Leyvið haldi eg - Løvet tror jeg eitur
eitt tvímælt føroyskt/danskt yrkingarsavn, sum Tóroddur Poulsen gav út herfyri
á danska forlagnum After Hand, hetta er fimta útgáva hansara á hesum forlagnum,
hann hevur sjálvur enduryrkt yrkingarnar á donskum. Inngangurin letur okkum
skilja, at yrkjaraegið hevur tørv á at læra seg eina nýggja tøgn fyri at
samskifta við trøini eins væl og yrkjaraegið plagdi at samskifta við
steinarnar. Í ár eru júst 30 ár síðan, Tóroddur Poulsen gav út sítt fyrsta yrkingarsavn,
Botnfall og síðan tað er í minsta lagi eitt savn komið um árið. Hugtakandi í grundini hvussu homogent yrkjarauniversið hjá Tóroddi Poulsen er frá
byrjanini og fram til í dag, og her hugsi eg ikki bara um modernistiska yrkiháttin við negatión, subjektskifti, samanseting av logiskt óforeiniligum
heildum, samanseting av ítøkiligum og óítøkiligum, umrøðu av ókendum lutum í
bundnum formi og um evnisval, men eisini um innihaldið, um vind, orð, klettar, myndir, trø og um skýggj, sum bera seg øðrvísi at enn tey plaga úti í veruleikanum. - "Blunda
og tú sært míni orð" stóð í einari av hansara yrkingum (Myrkaspæl), og nú er tað ein nýggj
tøgn, tað snýr seg um. Umhvørvið er blivið meira abstrakt og surrealistiska, dreymakenda flogið er sterkt og sannførandi í teimum fjøruti
yrkingunum í nýggja savninum. Abstraktiónin forðar í ein vissan mun fyri eini realistiskari,
mimetiskari tulking av yrkingunum, men millum tær abstraktu reglurnar hóma vit
allíkavæl eitt einsamalt yrkjaraeg í tvídrátti, sum mistrívist í stórbýarferðini,
men sum sanniliga eisini kann hava friðsælar løtur millum trøini:
havi jagstrað kettur
úr garðinum
og givið fuglunum
so teir afturfyri
syngja fyri mær
havi klipt runnin
hentað súrepli
við maðkum í
og sagt
við súkkluna
at hon ikki skal rusta
og eg havi eisini sæð
gamlar sangir
undir væðingini
lata kuffertið upp
so ein søga av dusti
dansaði fyri ljósinum
so tað smakkaði
av gyltum myrkri
Myrkrið er gylt og brotið, náttin
er doyvd, áin er dovin, summarið er ævig nátt og mjørkin fæst í spannum í hesum fínu, inspirerandi yrkingunum,
sum eru fullar av samanhangi og av mótsetningum og øvugtleika og sum eru
orðaðar og settar saman soleiðis, at lesarin í heilum kemur í tankar um
myndlist, um installatiónir ella um málningar hjá Soulages - tað var jú hann, sum
fekk lýsandi ljósglottar burtur úr kolasvørtum málingastrokum.
náttin er
so ljós
trúgvi ikki
á myrkrið longur
Guð
hevur tú
eisini
í hjartanum
tá maðkarnir
hava etið teg
og summarið
er ævig nátt
leyvið haldi eg,
drekkur myrkrið við máta
tey blettutu skýggini
argaðu eygu míni
vindeygað er vaskað
við deyðum flugum
eg liggi her
og trúgvi á skugga Guðs
tað tysta ljósið
setir seg sjálvt í hálsin
(KP)