Myndirnar tók Sigga Vang
Brandur Enni skrivar:
Í
hesum skúlaárinum byrjaði Miðnámsskúlin í Suðuroy við einum nýggjum
mentanarátaki við fjølbroyttum tiltøkum í skúlatíð. Hesi kallar skúlin fyri glottar,
og ætlanin er at hava umleið fýra slíkar glottar í hvørjum skúlaári, sum í
innahaldi bróta frá gerandisdegnum og teirri vanligu undirvísingini. Fyrsti
glottin var ein serligur einmans sjónleikur um samleika, Hamskifti, við
Kjartani Hansen. Annar glottin var ein jazzkonsert við pianistinum Martin
Seier, sum við sínari trio tulkaði føroysk kvæðaløg.
Fríggjadagin
21. mars 2014 var so 3. glottin á Miðnámsskúlanum, sum hesu ferð snúði seg um
myndlist, sum lat himmalhválvið blána yvir fólkið í Grønudali, tá Rói Einarsson
teknaði við kriti á ein svartan vegg í glashøllini, meðan Lotte N. Winther,
listasøgufrøðingur, helt fyrilestur um hvat ein málningur er, við denti á
amerikanska málaran Jackson Pollock.
Hvat er ein málningur? - Jackson Pollock &
Action Painting var ein heldur øðrvísi fyrilestur, sum fór fram
í fimleikarhøllini. Lotte Nishanthi Winther, mag.art, er granskari fyri
leiðandi donsk listasøvn, og er hon í løtuni búsitandi í Suðuroy, og arbeiðir
sum ráðgevi, eitt nú fyri Norðurlandahúsið. Hon greiddi frá slóðbrótandi
lívsverkinum hjá amerikumanninum Jackson Pollock, sum í 20. øld skarpleitt
broytti almennu fatanina av hvat ein málningur er. Winther hevur í vetur verið við til at uppseta
ta størstu og mest umfatandi framsýningina í søgu Louisiana – sum er
heimskent danskt listasavn fyri nýmótans list. Navnið á framsýningini var Jorn
& Pollock – Revolutionary Roads.
Rói Einarsson er listamaður, sum í fjør summar
nam sær BA prógv við Blackpool and The Fylde College of Art. Hann er í løtuni búsitandi
og virkandi á Tvøroyri. Við fríum
hugflogi prýddi hann glashøll skúlans hendan fríggjadag fyrrapart, meðan
næmingar sótu rundanum hann og eygleiddi, áðrenn fyrilesturin hjá
listasøgufrøðinginum byrjaði. Tað verk, sum stóðst burturúr, er tíðaravmarkað,
av tí at tað var skapað við kriti, men eisini tí at tað er ognað teim reikandi
á skúlanum yvir eitt ávíst tíðarskeið! T.v.s. at listaverkið verður
einans at síggja hetta várið. Tá summarfrítíðin byrjar, hvørvur viðkvæma verkið
við sápu og vatni, sum døgg fyri sól. So nú er at njóta tað so leingi tað
varir! Ætlanin var at varpa ljós á sjálva
skapanartilgongdina, sum í hesum føri beinleiðis gjørdist sjón fyri søgn.