Í gjár læt framsýningin "Mítt yndislistaverk" upp í Norðurlandahúsinum. Nógv fólk var komið saman at hyggja og at lurta eftir stuttum uppleggum hjá Karini Kjølbro, Ingun í Skrivarastovu, Hans Paula Strøm og Mourits Mohr Joensen, sum øll greiddu frá sínum yndislistaverkum. Framsýningin minnir eitt sindur um eina fortíðar Ólavsøkuframsýning, konseptið er stuttligt, fólksligt og sosialt meira enn tað er listarliga áhugavert - men sosiala síðan av list skal ikki undirmetast og tí er framsýningin og væleydnað. Sjálvandi man tað vera eitt sindur tilvildarligt hvat fólk hava sent inn av yndislistaverkum, men vit kunnu til stuttleika út frá framsýningarúrvalinum staðfesta, at tá tað kemur til myndlist, keypa føroyingar fyri tað mesta føroyskt og at Ingálvur av Reyni er høgt í metum. Tað eru Marius Olsen og Anker Mortensen eisini og tað er ikki so galið. Men her er alt millum himmal og jørð á framsýningini, meistaraverk og kitsch - summi hava valt at senda teirra egnu verk inn og tað er jú herligt við tílíkum sjálvsáliti, má sigast. Her eru nakrar fotomyndir hjá Eiler Fagraklett og Norðurlandahúsinum.
Eitt fitt gentuportrett hjá Mikines
Fjølbroytt framsýning, hvørs margfeldi verður væl stuðlað av uppheingingini hjá Inger
Ein lítil bóklingur fæst bíliga til keyps við øllum verkunum við grundgevingum frá listaánarunum
Hetta sær áhugavert út - eitt av teimum fáu útlendsku verkunum
Hans Pauli Strøm hugleiðir um eina fína mynd hjá Silju Strøm
Ingun í Skrivarastovu greiðir frá um síni yndislistaverk, sum Anker Mortensen málaði
Yndislistaverkið hjá Karin Kjølbro gjørdi Fridtjof Joensen
Fólk lurta
Í dansistovuni hanga nógvar myndir
Hans Pauli skoðar ta herligu myndina hjá Eiler, og sum Mr.Brainwash hevur gjørt
Áskoðarar diskutera myndir
Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum beyð vælkomin
Mourits Mohr Joensen mælti til at seta listaskúla á stovn
Yndislistaverkið hjá Mourits og Evi Mohr Joensen er ein vøkur kyrrlutamynd hjá Jack Kampmann
Okkurt gott til góman
Tey lurta
Fólk vóru upptikin ikki bara av tí listarliga, men eisini av hvør mundi eiga tey ymisku verkini
Ein listaáskoðari
Úr forhøllini
Verk
Bóklingurin Mítt yndislistaverk
Eiler og hansara yndislistaverk
Karin Kjølbro og hennara Brynhild
Gula myndin tykisst politiskt motiverað, hon eitur Grát mítt elskaða land og Torbjørn Jacobsen málaði hana. Merkisverdu standmyndina gjørdi dóttir Jóhonnu Henriksen, tá hon var fjúrtan ár.
Ta vøkru Frimod-myndina eigur Jóin Sigurðsson
Plakatveggurin er fullur av myndum, er hongur m.a. ein undurvakur málningur hjá Anker Mortensen
(KP)