Thursday, March 6, 2014

Fotokapping á Býarbókasavninum.



Myndevnið er frítt. Einasta treyt er, at tað á ein ella annan hátt kann knýtast at Býarbókasavninum, og at Býarbókasavnið sleppur at brúka innkomnu myndirnar í greinum, lýsingum og øðrum tilfari til marknaðarføring av Býarbókasavninum.
Ein óheft dómsnevnd fer at velja tríggjar tær bestu myndirnar út.

Freistin at senda inn er sunnudagin 23. mars.

Hvør luttakari kann í mesta lagi senda tríggjar myndir.

1. vinningur: 2000 kr
2. vinningur: 500 kr
3. vinningur: 500 kr


Myndirnar skulu sendast til fotokapping@bbs.fo

1. apríl verða vinnararnir kunngjørdir á almennari mótøku á 45 ára haldinum hjá Byarbókasavninum.
 

Framsýning av innkomnu myndunum verður á niðastu hædd.