Thursday, March 13, 2014

Ein skemdarblettur á okkara demokratisku skipan


Eg helt eitt upplegg í gjár fyri ungum fólkum um politiska list. Tað var stuttligt so áhugað tey vóru, men evnið er sanniliga eisini áhugavert. Eg endaði við at siga, at tann besta politiska listin var tann, sum setti sving í heilakyknurnar á fólkum, sum fingu tey sjálvi at hugsa. Tey ungu vóru hugtikin av teimum mongu dømum, eg hevði við heilt frá frá tjóðskaparyrking hjá t.d. Jóannesi Bónda til hevndarhugaðan tjóðskaparpunk hjá 200 og har í millum vóru hópin av listarligum og satiriskum dømum frá m.a. Unn Joensen, Ole Wich, Rannvá Holm Mortensen, Edward Fuglø, Tóroddi Poulsen, Frændum, Kára P, Bárði Oskarsson, Mariusi Olsen, Fríðu Matras Brekku, Hanna Bjartalíð, Sámal Soll, Súsonnu Torgarð, Jóanes Nielsen, Óli P, Heini Festirstein og Randi Samsonsen og eg havi verri enn so tikið alt við, men hesi hava tað til felags, at tey eina løtu hava verið so mikið uppfylt av indignatión yvir tað, sum gongur fyri seg samfelagsliga og politiskt, at tey hava givið hesari indignatión listarligan form. Omanfyristandandi mynd hjá Randi Samsonsen er broderað og heklað, og ger ikki nógv um seg, men hon sigur rættiliga nógv og er á tremur í sosialari indignatión um ein løgmann, sum fann uppá at kalla eina millión fyri piparnøtur. Eg varð indignerað, tá eg í áðni hoyrdi um skilið í tinginum í dag. Tað var í dag, at løgtingið skuldi taka støðu til um samkynd pør skulu sleppa at giftast. Málið fall. Tað var væntað, og eg øsi meg ikki yvir, at samgongan hevur aðrar meiningar enn eg. Hesum kann eg væl liva við, samgongan er jú demokratiskt vald. Men at samgongan als einki sigur, haldi eg vera skammiligt. Og at finna uppá at semjast um at lata tøgnina ráða í tinginum, tað tykist mær beinleiðis óhugnaligt. Avtalan, sum Miðflokkurin hevur fingið við restina av samgonguni um parkering av etiskum málum er óvirðilig, ótíðarhóskandi og ein skemdarblettur á alla okkara demokratisku skipan. Hetta verður neyvan gloymt við atkvøðukassarnar næstu ferð.











(KP)