regnaði. Tað er forrestin einki problem at lata sum um tað regnar, har er mann í nokkso góðari venjing... Tá vil eg heldur siga, at terri og sól er strævið, tí so skal mann pínadoyð út (og vaska hár og vindeygu), men henda hósdagin mitt í viku í brúksini lat eg eina løtu sum um, at lívsstílsblað er eitt orð, sum fellur mær so nattúrligt sum tað vælsignaða regnið, æviga brúsubaðið í Havn, sum í fjórðingsár hevur verið besta umbering móti at finna uppá nakað sum helst. Tað er ein sovorðin tryggleiki at tosa um tað føroyska veðrið. Tað kann gerast heilt uttan at hugsa og tann lívsaliga semja, ið altíð er um veðrið, at tað er nakað lort og uff og huff, tað er so nógv einfaldari at tosa um veðrið enn um antidemokratiskar tendensir í løgtinginum og býráðnum og fólk, sum verða hildin til at halda kjaft og sólin hvat er nú tað fyri nakað? Nú hevur ikki regnað í fleiri dagar, skróturt er, vatnloysi, skerpingur og so má mann finna uppá nakað nýtt, og her siti eg við einum glitrandi, skróandi lívsstílsblaði, sum í stóran mun snýr seg um list. Á permuni er Edward Fuglø, sum Dorit Hansen hevur tosað við  - I could´nt care less, sigur hann og eg skilji hann, kongaliga hofleverandørin, sum neyvan hevur nógva grund til at vera ørkymlaður um vantandi popularitet. Tí undrist eg, tá hann finst at ummælarum, sum mangla frástøðu: "Tað er ringt at ummæla fólk, sum tú ert vinfólk við, tí so fer sjálvprísanin í gongd, og mann rósar hvørjum øðrum og sigur, at alt annað er nakað lort". -Uha, ja, eg føli meg eitt sindur rakta. Mær vitandi eri eg einasti ummælari í kongaríkinum, sum hevur orðað nakað sum helst nakað negativt um Edward Fuglø. Eg havi eisini orðað okkurt positivt um hann, tað havi eg og eg havi vistnokk eisini kritiserað Tórodd Poulsen eina ferð (men tað angri eg), og óansæð, so hugsi eg ikki, at hetta ávirkar hvørki annan ella hin listamannin. Har eru eg og Edward Fuglø í øllum førum fullkomiliga samd í tí hann sigur: "Ummæli uppfati eg sum samskifti millum hyggjarar, ikki millum hyggjarar og listafólk. Listafólkið má ganga sína egnu leið". Í hesum sama lívsstílsblaði er ein portrettgrein um Silju Strøm, sum Levi Hanssen skrivaði og har stendur nógv áhugavert. Faktuellar villur sum, at fólkini í Steinprenti standa til at vera foreldur hjá listakvinnuni hava ikki nógv uppá seg, men tað er óluksáliga keðiligt, at hennara myndir ikki verða betri umboðaðar í blaðnum. Stóra myndin ovast á hesum listablogginum er at rokna sum mótrokning fyri hárreisandi mangulin uppá Siljuverk í Prei. Myndin er annars ikki stór í vavi, tó at hon fyllir nógv í høvdinum. Hon hongur uppi yvir sofuni her í Sjúrðargøtu til æviga fragd og  undran hjá mær og øllum teimum, sum koma á gátt. Heitið "I´ve Never Met Anyone Quite Like You Before" staðfestir varhugan av fremmandleika, av awkwardness og isolatión í kollasjukendu samansetingini millum dekorativar myndaliðir og neyvt skrásetandi leksikonlíkar illustratiónir. Myndin er so álvarslig og so heilt ræðuliga stuttlig. Hygg bara eftir ísbjørnini og hugsa um etisk mál. Eg havi lisið tvær greinar í Prei og fegnist - eisini um, at eitt føroyskt lívsstílsblað í so stóran mun snýr seg um list. Frálíkt!  - Mann má finna uppá okkurt nýtt viðhvørt, hugsi eg við mær sjálvum og leggi meg á sofuna. 



(KP)