Friday, January 10, 2014

Ung list i Vinnuframa




 
 
Fimm ung evnarík føroysk listafólk arbeiða í løtuni av øllum alvi í nýggja stóra eksperimentariuminum hjá Vinnuframa. Jón Sonni Jensen, Ludvík á Brekku, Halldis Olsen, Bárður Dal Christiansen og Ólavur S.T. Thorsteinsson hava nevniliga fingið til uppgávu at prýða hølið, sum skal brúkast til øll møgulig granskaraseminar, íverksetaraskeið, verkstovur og ráðstevnur. Tey fimm listafólkini skulu prýða tjúgu stórar skilaveggir, sum kunnu setast saman á óendaliga nógvar mátar og skapa nýggj rúm í rúminum og óteljandi møguleikar fyri visuellum íblástri. Vinnuframi hevur ynskt at lata list og gransking møtast og skapa eitt rúm, har menning og nýhugsan kunnu kykna, og tað hevur tessvegna verið natúrligt at lata ung listafólk vera við til at menna rúmið. Prýðingin verður opin fyri almenninginum í februar. Nærri kunning um hetta verður sent fjølmiðlunum.

(IS)